Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag Absalon Áargarð sigur, at rættargsangslógin í Føroyum ikki er dagførd og tað er har, ið trupulleikin skal finnast. - Rættargangslógin í Danmark er dagførd og [...] ongsling í førum sum hesum. Vit ynskja tað somu verjuna og at rættargangslógin í Føroyum eisini verður dagførd. Tí sendi eg eitt skriv til løgmann, ið varðar av lógarmálum og rættarnevndina í løgtinginum [...] Fyri einum mánaði síðan skrivaðu vit søguna um ein politist, sum bleiv sligin í býnum. Eftir grundlógaravhoyringini væntaðu tey flestu, at maðurin bleiv varðhaldsfongslaður, men so var ikki. Føroya Rættur
Í hesum MGP og X-Factor døgum er tónleikur ein stórur partur av tí undirhaldi, sum føroyingar fáa umvegis miðlarnar. Men einki av hesum er á føroyskum, og fyri tónleikarar í Føroyum er stórur saknur í [...] send bæði í útvarpið og sjónvarpið, og tí var stórur áhugi millum tónleikarar, at framføra í hesum sambandi. -Prix Føroyar setti øgiliga nógv í gongd, og hyggja vit at størstu tónleikanøvnunum í dag, so [...] Prix Føroyum, sum fyri nøkrum árum síðani takkaði fyri seg. Um vikuskiftið sóu vit danir dystast um at vinna sær sæti í Eurovision Song Contest, og hvørt fríggjakvøld síggja vit Blachman og hini í X-Factor
Fyrst sigla vit í einar tríggjar tímar suðureftir av Eiði til Hósvíkar. Har plagar at vera hugni og sangur í einstøku bátunum, og síðani verður tað døgurði og tónleikur seinni í Hósvík í kvøld, sigur Sarita [...] eins nógvar bátar í ár sum í fjør tilmeldaðar, og er tað umleið 70 bátar, sigur Sarita, ið tó viðmerkir, at fleiri leggjast aftrat fylginum, sum bátarnir stima suðureftir. - Eg vildi mett, at einir 15 til [...] Hósvíkar í kvøld, verða vit einir hundrað bátar. Endamálið við regattaini er fyrst og fremst samanhald. - Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri regattini, og endamálið er at skapa samanhald millum bátafólk í Føroyum
Hóskvøldið var ríkisfundur í Ilulissat í Grønlandi, har leiðararnir úr Grønlandi, Danmark og Føroyum hittust. Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri, gleðist um samanhaldið í ríkisfelagsskapinum og [...] soleiðis í vikuligu videodagføringini á facebooksíðu síni: - Í einum heimi, sum er dámdur av óvissu og brexit, er tað fyri meg gleðiligt, at vit eru før fyri at halda fast í danska ríkisfelagsskapin í tøttum [...] Grønland í fjør fekk danskan stuðul til stóru flogvallaverkætlanina í Nuuk. Hann tekur saman um fundin í Grønlandi: - Tað var ein spennandi fundur, sum sjálvandi var dámdur av, at tað skjótt verður val í bæði
fingið sum gávu frá Miðflokkinum! Her vóru spurningar um prestar í Føroyum ? teir báðir seinastu prestarnir í Hvalvík fingu eina søgu í part við á vegnum ? og um teir vistu, hvat nummar stóð á bilum teirra [...] neyðugt at bróta teir av í tjakinum. Áhoyraraskarin kundi verið størri hetta illveðurskenda hóskvøldið. Men hesi, kvinnur og menn í øllum aldrum, frá 13 árum og nakað væl upp í 70?ini, fingu eitt lívligt [...] hvussu teir í veruleikanum sóu út!, segði Tobbi. Hann helt hinvegin, at tað hevði verið ein heilt tilvitaður politikkur frá danskari síðu at lata fólk trúgva, at einki fólk búði í Føroyum. -Tað var ikki
landsfundi sambandsfloksins í Vágum í dag, legði Bárður S. Nielsen, formaður floksins, stóran dent á samstarv sum eitt av vørumerkjum fyri flokkin. Sambandsflokkurin skuldi í andstøðu ikki verða ein flokkur [...] fíggjarliga haldføri hjá Føroyum í vanda, við at reka ein symbol politikk, ið einans hevði til endamáls at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin fylti eisini nógv í formansrøðuni. Sjálvandi [...] flokkur, ið bert segði nei, men ein flokkur, sum vildi fremja í verki og ganga á odda í týðandi málum. Hann hartaði eisini samgonguna fyri at reka ein symbol-politikk, sum var skaðiligur fyri landið. Her
heima. Uttan at farast skal ov nógv í smálutir hesum viðvíkjandi, so tykjast allir partar í málinum vera samdir um, at í løtuni eru ov fáir hondbóltsdómarar í Føroyum. At bæði einstaklingar og feløg so [...] av áskðarum í Havn drúgva umrøðu, og í einum slíkum føri haldi eg, at HSF um ikki annað kundi boðað frá, hvør teirra støða í slíkum málum var, men har var púrt eingin reaktión. - Tað er júst í slíkum støðum [...] ikki nóg málrættað, sigur Andrass. Hann vísir í hesum sambandi á, at tað ferð eftir ferð kemur fyri, at eingin ella í besta føri ein dómari møtir til dystir í yngru deildunum. - Eg havi sjálvir fyri stuttum
tað er ikki "branding" av Føroyum í sjálvum sær, sigur Niels Arge Galán. Eingin ivi er um, at minnini um tiltikna sigurin á Eysturríki á sinni enn livir ímillum fótbóltsáhugað í londunum kring okkum, og [...] hava verið í óteljandi miðlum seinastu dagarnar. Men hvønn mun ger tað fyri Føroyar og fyri føroyska ferðavinnu. Niels Arge Galán vísur á, at størsta avbjóðingin, sum føroyska ferðavinnan hevur í dag er, [...] ivaleyst eru tey fleiri, sum vita at Føroyar eru til í dag, enn undan dystinum fríggjakvøldið. Umráðandi er tó, at lofta umrøðuni, og royna at bera so í bandi, at fleiri ferðafólk velja Føroyar til. - Fó
"Ziska" og seinni í ein útróðrarbát, ið førdi hann trygt í land. - Hóast hesa hendingina í gjárkvøldið, so fari eg við aftur. Eingin ivi um tað, sigur Símun Pauli. SEINASTA Má helst í dokk Í morgun hevur [...] tons - nú ætlanin var at leggja veiðuna upp í Ánunum í gjárkvøldið. Ætlanin var síðani at fara nýggjan túr í morgin. Hetta verður nú av ongum, tí øll viðurskifti í samband við óhappið skulu kannast fyrst. [...] manningin mynstra umborð á middegi í morgin. Men er hetta útsett av góðum grundum. Eftir skráningi Upprunaliga var ætlanin, at Navigator skuldi koma at landi í Ánunum um 10-tíðina í gjárkvøldið. Túrurin hesaferð
Stjórin í ÚF, Jógvan Jespersen, ynskir ikki at leggja seg út í spurningin, um ÚF og SVF skulu leggjast saman ella ikki. Hann vísir á, at tað í seinasta enda er ein politiskur spurningur. - Politisk avgerð [...] redaktiónir, og tað er eisini tað, Danmarks Radio hevur gjørt. Miðskeiðis í ætlanini at leggja alt saman í eina redaktión legði nevndin upp í og gjørdi tað mótsætta, júst tí tað altíð er ein fyrimunur, at tíðindi [...] Jespersen. Við hesum sigur ovasti myndugleiki útvarpsins, at við núverandi støðu í Føroyum er tíðindaflutningurin uppi at venda í tveimum sjálvstøðugum og óheftum fjølmiðlastovnum, og tað er altíð ein trygd