Eingin panikkur var umborð á Atlantic Navigator, tá hesin stóri trolarin rendi á Kunoyarnes nakað fyri klokkan 10 í gjárkvøldið.
Nakrar tímar seinni kom trolarin tó av aftur klettinum, har hann hevði staðið, og fekst síðani at landi í Ánunum, nakrað seinni enn ætlað.
Enn er ógreitt um nakar skaði er komin á botnin, men roknað verður kortini ikki við stórum skaða. Fyri at tryggja seg fult og heilt var froskmaður frá Atlantic Diving niðri og kannaði botnin, bæði har frammi og harafturi fyrrapartin.
Hetta varð gjørt við upptøkutóli, har menn, m.a. frá Norsk Veritas og sjódeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í landi kundu fylgja við á skíggja, hvussu arbeiðið at kanna botnin og møguligar skaðar gekk hjá froskmanninum.
Samstundis við hetta vóru fólk frá Skipaeftirlitinum á brúnni, har skiparin skuldi greiða frá tí, sum hendi kvøldið fyri.
Sum skilst á monnum í Klaksvík er ein møgulig orsøk til óhappið í stuttum hon, at umstýringin sveik umborð.
Fullfermt
Skipið var at kalla fullfermt av surimi og fiskamjøli - eini 1900 tons - nú ætlanin var at leggja veiðuna upp í Ánunum í gjárkvøldið. Ætlanin var síðani at fara nýggjan túr í morgin.
Hetta verður nú av ongum, tí øll viðurskifti í samband við óhappið skulu kannast fyrst.
- Eg haldi, at fólk vóru eitt sindur kedd, tí tey ikki sluppu aftur á nýggjan túr beinanvegin.
- Men tað sær ikki so ógvusligt út kortini. Kanska verður ikki so leingi, til vit leggja frá landi aftur, sigur Símun Pauli Viðbjørg.
Sum skilst skuldi manningin mynstra umborð á middegi í morgin. Men er hetta útsett av góðum grundum.
Eftir skráningi
Upprunaliga var ætlanin, at Navigator skuldi koma at landi í Ánunum um 10-tíðina í gjárkvøldið.
Túrurin hesaferð var stuttur, men royndist hóast tað avbera góður hjá skipi og manning. Inntil í gjárkvøldið.
Sjálvur stóð Símun Pauli eina hædd longur niðri enn brúgvin, tá skipið fór á land undir Kunoyarnesi.
- Eg veit ikki, men eg merkti ótrúliga lítið til tað. Bara eini 2-3 smá rykk, men har var eingin harðligur brestur.
- Tað virkaði sum hann bara fór heilt spakuliga upp eftir einum skráningi, greiðir hann frá.
At tað ikki var so ógvusligt, sum tað kann tykjast, gjørdi helst sítt til at øll manningin var so rólig - og at alt fór fram uttan stórvegis dramatikk.
Leypa í land
Sjálvur heldur Símun Pauli manningina at hava verið sera lítið merkta av tilburðinum.
Her er jú talan um nógv ungfólk, bæði menn og kvinnur, sum ikki hava verið so leingi á sjónum. Men líkt var til, at tey allar flestu føldu seg tryggan, hóast alt.
- Eg legði so ikki merki til nakran panikk. Øll vóru púra rólig, sigur hann.
Hann hevur sjálvur siglt við reiðarí'inum, síðani Navigator kom í 2000 - allar túrararnar, uttan tann fyrsta.
Men slíkt hevur hann so ikki upplivað áður.
- Ja, tað var eitt sindur undarligt at standa soleiðis uppi á landi, - so tætt, at ein nærum kundi havt lopið í land!, sigur hann við einum brosi.
Tá skipið hevði rent seg á land, fekk manningin boð um at lata seg í yvirlivilsis-draktir.
- Hetta gekk alt fyri seg uttan nakran dramatikk.
Hevur tú upplivað aðrar slíkar ringar túrar á sjónum?
- Nei, tað havi eg ikki. Og fyri tað næsta, so var hetta als ikki nakar ringur túrur: Hetta var faktiskt tann besti túrurin, vit nakrantíð hava gjørt!, sigur Símun Pauli.
Farið við aftur!
Fyrr um dagin ringdi Símun Pauli í land, og bað fólk koma á havnalagið í Ánunum um 10-tíðina, tá ætlanin var at leggja at landi.
Men tá Navigator rendi á land á Kunoyarnesi, var ikki annað hjá honum at gera enn at ringja kontra-boð í land.
- Eg ringdi í land og greiddi teimum frá støðuni. Eg bað tey ikki koma eftir mær beinanvegin, tí vit høvdu rent á land!
- Eg segði teimum, at eg skuldi ringja aftur seinni, tá eg visti meiri um, hvat fór at henda!
Saman við fleiri av manningini fór Símun Pauli fyrst umborð sjóbjargingarbátin "Ziska" og seinni í ein útróðrarbát, ið førdi hann trygt í land.
- Hóast hesa hendingina í gjárkvøldið, so fari eg við aftur. Eingin ivi um tað, sigur Símun Pauli.
SEINASTA
Má helst í dokk
Í morgun hevur froskmaður verið og kannað botnin á Navigator.
Eingin fæst enn at vátta tíðindini, men mangt bendir á, at skipið hevur fingið nakað av skaða í botnin, bæði frammanfyri og aftanfyri.
Neyðugt verður helst at fáa skaðan umvældan, men spurningurin er, hvar hetta skal gerast.
Í Klaksvík vænta menn, at umvælingin neyvan kann gerast í Føroyum. Neyðugt verður tí uttan iva at fara í dokk uttanlands.