- Samgongan førir symbolpolitikk

Bárður S. Nielsen helt í dag sína formansrøðu á landsfundi Sambandsfloksins

Á landsfundi sambandsfloksins í Vágum í dag, legði Bárður S. Nielsen, formaður floksins, stóran dent á samstarv sum eitt av vørumerkjum fyri flokkin.

 

Sambandsflokkurin skuldi í andstøðu ikki verða ein flokkur, ið bert segði nei, men ein flokkur, sum vildi fremja í verki og ganga á odda í týðandi málum.

 

Hann hartaði eisini samgonguna fyri at reka ein symbol-politikk, sum var skaðiligur fyri landið.

 

Her legði Bárður S. Nielsen áherðslu á, at samgongan undir einum skálkaskjóli av nýskipanum, í veruleikanum roynir at fremja ein fullveldis politikk, ið Tjóðveldi og Framsókn hava fingið krøkt Javnaðarflokkin uppí. Vísandi til politiskt átøk sum endurstovnanin av Landsbankanum og búskapargrunninum, hevur samgongan profilera seg uppá at byggja land, men í veruleikanum hevur samgongan ongar nýskipanir fram, sum Bárður S. Nielsen brúkti seinastu frágreiðing hjá Búskaparráðnum at staðfesta sum eitt faktum. Tað, sum 14-september samgongan, sum formaðurin kallaði hana, veruliga hevði gjørt, var at seta fíggjarliga haldføri hjá Føroyum í vanda, við at reka ein symbol politikk, ið einans hevði til endamáls at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.

 

Ríkisfelagsskapurin fylti eisini nógv í formansrøðuni. Sjálvandi freistast mann at siga. Bárður S. Nielsen segði, at ríkisfelagsskapurin var avgerandi í góðu metingini, sum vit javnan fáa frá altjóða metingarstovnum. Íløgur sum Eysturoyar- og Sandoyartunnlarnir, høvdu ikki fingið eins góðar fíggingartreytir sum tey fingu, um ikki ríkisfelagsskapurin var veruleiki.

 

Fiskivinnan

 

Bárður S. Nielsen segði um fiskivinnuna, at ein virðisøking av okkara tilfeingi var ógvuliga umráðandi. Hann tók afturíaftur nøkrum av somu átøkum, ið Sambandsflokkurin sigur seg vilja við fiskivinnuni: stovnsrøkt, brúksrættur, long loyvir, vinnan skal verða føroysk o.s.fr. Umráðandi var eisini at fáa betri atgongd til ES marknaðin, ið kundi verða við til, at økja útflutningsvirðið á fiskivinnuni frá seks milliardum upp í 12 milliardir.

Hann hartaði eisini samgonguna fyri at hava kopiera teirra uppskot um eina fiskivinnunýskipan, men hava fløkt tað so tað ikki er skilligt og samanhangandi meira. Bárður Nielsen brúkti tað sum eitt dømi uppá, at samgongan einki uppskot hevur sjálv, ið tey kunnu semjast um. Hann legði tó upp til, Sambandsflokkurin enn var áhugaður í eini breiðari semju, ið kundi føra nýskipanina á mál. Tað kravdi tó eitt siðvenjuskifti í føroyskum politikki.

 

Samferðslumál

 

Sambandsflokkurin vil gera ein samhaldsfasta skipan, ið millum annað leggur alt veganetið í eina eind (undirsjóvatunnlar íroknaðir), so øll fáa eins møguleikar, ið nýta vegirnar dagliga til ferðing ella flutning. Eisini vil flokkurin arbeiða fyri, at tey, ið búgva á einum staði, ið knýtur tey at sjóvegis farleið, skulu gjalda ein lægri prís fyri at sigla við ferjum enn tey, ið ikki nýta farleiðina eins ofta.

 

Sambandsflokkurin hevur lagt eitt uppskot fram, ið skal avtaka bummgjøldini á undirsjóvatunnlunum.

 

Heilsumál

 

Sambandsflokkurin vil menna samstarvið við útlendsk sjúkrahús, tí í einum lítlum landi vilja fíggjarligu avmarkingin gera, at tað ikki altíð er lætt at veita allar tænastur sjálvur, serliga eftir at niðurskurðurin í veitingini úr Danmark hevði rakt sjúkrahúsverkið meint.
Heldur skuldu vit í Føroyum velja hvørji serøkir vit skuldu veita og útgerða okkum til tað.

Bárður S. Nielsen viðmerkti eisini, at hann heldur tað verða eina skilagóða loysn, at hava eina sjúkrahúsleiðslu.

 

Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan

 

Bárður S. Nielsen segði, at samgongan vil lirka loysingina inn við eini fólkaatkvøðu um stjórnarskipan. Hóast teir áhaldandi siga, at tað bert er at staðfesta okkara rættindir, so er tað fyri at fáa loysingina framda, sum ikki hevur ein meirluta millum fólkið.
Sambandsflokkurin sær tað sum tí mest umráðandi politisku uppgávuna at forða fyri hesum, ið kann hava ógvusliga fylgjur við sær fyri Føroyar.
Bárður S. Nielsen segði, at tað økir um okkara marknaðaratgongd og okkara møguleikar sum eitt kappingarført vælferðarsamfelag, at vit kunnu verða í ríkisfelagsskapi við Danmark og tí áttu vit at arbeitt fyri at varðveita felagsskapin.