Í hesum MGP og X-Factor døgum er tónleikur ein stórur partur av tí undirhaldi, sum føroyingar fáa umvegis miðlarnar. Men einki av hesum er á føroyskum, og fyri tónleikarar í Føroyum er stórur saknur í Prix Føroyum, sum fyri nøkrum árum síðani takkaði fyri seg.
Um vikuskiftið sóu vit danir dystast um at vinna sær sæti í Eurovision Song Contest, og hvørt fríggjakvøld síggja vit Blachman og hini í X-Factor á DR1 og KVF. Á hvørjum ári eru fleiri føroyingar, sum melda seg til X-Factor, og okkurt ári hava føroyingar eisini verið við í danska Melodi Grand Prixinum.
Men hóast vit føroyingar hava stóran áhuga fyri X-Factor, so er hetta ikki ein kapping, sum vit eiga at skipa fyri í Føroyum. Tað heldur Niels Uni Dam, ummælari og tónleikari. Hann sigur, at vit í Føroyum ikki eiga at stremba eftir einari føroyskari útgávu av til dømis X-Factor, tí ein eventuellur vinnari av einari slíkari kapping hevði ikki havt stóran møguleika fyri at komið víðari við tónleikinum.
-Men tað eru allarhels nógv við mær, ið sakna Prix Føroyar. Tá høvdu vit eina kapping, ið heiðraði tí besta í føroyskum tónleiki, gav okkara tónleikarum ein pall, og sum gjørdi, at umleið 90 føroysk løg vóru skrivað til hvørja kapping, vísur Niels Uni Dam á.
Prix Føroyar hevði stóra samfelagsligan áhuga, og kappingin varð send bæði í útvarpið og sjónvarpið, og tí var stórur áhugi millum tónleikarar, at framføra í hesum sambandi.
-Prix Føroyar setti øgiliga nógv í gongd, og hyggja vit at størstu tónleikanøvnunum í dag, so hava tey røtur úr Prix Føroyum. So svarið er ja, vit hava nokk tørv á einari tónleikakapping, tí Prix Føroyar var við til at skapa nógvan føroyskan tónleik, og var ein neyðug gularót fyri tónleikarar, vísir Niels Uni Dam á.
Hann heldur als ikki tað er nakað løgið í, at føroyingar ístaðin hava vent listarligu sjóneykuni móti grannunum í Danmark. Hóast føroyski áhugin fyri donskum kappingum í miðlunum hevur elvt til kjak um hvørt tað er skaðiligt, líkamikið ella gagnligt fyri føroyingar, at fylgja við í donskum kappingum, so heldur Niels Uni Dam hetta vera ein púra natúrligt tilgongd. Orsøkin er millum annað, at kappingar sum X-Factor og The Voice hava stóran áhuga í flest øllum londum, tí tað gevur okkum ein møguleika fyri at droyma okkum burtur, tí tey sum vinna og gerast fólkaogna, eru púra vanlig fólk eins og tú og eg.
Hann vísir á, at X-Factor og MGP er ein møguleiki hjá tónleikarum at gera vart við seg og gerast kend eina løtu, og hetta hevur stóran týdning fyri nógv fólk.
Prix Føroyar varð hildið fyri seinastu ferð í 2005.










