gum« 92 mill. kr. í samband við sjúkraflutning v.m. Tað er í meðal kr. 17,- fyri hvønn íbúgva í Danmark. Fyri at kunna gera eina samanmeting er eftir at fáa upplýst, hvat tað kostaði donskum ferðatryggingum [...] ferðamannastovu, at tryggingin har er lækkað pr. 1. desember 1997. Nú hava teir bert eitt slag av ferðatrygging, ið liggur í prísi eitt stað ímillum tað bíligu og dýraru. Sostatt er munurin nú størri, enn hann [...] at upplýst greiðliga nærri frá um hesar fyrispurningar. Orsøkin til skriving mína er at fáa upplýst, um vit, ið búgva her á landi, fáa eina rímuliga tænastu frá okkara einasta sølufelag á hesum øki. Tórshavn
ummælis, ikki merkir annað enn tað, sum nágreiniliga er definerað í orðinum ummæli. »Tað vil siga,« sigur Eilif Samuelsen, » at heilt greitt er, at tað er myndugleikin, sum hevur avgerðarrættin um, hvussu [...] hvussu nógvir næmingar skulu vera í hvørjum flokki.« Og her er Snorri Fjallsbak samdur. »Tað er rætt, at vit hava slakað har,« sigur hann. »1992 avtaluna hava vit lisið soleiðis, at vit høvdu vetorætt. Men hann [...] siga, at teir eru væl nøgdir við semjuna, sum at enda er gjørd í trætuni millum studentaskúla- og HF-lærarar og Landsstýrið. Eilif Samuelsen er nøgdur, tí hann metir seg hava fingið sína støðu váttaða
Løgtingi er óbroytt síðan miðjuna av sjeytiárunum. Síðan tá er tað støðugt vorðið greiðari, at bert ein sambandsflokkur er Føroyum, og at hinir flokkarnir vilja arbeiða fram móti loysingini. Hetta er ein sannroynd [...] samarbeiðið millum Føroyar og Danmark. Svarið er nei. Vit eru ikki nøgd. Men orsøkin til okkara ónøgd er ikki, at nakað er galið við heimastýrislógini. Tað sum var galið er, at vit ikki høvdu avtalaðar spælireglur [...] Hetta eru mistøk, gjørd av persónum. Onki av hesum mistøkum er gjørt, tí vit hava heimastýrislógina, og tí heimastýrislógin er orðað sum hon er. Tá tit lesa frágreiðingina, áttu tit ikki eisini at mett um
»Lívið er eitt spæl« er ungdómsbók, sum í skaldsøguformi viðger avleiðingar, sum ferðsluvanlukkur kunnu hava við sær. Her verða evni havd á lofti, sum hava stóran týdning fyri ungdóm - eitt nú kærleiki, sum [...] verður broytt, tann dagin vanlukkan hendir. Høvuðspersónurin í bókini er Eyði - tað er hann, ið greiðir frá. Besti vinmaður hansara er Áki, og teir eru altíð saman. Áki hevur júst tikið koyrkort, so nú bert [...] álvarslig og døpur evni, so er málbúnaðurin í bókini lættur og vælhýrdur og mangan ikki sørt skemtiligur - og tí er bókin løtt at lesa. Tá ið so næmingarnir hava lisið bókina, er so møguleiki at viðgera
fyrireika tykkum, og hetta er gott. Tit kunnu uttan iva læra nógv av okkara virkjum, og her hugsi eg bæði um tað skilagóða og tað skeiva tey hava gjørt. Eisini Jostein Soland heldur tað er náttúrligt og rætt av [...] at brúka grannan fyri eystan sum samarbeiðspartnara - og her eru mentanarligu bondini ein góður karmur at byggja hetta á. Hann heldur tað m.a. er umráðandi, at føroysk virki ikki longu nú gera stórar íløgur [...] Norðsjónum kom fast flogsamband millum Stavanger og Aberdeen, so tað er kanska ikki burturvið at hugsa sær ein líknandi útvikling her norðuri, tá farið verður at leita eftir olju fyri ikki at tosa um, tá
sum er tann, ið hevur verið við til at menna norsku oljuvinnuna seinastu 30 árini. Umboð fyri 25 virki ætla sær til Noregs tann 11. februar. Jan Mortensen, skrivari í Føroya Arbeiðsgevarafelag er fegin [...] ætla at vera við í eini komandi oljuvinnu, væl við. Her verður hugsað um virki, sum kunnu lata vørur og tænastur til oljufeløgini. -Okkara virki er so smá, og skulu vit vera við, so má tað í nógvum førum [...] í samvinnu við virki aðrastaðni, og tí haldi eg tað er eitt gott høvi hjá virkjunum at kunna seg við støðuna í Noregi. Jan Mortensen sigur, skráin er rættiliga fjølbroytt. Í Noregi eru Stavanger Næringsforening
gjørligt er, at bæði teir sjálvir og ES vilja hava føroysku oljuna. Oljan í stó-rum parti av Norðsjónum er uppi um eini 20 ár, og ES fer at mangla olju aðrastaðni frá um somu tíð. Annar logikkur er ? soleiðis [...] hópin av dýrum rávørum, sum kanska ikki koma til tíðina tí veð-rið er vánaligt, tí skipasambandið ikki heldur tíðarætlanir o.sfr. Tí er IT-menningin ein góð loysn. Bíligar rá-vørur, sum eru lættar og skjótar [...] politikarar okkara um, at tað er Føroyum at frama at seta telefongjaldið niður og ikki sum nú, lata tað vera størstu forðingina fyri, at vit kunnu kappast. Hugsið tykkum, her í Keypmannahavn kostar tað heilt
fara frá tí kósini tykist tí avmarkaður. Spurningurin er so, um tað er hetta, sum løgmaður ætlar. Eitt tykist tó heilt greitt, og tað er, at málið er í hondunum á løgmanni. Útbjóðingin og markið Meðan bíðað [...] tosað við, siga, at soleiðis sum støðan er vorðin, er neyvan vantandi, at bretar fara at koma við einum útspæli. Og kunnu orð Laydens helst eisini tulkast so. Og er tað so, at løgmaður hevur sett sær fyri [...] uttan at hon skal ávirka samráðingarnar tvs. hvørt tað er ráðiligt og í hvønn mun tað er ráðiligt at bjóða út í eini støðu, har markið ikki er avklárað. Av tí at avleiðingar av eini ávísari útbjóðing
uppliva, er ... eindin ið lyftist sum andalætt grót og sang gjøgnum rúmdirnar alt er sum heima. er alt. ið er. - seinasta reglan er uppafturtikin nakrar ferðir í 1. og 2. parti í frábrigdinum ?alt er. ið er [...] uggaleyst viðbragd Tað er ein óunnilig eind, sum talan er um. Við tí í huga er tað skiljandi, at triðja og síðsta hugleiðingin er áheitanin um nakað annað: sigl óeind sigl fram úr myrkri. - her finna vit heldur [...] ræður enn vøkuskilvísið. Málið er enn sum fyrr tema hjá Carl Jóhan; tað er tað bæði gjøgnum tann serstaka málburðin og við beinleiðis umrøðu av tí. Ein nýggjur áhugi er her fyri tí ikki-málsliga veruleikanum
onkrir embætismenn verða revsaðir fyri teirra leiklut, men tað er óvist, hvussu verður við tí. At embætismenn verða drignir til svars er ikki óvanligt í Danmark, sjálvt um tað ikki kemur so ofta fyri. [...] annað, at tað nú var uppá tíðina, at føroyingar góvust við at harta danir. - Eg haldi eisini, at tað er uppá tíðina, at føroyingar takka okkum fyri, at vit hjálptu tykkum, tá neyðin var størst. Poul Nyrup [...] og síðani hinvegin, og um skatting av teimum ríku í Føroyum. Runukríggj Tað kom týðuliga fram, at her vóru tvær ymiskar politiskar uppfatanir, sum rendu saman. Tað var ikki bara galdandi í hesum førinum