Meira um ferðatrygging í Føroyum

Fyrst vil eg takka tryggingarsambandinum fyri skjóta aftursvarið til innlegg mítt í Sosialinum nr. 12 frá 21. januar 1998.

So er tað okkum føroyingum kunnað, at tryggingarsambandið eisini má innrokna møguligan sjúku- og heimflutnings kostnað. Sjúkratrygging okkara - sjúkrakassin - vil ikki gjalda fyri slíkt.

Í Danmark eru allir landsins borgarar tryggjaðir í eini trygging, nevnd »Sygesikringen«. Øll grannalond okkara hava fingið hesa skipan. Nú eru mong ár síðan okkara avoldaða sjúkrakassaskipan var slept.

Í 1995 kostaði tað donskum »Sygesikringum« 92 mill. kr. í samband við sjúkraflutning v.m. Tað er í meðal kr. 17,- fyri hvønn íbúgva í Danmark.

Fyri at kunna gera eina samanmeting er eftir at fáa upplýst, hvat tað kostaði donskum ferðatryggingum í endurgjaldi til tryggingartakarar t.d. í 1995?

Vit hava fingið upplýst frá danskari ferðamannastovu, at tryggingin har er lækkað pr. 1. desember 1997. Nú hava teir bert eitt slag av ferðatrygging, ið liggur í prísi eitt stað ímillum tað bíligu og dýraru. Sostatt er munurin nú størri, enn hann var í fyrra dømi mínum.

Vildi tryggingarsambandið gjørt so væl at upplýst greiðliga nærri frá um hesar fyrispurningar.

Orsøkin til skriving mína er at fáa upplýst, um vit, ið búgva her á landi, fáa eina rímuliga tænastu frá okkara einasta sølufelag á hesum øki.


Tórshavn, 27. jan. 1998

Eiko Apol