ein morgunmat fyri formansskapinum í danska fólkatinginum, sum hann ikki luttók í. Tí kemur Jóannes tíverri at siga nakað skeivt. Tað var ikki eg, sum bað gestirnar reisa seg og skála fyri ríkisfelagsskapinum [...] danski fólkatingsformaðurin. Tí hevur Jóannes púra rætt í, at tað var ikki sørt pínligt, tá umboðini fyri Føroya Javnað-arflokk, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í protest blivu sitandi, meðan vit onnur [...] undraðist yvir, at donsk bløð greiða lesarum sínum frá, at natúrligu krøvini frá Jóannes til formannin fyri politiska bróðurflokkin í Danmark, Poul Nyrup Rasmussen, í bankamálinum ikki ganga út uppá at hjálpa
í læru í okkara egna umhvørvi, og fór eg tí í læru hjá Frits Jensen, sum fyrst í 60?unum byrjaði fyri seg sjálvan í Gundadali, har hann eisini seldi Fiatbilar. Tá flutti eisini Sverri Djurhuus út í Hornabø [...] Reyni Service í Havn hátíðarhalda 50 ára føðingardag. Tað var Sigird av Reyni, sum í 1947 fekk umboð fyri Morris bilar í Føroyum. Hann hevði verkstað í Sigmundargøtu úti í Rættará. ? Sigird av Reyni var útlærdur [...] útlærdur elektrikari, men tá hann kom aftur til Føroya aftan á kríggið, hevði hann fingið áhuga fyri bilum. Hann hevði nomið sær kunnleika til bilfakið niðri, har hann eitt skifti arbeiddi á einum bilverkstað
stóra upprunaliga sjúkrahúsprojektið fyri 300 mill. kr. Hetta er ein stór misskiljing siga fleiri starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, ið hava vent sær til Sosialin fyri at fáa rætta hesa misskiljing. Tey vísa [...] trý hundrað milliónir í staðin fyri umbyggingar. Starvsfólkini gera vart við, at hetta má Kristian Magnussen, landsstýrismaður, hava misskilt. Tey siga, at tey yvir fyri landsstýrismanninum júst greitt [...] skotið upp, at byrjað verður uppá ein hóskandi part t.d. ta einu lonina frá gamla uppskotinum í staðin fyri at nýta pening til umbyggingar. Hugsað verður um ein part, ið kundi nøkta tørvin hjá eitt nú teimum
samrøðu í Dimmalætting við Edmund Joensen og hansara máta at føra seg fram í tinginum. Hann finnist rættiliga harðliga at Edmundi Joensen, fyri hansara ábreiðslu mótvegis tingmanningini hjá Sambandsflokkinum [...] skeivt,sum Sosialurin skrivaði í farnu viku, at málið hevði verið fyri á hægsta stað í Sambandsflokkinum, og at eg havi verið átalaður fyri at fara í fjølmiðlarnar við innanhýsisviðurskiftum, sigur Atli Hansen [...] Atli av tilvild sama dag Í Sosialinum var samrøða við Finnboga Arge, sum fór úr Sambandsflokkinum fyri sløkum tveimum árum síðan. Tað greiddi Finnbogi Arge frá, og var í hesum práti rættiliga atfinningarsamur
verður hann stýrdur inn í ein hydrauliskan glúp og so tikin inn. Teymarnir verða drignir á spæli fyri seg, og verða samstundis kveylaðir upp. Síðan verða teir klipsaðir av rygginum og lagdir á flutningsband [...] ikki var hægri enn í mesta lagi 1,80 m. millum dúrk og loft, so neyðugt var hjá blaðmanninum at bukka seg niður alla tíðina. Men blíðir vóru teir og vístu fegnir fram, hesir ungu japansku fiskimenninir, sum [...] teir. Reint umborð Tað fyrsta, sum møtti tær, tá vitjað varð umborð á Koei Maru No. 58, var, at uttan fyri stýrihúshurðina stóð ein rúgva av skóm. Har slapp eingin inn í skóm at dálka dúrkið. Soleiðis. Sama
beina fyri okkum. Tey jarðbundu síggja fyri sær, at oljuvinnan fer at tøma fiskivinnuna fyri fólk, so eingin dugir at fiska, táið oljan er uppi, og grái gerandisdagurin byrjar aftur. Tey síggja fyri sær [...] at eftir Noregsferðini er hann ikki so bangin fyri trygdini í oljuvinnuni. Hann er heldur ikki bangin fyri, at hon skal dálka so illa, at hon beinir fyri fiskastovnunum. Og heldur enn at síggja oljuvinnuna [...] Føroyum. Tað skein allan vegin týðiliga ígjøgnum, hvussu nógv oljufeløgini gera fyri trygdina hjá fólki, og fyri at fyri at umhvørvið verður dálkað. Tað er heilt greitt, at oljufeløginmi uppfata krøvini
Íslandi skipa tingarbeiðið, og hvussu tey loysa tær praktisku uppgávurnar í tinginum. Hin parturin snúði seg um at finna út av, hvussu AlÞingsins umboðsmaður arbeiðir, sigur Bjarni Djurholm. ? Umboðsmannastovnurin [...] hjá føroysku løgtingsmonnunum. ? Hvør altingsmaður hevur sína egnu skrivstovu. Hann hevur møguleika fyri skrivarahjálp, løgfrøðingahjálp o. s. fr. Eisini hevur sína egnu teldu, fax og aðra nútímans útgerð [...] ferðir størri enn Føroyar. Hon sigur eisini, at hóast AlÞingið hevur sínar formellu reglur at halda seg til, so eru tey ikki so hátíðarlig, og tískil ber til at gera ymiskt, sum ikki ber til aðrastaðni.
verða ársins spælari hjá monnum og kvinnum. Fyri fyrstu ferð varð eisini atkvøtt um hvørjir teir bestu málverjarnir vóru. Tað eru VB og Dimmalætting, sum skipa fyri hesi kappingini. Julian Johnsson fekk flestu [...] havt eitt fram úr kappingarár, og sum hevur spælt seg til sáttmála í Noregi, gjørdist tí ársins spælari. Julian hevði týðandi leiklut á B36-liðnum, sum fyri fyrstu ferð í 35 ár, vann FM-heitið, og á landsliðnum [...] vann fyri fyrstu ferð nakrantíð kappingina hjá kvinnunum, og Rannvá Andreasen havði týðandi leiklut í hesum. Hon skjeyt hópin av málum, og var annars sentral í álopsspælinum hjá KÍ. Rannvá hevur fyri fyrstu
manglaði stívliga korter. ? Venjarin helt ikki, at eg hevði skorað nóg nógv mál, síðani eg kom við aftur fyri fýra dystum síðani, og tí gav hann mær greið boð undan dystinum, segði Jan Allan Müller við Ítrót [...] gingið avbera væl hjá Esbjerg. Teir lógu í botninum, men hava vunnið fýra dystir á rað, og hava togað seg upp á 9. pláss. Jan Allan Müller hevur skorað tvey mál í teimum seinastu fýra dystunum, men hann hevur [...] hevur leigað Arunas Suika úr Silkeborg, og hann varð tikin fram um Jan Allan í dystinum móti Hvidovre fyri viku síðani, men tá Jan Allan kom inn, eydnaðist honum at skora. ? Kappingin er harnað nógv um plássini
og tá teir fingu gongd á seinasta korterið gekk skjótt fyri seg. Teir vóru aftanfyri 25- 14 tá 15 minuttir vóru eftir, og teir kláraðu at toga seg uppá javnleik áðrenn leiklok. Úrslitið av dystinum var [...] spælarar steðgaðu fullkomiliga upp. Vit runnu ikki fyri hvørjum øðrum, og vit vórðu fleiri ferðir dømdir fyri álopsfeil. Tað vóru 15 øðiligir minuttir fyri okkum, sigur Benny Vium. ? Annars gekk væl í 40 [...] í hesum dystinum, og royna at forða fyri, at slíkt kann endurtaka seg, sigur danski venjarin hjá Neistanum. Tað eru mong, sum halda, at Neistin fer at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting í ár, og