Tíggju minuttir í tólv í dag fekk løgreglan boð um, at fólk høvdu borið eyga við eina grind norður úr Barðinum í Vágum. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini. Óvist er hvussu stór grindin er, men [...] væntandi rikin á Bø. Tvær grindir hava lagt beinini í Vágum í ár, báðar ferðir í Sandavági. Sostatt er hetta fyrsta grindin, ið verður rikin á Bø í ár. Meira um málið seinni.
síðani er grind funnin úr fyri Hælinum í Hesti. Fólk á landi meta, at tað munnu vera einir 100 hval. Veðrið vestanfyri er ringt, og nú seinnapartin er vindurin farin úr landsynningi vesturum í ein útsynning
Í allari tokuni í gjárkvøldið lógu bátar hjá eini grind, sum var funnin í Nólsoyarfirði. Tað var kjaftsvart í mjørka í løtum og kortini eydnaðist at halda grindini til stutt fyri midnáttarleitið. Grindin [...] varð býtt millum tey, ið vóru í drápinum. Hetta er triðja grindin innan stutta tíð í Føroyum. Fyrsta varð hildin til í Vestmanna, síðan var ein hildin til á Sandi og nú í Havn.
skipi sínum, Johan Paul de Joria, inn í Djúpini norðanífrá. Tað ger hann, hóast hann hevur fingið forboð at koma inn um 12 fjórðingamarkið. Grind er í Samdagerði í Havn, men um tað er hana, Paul Watson
var ein grind funnin vestan fyri Lítla Dímun. Ta grindina lótu teir fara. Men fyri løtu síðani var aftur grindaboð. Avgerð varð tikin um at reka hana inn á Trongisvág. Einir 20 bátar eru hjá henni í skrivandi [...] verður hildin til hvørja løtu, upplýsa fólk á staðnum (22:00). Mett verður leysliga, at talan er um í minsta lagi 100 hval. ##med2##
Stór grind er í Mykinesfirði og verður í løtuni rikin inn á Sørvágsfjørð, har hon verður hildin til í Bø. Teir, sum eru hjá grindini, hava einki sæð ella hoyrt til Sea Shepherd. Sam Simon er farin úr landinum [...] landinum og liggur í løtuni Hetlandi, meðan einki hevur verið at sæð til Brigitte Bardot í dag.
menn enn stríðast við hinar 200 hvalirnar. Karl Johansen, virkandi sýslumaður í Eysturoy, metir at talan er um eina so stóra grind. in.fo fylgir gongdini Mynd: Jón Thomsen
Hvalirnir vóru smáir í grindini, sum varð hildin til í Sandavági í gjárkvøldið. Og grindin var heldur ikki stór, bara 21 hvalir. Teir 21 hvalirnir góvu 138 skinn. Størsti hvalurin var 10 skinn. Men áhugin [...] áhugin fyri at fáa grind var stórur. Skift varð í drápspartar, og partarnir vóru 220. Seðlarnir komu út klokkan átta í morgun.
Fyrr í morgun varð boðað frá grind í Kalsoyarfirði. Bátar fóru út til grindina, men eisini Sea Shepherd, ið lógu uttanfyri Gøtu í nátt, vóru skjótir á staðnum. Løgreglan legði hald á ein av teirra bátum
vendi síðan í ein beinan vestan, og er nú suður av Ytstabanka. Merkta grindin úr Bø, ið lá vestur av Flemish Kap, sendir ikki meira. Seinasti sendarin sløknaði 7. desember, eftir at hava sent í 185 dagar [...] dagar. Hetta er tað næst longsta sambandið, ið hevur verið við eina merkta grind.