Grind verður hildin til í Trongisvági

Suðuroyingar fáa ein góðan bita í morgin.

Myndir: Tóri Nattestad

Um 19-20 tíðina var ein grind funnin vestan fyri Lítla Dímun. Ta grindina lótu teir fara.

 

Men fyri løtu síðani var aftur grindaboð. 

 

Avgerð varð tikin um at reka hana inn á Trongisvág.

 

Einir 20 bátar eru hjá henni í skrivandi stund, og hon verður hildin til hvørja løtu, upplýsa fólk á staðnum (22:00).

 

Mett verður leysliga, at talan er um í minsta lagi 100 hval.

 

##med2##

 

Myndir: Tóri Nattestad