Grindaboð í Vágum

Ein lítil grind er funnin í Bø

Ein lítil grind liggur út fyri Bø vesturi í Vágum.

 

Mett verður, at hon er um 20 hval.

 

Sambært Finnboga Midjord, sýslumanni, so liggur ein bátur hjá henni. Fleiri bátar eru á veg til grindina nú.