John Paul de Joria er á veg inn í Djúpini

Sjálvt um Paul Watson hevur fingið forboð ímóti at koma inn um 12 fjórðinga markið, so er hann nú á veg inn í Djúpini

 

Paul Watson siglir nú við skipi sínum, Johan Paul de Joria, inn í Djúpini norðanífrá. Tað ger hann, hóast hann hevur fingið forboð at koma inn um 12 fjórðingamarkið.

 

Grind er í Samdagerði í Havn, men um tað er hana, Paul Watson ætlar at órógva, so er hann ov seinur á sjóvarfallinum.

 

Á Fiscfacts sæst eisini, at danska sjóverjuskipi Hvidbjørnen hevur kós við 18 míla ferð ímóti oyggjunum vestan fyri Sandoynna.