Tríggjar grindir í eina viku

Í allari tokuni í gjárkvøldið lógu bátar hjá eini grind, sum var funnin í

Nólsoyarfirði.

 

Í allari tokuni í gjárkvøldið lógu bátar hjá eini grind, sum var funnin í

Nólsoyarfirði. Tað var kjaftsvart í mjørka í løtum og kortini eydnaðist at

halda grindini til stutt fyri midnáttarleitið. Grindin taldi 62 hval og varð býtt millum tey, ið vóru í drápinum.


Hetta er triðja grindin innan stutta tíð í Føroyum. Fyrsta varð hildin til

í Vestmanna, síðan var ein hildin til á Sandi og nú í Havn.