Johan í Kollafirði uppí. Hann er komin inn í dansistovuna í Norðurlandahúsinum, har vit eru staddir, og setir seg við klaverið at spæla ein góðan. Rubek og Johan plagdu at lossa saman á keiini í Havn, [...] stuttligt at vera við í hesum. Men eg haldi sjálvur, at eg umboði tann keðiliga vongin í okkara flokki, sigur Rubek Lilaa, sum mangan hevur tær meira seriøsu viðmerkingarnar hjá flokkinum í hesum valstríðnum [...] Tað eru tó viðmerkingar við broddi í. Rubek var heilar fimm ferðir á røðarapallinum sunnukvøldið, og hann fekk tí sera gott høvi at gera vart við seg í endaspurtinum í hesum valstríðnum. Úr skápinum Hin
sannførdur í sínum svari í dag enn nakrantíð. - Í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum hevur landið tvey áhugaverd aktiv, sum kunnu brúkast sum grundarlag undir Skálafjarðartunnlinum. Bókaða eginognin í Vágatunnlinum [...] at leggja allar undirsjóvartunnlar saman í eitt tunnilsfelag og fíggja íløguna tann vegin. Tað er greiða svarið úr BankNordik í tunnilskjakinum. Bankin hevur í trý ár roknað upp á modellið við Skálafj [...] skjýtir tær 400 milliónirnar í eginpeningi frá Vágatunnlinum og Norðoyartunnlinum inn í nýggja tunnilsfelagið. Eisini hevði bankin ynskt sær, at tað almenna kom við 200 milliónum í nýggjum eginpeningi. Men
vera millum fjarhitanevndina og borgarstjóran í Havn seinnapartin í dag. - Vit finna okkum ikki í, at fjarhitaveitarin, sum hevur fingið monopolstøðu upp í hendurnar frá býráðnum, brúkar skiftandi óhaldbarar [...] fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í skrivinum til borgastjóran í Havn. Gjalda ein fjórðing ov nógv Í teimum fýra notatunum, sum fylgja við skrivinum til borgarstjóran í Havn, ger fjarhitanevndin greitt [...] tekur ov nógvar pengar teimum sum brúka fjarhita, og grundgevingarnar fyri teimum ymsu gjøldunum eru bæði óhaldbarar og skiftandi. Hetta førir fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í Hoyvík fram í fýra notatum
umtóktur í einum landi ella einum øki ? hvussu lítið tað so enn er ? so hevur hann møguleikan at gera tað saman í einum størri landi. Tað heldur Richard Ogden, sum í fleiri enn 30 ár hevur starvast í tónl [...] Europa ? Bomfunk MC's hevði eitt hitt í Finlandi við sanginum Freestyler, og hví skal ein sangur, sum er nummar 1 í Finnlandi, ikki eisini kunna verða nummar 1 í Týsklandi. Tað ber væl til, og tað eydnaðist [...] sigur Richard Ogden. Hann heldur tí, at einki er í vegin fyri, at ein vælumtóktur bólkur í Føroyum eisini kann røkka út um landoddarnar. ? Ein bólkur í Føroyum er ikki væl umtóktur, tí hann er føroyskur
nar í tíðindaskrivinum einki hald hava í veruleikanum og geva eina ranga mynd av føroysku fíggjarstøðuni. Niðurstøðan var greið: Bárður Nielsen førdi partapolitiska propaganda fyri almennar pengar. Lø [...] Sjúrður Skaale skrivaði eisini bóklingin "Frá heimastýrið til fullveldið", sum varð sendur í hvørt hús í 2000. Í løgtinginum mikudagin var hesin bóklingur fleiri ferðir havdur á lofti. Hann var nevndur politisk [...] nógv ikki taka undir við. Í USA hava tey eina politiska umsiting, so tá er einki raffla um, greiðir Sjúrður Skaale frá. Ikki misnýtast Sjúrður Skaale var formelt settur í starv í løgmansskrivstovuni undir
blokkstuðul í 4 ár ? sjálvandi bert um talan verður um eitt JA á fólkaatkvøðuni. Hetta merkir, at vit farmhaldandi skulu verða í ?ríkisfelagsskapinum? í átta ár ? uttan blokkstuðulin; tá vildu vit verið í einari [...] háttur at hótta framburðinum í hesum landinum og stuðla aftuhaldinum finst neyvan í okkara parti av heiminum; so kann Danmark hava heimsins besta demokrati, um teir leggja í, hetta talar fyri seg. Danski [...] statsministarin hevur sligið fast, at ?ríkisfelagsskapurin? bert er pengar ? og einki annað, tað má so í øllum førðum verða eitt slag í andlitið á afturhaldinum, sum ótroyttiliga hevur hálovað hesari skipan
Høganesi endar vanliga á Eystanstevnu. Tá verður skipað fyri serligari framsýning í samband við stevnuna og í ár verður tað Súsanna í Jákupsstovu sum fer at sýna fram ymiskt listhandverk. Hon arbeiðir nógv á vevi [...] i tiltak, sum hevur verið fast nú í fleiri ár. Páll Rasmussen sigur: ? Vit hava ókeypis kaffi og køkur, men so stilla vit ein kagga fram, sum fólk kunnu lata pengar í, um tey hava hug. Seinasta ár fingu [...] Rasmussen. ? Vit hava havt skipið á beding og í teimum førunum hava teir verið sera lagaligir, bæði á Skála og í Havn. Vit hava stórt sæð bara goldið fyri tilfarið. Í fjør vóru teir noyddir at leggja plátur
farast við at kanna teirra skyldfólk. Pengar stýra Málið snýr seg í stóran mun um pengar, tí kanningarnar eru sera kostnaðarmiklar. At kanna innihaldið av carnitine í blóði kostar, sambært Ulriku Steuerwald [...] tveir berarar fáa børn er størri enn í flestu øðum londum. Hans Atli Dahl sigur, at tað er rættiliga einfalt at kanna og granska í sjúkuni, tí hon finst í Føroyum bara í einari útgávu, so vítt hann veit 25 [...] Ulrike Steuerwald, sum hevur havt føroyskar sjúklingar undir hond í mong ár og má metast at vera ein hin fremsti serfrøðingurin á økinum í heiminum. Av tí, at torført er at finna eina loysn, fer danska
tá hann við handara stólpan stútaði í málið. Einstakir HB stuðlar vóru í Sumba. Kanska høvdu teir fýrverk og sjampanju goymda í viðførinum. Hetta kom ikki fram í ljósið, men tað kann goymast til komandi [...] men tað er greitt, at teir í Sumba fara ikki komandi ár at rinda spælarum pengar fyri at hjálpa teimum við fótbóltinum: ? Vit eru ikki fleiri enn háltv triðja hundrað fólk í bygdini. Fíggjarliga grundarlagið [...] reka eitt fótbóltsfelag. Hesi trý árini, sum vit í hesum umfarinum hava verið í bestu deildini, hevur størsti denturin verið lagdur á besta liðið. Vit í nevndini hava viðgjørt spurningin, og vit hava ásannað
at altjóða fíggjarmarknaðurin, sum í fyrsta lagi støðugt hevur sett alt fólkaræði og politiskar skipanir í skák, setur nú eisini alt tað politiska valdið í heiminum í mát: Tað, ið var altjóða mál og privat [...] fíggjarpolitikkur bert rikin í Føroyum í fýra ár, tá hann varð steðgaður og partvíst afturspolaður av CHE- samgonguni. - Men hevði hesin skatta-og fíggjarpolitikkur havt rátt í longri áramál, vóru Føroyar [...] hava bæði slept allari stýring og forsømt eftirlitið við einum fíggjarheimi, sum hevur sprænt pengar út í einum altjóða pokerspæli, har eingi verulig virði vóru aftanfyri. Politisku skipanirnar hava hartil