Flótandi mark millum kunning og propaganda

Kunningarráðgevin hjá fullveldissamgonguni, Sjúrður Skaale, heldur tað vera ógvuliga torført at gera av, nær ein fyrisiting kunnar borgaran, og nær hon fremur politiska propaganda. - Í politikki eru altíð deildar meiningar og tað ger, at markið millum upplýsing og propaganda er ógvuliga flótandi, heldur Sjúrður Skaale.

Orðið politisk propanganda feyk um allar geilar í løgtinginum mikudagin. Tingmenn gjørdust rættiliga heitir undir munnliga fyrispurninginum hjá Høgna Hoydal til landsstýrismannin, Bárð Nielsen. Formaður Tjóðveldisfloksins helt fyri, at tíðindaskrivið frá landsstýrismanninum í samband við
fíggjarlógaruppskotið var villeiðandi fyri almenningin.
Umboð fyri Tjóðveldisflokkin róðu framm undir, at Bárður Nielsen misnýtti fyrisitingina til at fremja egin politisk áhugamál. Millum annað førdu umboðini fyri Tjóðveldisflokkin fram, at upplýsingarnar í tíðindaskrivinum einki hald hava í veruleikanum og geva eina ranga mynd av føroysku fíggjarstøðuni. Niðurstøðan var greið: Bárður Nielsen førdi partapolitiska propaganda fyri almennar pengar.
Løgtingsumboð fyri bæði Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin svaraðu aftur og løgdu Tjóðveldisflokkin og undanfarnu samgongu undir at hava gingið á odda við politiskari propaganda, tá stríðið um fullveldið var í hæddini. Bæði javnaðartingmaðurin, John Johannessen, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, søgdu seg ikki skilja skuldsetingarnar frá Tjóðveldisflokkinum. Teir vístu á, at fullveldissamgongan hevði nýtt nógvan pening til marknaðarføring av fullveldisætlaninum og tí var tað undrunarvert, at Tjóðveldisflokkurin nýtti peikifingurin, tá júst hesin flokkur gekk á odda fyri politiskari propanganda.

Flótandi
Sjúrður Skaale starvaðist sum kunningarráðgevi hjá føroyska landsstýrinum undir samráðingunum við donsku stjórnina í 2000. Hansara uppgáva var at svara spurningum frá útlendskum og føroyskum journalistum og geva teimum tað tilfar, teir bóðu um. Harumframt skrivaði hann tíðindaskriv fyri landsstýri, og dagførdi heimasíðuna "fullveldi.fo". Afturat hesum skrivaði Sjúrður Skaale eisini framløgur og røður fyri landsstýri.
Sjúrður Skaale skrivaði eisini bóklingin "Frá heimastýrið til fullveldið", sum varð sendur í hvørt hús í 2000.
Í løgtinginum mikudagin var hesin bóklingur fleiri ferðir havdur á lofti. Hann var nevndur politisk propaganda frá fullveldissamgonguni, og ógvuliga deildar meiningar vóru um bóklingin.
Fleiri løgdu fullveldissamgonguna undir at føra politiskt propaganda fyri skattgjaldarans pening. Boðini frá fullveldislandsstýrinum vóru, at talan var um kunning í samband við ætlanina um at skipa Føroyar sum fullveldisríki.
Sjúrður Skaale, sum ritaði bólkingin, heldur ikki, at talan var um propaganda.

- Bóklingurin var skrivaður við støði í Hvítubók, sum óheftir serfrøðingar høvdu gjørt. Og eg haldi ikki, at nakað stóð í bóklinginum, sum ikki samsvarar við tað, sum stóð í Hvítubók. Tí haldi eg, at bóklingurin var kunning, og ikki propaganda, sigur hann.

Hinvegin ásannar Sjúrður, at markið millum politiska kunning og propaganda er ómetaliga ringt at seta, tá ein fyrisiting vendir sær til almenningin.

- Eg havi eitt nú skrivað tvær nýggjársrøður fyri fyrrverandi løgmann. Slíkar røður, eru tær góðar, geva tí persóninum, sum ber tær fram, nógva positiva umrøðu. Men eru tær propaganda? Eg veit ikki. Tær eru ið hvussu er stór politisk reklama, sigur Sjúrður Skaale.
- Vit mugu ásanna, at tað í politikki altíð eru ymiskar meiningar um, hvussu veruleikin sær út, og tað ger, at tað altíð eru ymiskar meiningar um, hvat er upplýsing, og hvat er propaganda. Markið er ógvuliga flótandi, sigur Sjúrður Skaale.
Hann vísir á, at serliga í fullveldisspurninginum eru sera ymiskar meiningar, og tí er ógjørligt at upplýsa um tað málið uttan so, at onkur heldur talan vera um politiska propganda.

- Orsøkin til, at so nógv orðaskifti er um hetta er, at vit royna at halda uppi eini illusión um, at tað ber til at skilja sundur politikk og umsiting. Tvs. at tá ein politisk umsiting sigur okkurt, so skal tað vera púra óheft. Men tað ber ikki til. Politikkur er politikkur og landsstýrismenn og embætismenn arbeiða við politiskum ætlanunum, sum nógv ikki taka undir við. Í USA hava tey eina politiska umsiting, so tá er einki raffla um, greiðir Sjúrður Skaale frá.

Ikki misnýtast
Sjúrður Skaale var formelt settur í starv í løgmansskrivstovuni undir fullveldislandsstýrinum. Hann greiðir frá, at allar frágreiðingar og tíðindaskriv vóru gjørd í samráð við politikarar og embætisfólk á løgmansskrivsstovuni.

- Tað er hetta, sum eg haldi vera tað avgerandi: Einki má berast fram, sum er faktuelt skeivt. Tilfarið, sum verður latið borgaranum má altíð hava dekning í stovninum. Og politikarar mugu ikki misnýta fyrisitingina og teir almennu pengar, teir hava atgongd til, til persónligan fyrimun, sigur Sjúrður.
Sjúrður heldur, at dømi eru um, at slík misnýtsla er farin fram.

- Eg haldi, at eitt nú Anfinn Kallsberg misnýtti løgmansskrivstovuna til egnan persónligan fyrimun, tá hann persónliga fór í mótálop ímóti rithøvundunum av bókini Skjót Journalistin. Kallsberg legði sítt álop á heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni, men talan var ikki um tíðindi frá tí almenna til borgaran. Talan var um at Anfinn Kallsberg misnýtti løgmansskrivstovuna og løgmansembæti til eitt persónligt álop á tveir journalistar. Tað líktist svarta ongum.

- Málið um Bárð Nielsen kenni eg ikki so væl, men um Bárður í hasum nógv umrødda tíðindaskrivinum hevur borið fram ósannindi, so er yvirhøvur eingin ivi um, at hann hevur misnýtt sítt embæti. Og so eigur tað sjálvsagt at fáa avleiðingar, heldur Sjúrður Skaale at enda.