Gjalda ov nógv fyri fjarhitan

Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í Hoyvík hevur roknað seg fram til, at fólk gjalda ein fjórðing ov nógv fyri fjarhitan. Harafturat heldur nevndin, at bæði íbindingargjaldið og fasta gjaldið eru órímulig

Fjarhitafelagið tekur ov nógvar pengar teimum sum brúka fjarhita, og grundgevingarnar fyri teimum ymsu gjøldunum eru bæði óhaldbarar og skiftandi.

Hetta førir fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í Hoyvík fram í fýra notatum, sum Sosialurin hevur fingið hendur á. Notatini eru skrivað til fundin, sum skal vera millum fjarhitanevndina og borgarstjóran í Havn seinnapartin í dag.

- Vit finna okkum ikki í, at fjarhitaveitarin, sum hevur fingið monopolstøðu upp í hendurnar frá býráðnum, brúkar skiftandi óhaldbarar grundgevingar og leysar pástandir fyri sínum kappingarføri, sigur fjarhitanevndin í skrivi til borgarstjóran í Havn.

- Eftir okkara tykki er tað Tórshavnar býráð, sum hevur skyldu at tryggja áhugamálini hjá brúkarunum í fjarhitaspurninginum. Vit venda okkum tí við hesum til Tórshavnar býráð við kravi um at fáa prísviðurskiftini í rættlag, sigur fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum Millum Gilja, Eystan Gil, Lítla Gil og Inni á Gøtu, har fjarhitin verður brúktur.

Tað eru Tórshavnar býráð og SEV, sum eiga hvør sína helvt í Fjarhitafelagnum.


Krevja eina loysn

Fyri umleið tveimum vikum síðani fingu tey, sum brúka fjarhita frá Fjarhitafelagnum, stóra eykarokning fyri nýtsluna í ár. Orsøkin er, at hóast fjarhitin als ikki er tengdur at oljuprísinum, leggur Fjarhitafelagið sín prís eftir oljuprísinum.

Men sambært fjarhitanevndini hjá eigarafeløgunum er prísurin á fjarhita settur ov høgt sammett við oljuprísin, og fjarhitanevndin hevur farnu trý árini arbeitt við at fáa síni sjónarmið ígjøgnum - tó uttan úrslit.

Nú krevur fjarhitanevndin, at Tórshavnar býráð kemur upp í málið fyri at tryggja áhugamálini hjá teimum sum brúka fjarhita.

- Vit krevja, at ítøkilig stig verða tikin beinanvegin, so at ein loysn kann verða funnin á ósemjuni millum Fjarhitafelagið og brúkararnar. Antin verða prísirnir rættaðir ella fáa brúkararnir fullgóðar grundgevingar fyri, at prísurin livir upp til lyftið um, at tey, sum brúka fjarhita, ikki skulu gjalda meira hitan, enn tey sum brúka olju, sigur fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í skrivinum til borgastjóran í Havn.


Gjalda ein fjórðing ov nógv

Í teimum fýra notatunum, sum fylgja við skrivinum til borgarstjóran í Havn, ger fjarhitanevndin greitt, hví hon heldur, at prísurin fyri fjarhitan, íbindingargjaldið og fasta gjaldið eru sett ov høgt.

Fjarhitanevndin sigur seg góðtaka, at fjarhitaprísurin verður lagdur eftir oljuprísinum, men nevndin vísir á, at Fjarhitafelagið tekur ov nógvar pengar fyri fjarhitan sammett við oljuna. Fjarhitafelagið hevur roknað seg fram til, at orkutapið í oljufýrdum anleggum er nógv størri enn í fjarhitaanleggum, og tí skulu fjarhitabrúkarar gjalda 43% meira fyri fjarhitan, enn fólk gjalda fyri olju.

Fjarhitanevndin hevur gjørt sínar egnu útrokningar sum vísa, at orkutapið á oljufýringum er bara 14% meira, enn tá talan er um fjarhita. Tí heldur fjarhitanevndin, at brúkararnir gjalda ein fjórðing ov nógv í nýtslugjaldi fyri fjarhita.

Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum hevur skotið upp, at ein óhfet kanning verður gjørd at nýtslugjaldinum, men hetta vildi Fjarhitafelagið ikki hoyra talan um.


Ov høgt íbindingargjald

Eisini tá talan er um íbindingargjaldið eru Fjarhitafelagið og brúkararnir ósamdir um um prísin.

Fjarhitafelagið tekur eitt íbindingargjald, sum skal svara til tað sparingina, sum tað er av at seta ein hitavekslara upp og ikki eina oljufýring, ketil, tanga og skorstein.

Hesa sparing metir Fjarhitafelagið er 25.500 krónur, men fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum hevur kannað prísir og er komin fram til, at munurin er bara umleið 12.000 krónur. Tí heldur nevndin, at Fjarhitafelagið tekur góðar 13.000 krónur ov nógv í íbindingargjaldi.

Og sum tað seinasta vísir fjarhitanevndin á, at fasta gjaldið verður ásett uttan at nøkur tænasta verður latin afturfyri. Sambært Fjarhitafelagnum skuldi fasta gjaldið svara til tað, sum fólk gjalda fyri oljufýrtænastu, men hóast brúkarar av fjarhita gjalda eitt árligt gjald til Fjarhitafelagið fylgir eingin tænasta við.

Fjarhitafelagið hevur seinni víst á, at hetta gjaldið skal viga upp fyri, at fólk brúka meira pláss til oljufýring enn til hitavekslara, og tí skulu fjarhitabrúkarar gjalda fyri hesa sparing. Men hesa grundgeving við fjarhitanevndin als ikki góðtaka.


Álvarslig støða

Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum er sera misnøgt við viðferðina, sum brúkarar hava fingið frá Fjarhitafelagnum, og nú roynir fjarhitanevndin at fáa borgarstjóran at leggja uppí.

Fjarhitanevndin saknar haldgóðar grundgevingar fyri príspolitikkin hjá Fjarhitafelagnum, og nevndin krevur at fáa hesar grundgevingar ella at fjarhitaprísurin verður settur niður.

- Fyri brúkararnar er tað ein álvarslig støða, at vit ikki kunn treingja ígjøgnum við okkara sjónarmiðum, men vit kenna, at vit hava eina góða sak at stríðast fyri, og tí eru vit á onga hátt sinnað at sleppa málinum, sigur fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í skrivinum til Leiv Hansen, borgarstjóra í Havn.

Seinnapartin í dag verður fundur millum borgarstjóran og fjarhitanevndina hjá eigarafeløgunum um málið.