Alment tunnilsfelag ber lættliga Skálafjarðartunnil

Størsti peningastovnur í landinum hevur í fleiri ár víst áhuga fyri Skálafjarðartunnlinum. Tað verður eingin trupulleiki at fáa bíliga fígging, um allir undirsjóvartunnlar verða lagdir í sama felag, ljóðar metingin úr BankNordik

Besti mátin at gera Skálafjarðartunnilin er at leggja allar undirsjóvartunnlar saman í eitt tunnilsfelag og fíggja íløguna tann vegin.
Tað er greiða svarið úr BankNordik í tunnilskjakinum. Bankin hevur í trý ár roknað upp á modellið við Skálafjarðartunnlinum, og er meira sannførdur í sínum svari í dag enn nakrantíð.
- Í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum hevur landið tvey áhugaverd aktiv, sum kunnu brúkast sum grundarlag undir Skálafjarðartunnlinum. Bókaða eginognin í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum er 400 milliónir krónur, og hesir pengar eru eitt gott fundament undir víðari lántøku, sigur Niels Juel Arge, leiðari á Corporate Finans deildini í BankNordik.
Niels Juel Arge vísir á, at kostar Skálafjarðartunnilin millum 1,1 og 1,2 milliard krónur, so er solvensurin í einum almennum tunnilsfelag okkurt um ein triðing. Og tað er eitt gott útgangsstøði fyri at fáa bílig lán.
- Ja, hevði landsstýrið til dømis biðið okkum um at útvega fíggingina til Skálafjarðartunnilin eftir hesum leistinum, so høvdu vit gjørt tað. Tað hevði verið ein góð sak at arbeitt við, sigur Niels Juel Arge avgjørdur.
Talan er ikki um, at BankNordik einsamallur skuldi veitt fíggingina til Skálafjarðartunnilin. Men bankin bjóðar sær til at útvega fíggingina fyri landsstýrið gjøgnum sínar samstarvspartnarar.
- Og tað kundu vit gjørt til eina rentu, sum hevði ligið um fimm prosent, sigur Niels Juel Arge.
Leiðarin fyri Corporate Finans deildina í BankNordik sigur seg hava víst modellið fyri samstarvsfelagar hjá bankanum, og har hevur áhugin verið stórur.

Útrokningarnar
Grundarlagið undir modellinum hjá BankNordik er sum nevnt, at landsstýrið skjýtir tær 400 milliónirnar í eginpeningi frá Vágatunnlinum og Norðoyartunnlinum inn í nýggja tunnilsfelagið. Eisini hevði bankin ynskt sær, at tað almenna kom við 200 milliónum í nýggjum eginpeningi. Men tað er sambært Niels Juel Arge ikki ein treyt.
Hinvegin má takast fyri givið, at tað ikki verður ókeypis at koyra undir Vestmannasund og Leirvíksfjørð.
- Nei, avgerandi er at tunnilsfelagið framhaldandi fær inntøkur frá verandi tunnlum. Men tað gongur væl hjá báðum tunnlum, sum í fleiri umførum hava lækkað prísirnar. Í okkara modelli hava vit roknað við, at prísurin fyri at brúka verandi tunnlar kann setast niður í helvt, sigur Niels Juel Arge.
Eisini hevur BankNordik sett prís á, hvat tað kosta at koyra gjøgnum Skálafjarðartunnilin. Persónbilar koma at gjalda 40 krónur hvønn vegin millum Havnina og Skálafjørðin og 15 krónur hvønn vegin fyri at koyra tvørtur um Skálafjørðin. Tá verður roknað við 3600 persónbilum um samdøgrið millum Havnina og Skálafjørðin, umframt 1500 persónbilar um samdøgrið tvørtur um Skálafjørðin. Hartil koma ávíkavist 500 og 200 størri bilar um samdøgrið.
Niels Juel Arge er fullgreiður yvir, at spurningurin um at koyra ókeypis gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin er heitur politiskt. Summi meta seg hava fingið eitt lyfti um, at tað skal vera ókeypis at brúka tunnlarnar, tá teir eru goldnir.
- Ja, tað er kontroversielt, tí tað merkir at tunnilsgjald verður verandi í Vága- og Norðoyatunnlinum. Men tað er ein politiskur spurningur, sum vit ikki ynskja at leggja okkum út í. Vit siga bara, at framhaldandi tunnilsgjald er ein fortreyt fyri at gera Skálafjarðartunnilin eftir tí leisti, sum vit mæla til. Hinvegin haldi eg ikki, at man eigur at gloyma, at verandi tunnlar eisini skulu haldast við líka, og tað fer við tíðini at kosta nógvar pengar. Í okkara modelli eru allar útreiðslur til viðlíkahald og dagføring tiknar við, sigur Niels Juel Arge.

Fyri deyvum oyrum
BankNordik hevur sum nevnt arbeitt við hesum modellinum síðani 2010, og útrokningarnar eru dagførdar í fleiri umførum.
Í fjørsummar var BankNordik á fundi við landsstýrismannin í innlendismálum, har útrokningarnar vórðu lagdar á borðið. Men einki kom burtur úr tí.
Kortini hevur BankNordik hildið fram við at rokna uppá henda tunnilsleistin.
- Tað gera vit, tí á henda hátt fær tú eitt sera sterkt tunnilsfelag, ið bæði kann gera Skálafjarðartunnilin og halda allar tríggjar undirsjóvartunnlar við líka. Ein tílík íløga er áhugaverd fyri peningastovnar og kanska serliga eftirlønargrunnar. Og her kundu eisini nógvir føroyskir pensjónspengar sloppið til arbeiðis. Og fyri okkum sum banki er eisini talan um eina spennandi uppgávu, sigur Niels Juel Arge.

Veðhaldið
Samanborið við privatu tunnilsloysnina, ið landsstýrið arbeiðir við, er her talan um eitt alment tunnilsfelag. Tí er spurningurin um landskassaveðhald eisini áhugaverdur. Sambært modellinum hjá BankNordik er gjaldførið hjá tunnilsfelagnum avgerandi fyri, í hvønn mun neyðugt verður við landskassaveðhaldi.
- Gjaldførið í felagnum er sjálvandi avgerandi í somáta. Men eg rokni tó ikki við, at landskassaveðhald verður ein fortreyt fyri hesum modellinum, sigur Niels Juel Arge og leggur afturat:
- Upp ímóti hesum mugu vit so seta, at landið eftir hesum leisti varðveitir fult ræði á samferðslukervinum, sigur Niels Juel Arge.