øll gullárini – í 2006, 2009, 2011 og 2012 og aftur í ár. Hann heldur ikki, at róðurin var heilt so spennandi, sum tað í upptøkunum sá út til, at hann var, og sum tað eisini varð sagt frá í útvarpinum. – [...] fyri einum fimtan árum síðani. Eg havi fylgt við í kappróðri síðani miðskeiðis í níti árunum, og eg havi róð síðani 2004. Í mínari tíð haldi eg ikki, at Havnarbáturin hevur verið betri fyri, enn hann [...] blanda seg upp í kappingina um at vinna, tá ið tað leygardagin verður kapping á Skála og í hinum fýra kappingunum, sum bíða næstu vikurnar. Magnus Norðberg er ein av teimum, sum hevur togað í árarnar umborð
hetta hevur kortini ikki vikað Høgna Hoydal í trúnni um at tá ið av tornar, fáa eina rímiliga avtalu. ?Í eini avtalu við okkum frá 1998, hava danir bundið seg til at stuðla okkum í atskapa grundarlagið [...] seg brúka í einum innanýsis donskum talvi. Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu [...] blóð í æðrunum, tá ið ein hoyrir Poul Nyrup Rasmussen. Hetta var fyrsta vimerkingin frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fullveldismálum til tað, sum danski forsætisráðharrin segði á røðarapallinum í danska
kortini ikki beiskur í dag, hóast talan var um lítla upphædd, sigur Johannes Brandal. Hann misti kortini ikki áræðið, og tríggjar mánaðir seinni lat hann klædnahandilin upp í Havn. - Eg seldi klæðir í Havn [...] keypa stóra bygningin, hann lat byggja í áttati árunum, aftur, men tað eydnaðist ikki, tí annar bjóðaði meir. Í aðra vinnu Johannes Brandal hevur ikki gingið hendur í lumma síðani, hann gavst at selja klæðir [...] orðum bar tað til at viðgera eina umsókn hjá eini matstovu í Havn, sum ikki var til, men ikki í Klaksvík. - Tað er ómøguligt at reka matstovu í dag uttan skeinkiloyvi. Vit meta, at býurin hevur brúk fyri
alment í brúk og skal til at bjóða seg fram at taka ímóti fremmandum ferðafólki alt árið. Johannes Jensen telist millum teirra, sum halda, at tað er ikki nóg mikið útbyggja flogvøllin í Vágum, tí tað í sær [...] skal optimerast. Og tað verður ikki optimerað við verandi flogvølli, og tað er heldur ikki nóg mikið at longja hann við tí ætlan, sum nú liggur í kortunum. Flogvøllurin í Vágum fer ongantíð at nøkta framtiðar [...] at vit kunnu gloyma alt um ferðavinnu í Føroyum, um vit ikki fáa ein tíðarhóskandi flogvøll. Hesi markantu úttalilsi koma sama dag, sum Føroyar yvirtaka flogvøllin í Vágum. Og hetta hendir sama dag, sum
sambandsmaðurin og formaðurin í rættarnevndini, Alfred Olsen, sum sveik fólkið í Eiðis kommunu í hesum máli – og umboð Fólkafloksins í rættarnevndini, Poul Michelsen, møtti slett ikki upp, tá ið okkara umboð [...] kommunurnar ikki um samanlegging, tekur landsstýrismaðurin í kommunumálum avgerðina innan 1. oktober 2009. Málið um sjálvbodna kommunusamanlegging kom á tingborð í fjør heyst, men eftir triðju viðgerð í løgtinginum [...] beint aftur í rættarnevndina, tí tinglimir hildu ikki, at málið var nóg greitt. Tað var løgtingslimurin, Kári P. Højgaard, sum átti uppskotið um at lata málið fara aftur í nevnd. Eiði einki val Í endaliga
hann ikki hoyra um tað. - Tá vildi eg slettis ikki hoyra um, at eg var øðrvísi, enn minni góðtaka tað, sigur Hans Jacob. - Harafturat var hetta seinast í áttati-árunum, og var henda viðgerð ikki so framkomin [...] eg inn í samfelagið í stødd. Fyrsta umfar Skurðviðgerðin var í tveimum. Triðja februar1994 fór Hans Jacob undir fyrstu skurðviðgerðina. Nú skuldu undirleggirnir leingjast. Skurðviðgerðin vardi í fýra og [...] hvørjum øðrum, okkurt um ein millimetur um dagin í 110 dagar. Alt í alt 11 sentimetrar. - Eg hevði ikki pínu, meðan hetta stóð upp á. Men givið er, at eg slapp ikki so væl runt. Men eg hevði ein koyristól, so
frá, at ein maður í ørindum fyri tunnilsfelagið, ein dag í vetur hevði gingið eftir hamrinum, og hann sá ongan kava, “so á Traðarhamri legðist ikki kavi”. Hesa útsøgnini hjá oddvitinum í tunnilsmálinum gjørdi [...] dyggiliga til skammar. Gloymið ikki, at Ottar er barnvaksin í haganum. Ottar greiddi eisini frá, at í hansara haga, sum er ein partur av Traðarhamri, legst so nógvur kavi, at ikki bar til at hava hegn standandi [...] vegaføringin til stóru verkætlanina hjá Bakkafrost í Skálavík. Latum okkum ikki gloyma, at tunnilssjórin er nevndarlimur í Bakkafrost og hevur stóran áhuga í teirri ætlanini – samstundis sum hann hevur stóra
av hesum besløgum til alivinnuna í Føroyum og øðrum londum uttanum okkum, eitt nú í Íslandi og Skotlandi, men nú verða tey ikki longur framleidd í Føroyum, sigur stjórin í KJ-Hydraulik. Gav maskinurnar At [...] stór. Umstøðurnar í høllini eru góðar, og í dag hevur hann eini 15-16 fólk í arbeiði. Veitari til alivinnu - Í dag ger felagið hjá Karl, sum kallast Karol Tech, besløg til alivinnuna í Føroyum og aðrastaðni [...] Ólavur var í Rumeniu í fjør heyst og vitjaði. Føroyingar hava ikki bara verið í Rumenia við klæðum til fátøk og maskinum til skapandi virksemi. Skipað hevur eisini verið fyri barnalegum, og í hesum sambandi
rakar flest fólk og okkara fiskivinnu mest. Í røðu síni staðfestir løgmaður, at tað ikki hevur verið lætt at fáa semju um hetta stórmál. Andstøðan er ikki við í nýskipanini og hóast semjuna á Seglhúsloftinum [...] sveiggini, heldur hann. Samanumtikið kann sigast, at løgmaður í røðu síni í dag, roynir at blæsa nýggja orku í samgonguna. Tann møðin, sum serliga í ár er komin til sjóndar, skal burtur. Tí er tað heilt avgerandi [...] oktober í ár. Ivasamt er tó um fólkaatkvøðan verður, eydnast tað ikki løgmanni at fáa andstøðuna við til at samtykkja stjórnarskipanaruppskotið. Ongin flokkur vil, at eitt uppskot um stjórnarskipan ikki verður
byggilendið er avmarkað og tað ber heldur ikki til at fara niðan í hagan við øllum. – Tey, sum búgva í einum høvuðstaði í øgiligum vøkstri, kunnu ikki vænta, at tey ikki fáa ein granna, tí vit eru noydd at hava [...] sum búgva í einum býi, kunn ikki krevja, at einki skal byggjast beint við, har tey búgva. Tað staðfestu býráðslimir í Havn. Býráðið hevur samtykt at byggja umlættingarheim og endurvenjingardepil í Ròlantsgøtu [...] verður á øki, sum eru sett av í býarætlanini til byggilendi, og tað eru altso ikki allir grønir blettir í Havnini, sum eru lagdur av til grøn øki. Marin Katrina Frýdal heldur, at í Rólantsgøtu liggur eldradepilin