Høgni Hoydal: Ein má hava rættiliga kalt blóð í æðrunum

?Nú ræður um ikki at standa stinn. Vit mugu fáa revolvaran niður aftur í slíðran og tosa saman sum vaksið fólk, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullveldismálum

?Ein skal hava rættiliga kalt blóð í æðrunum, tá ið ein hoyrir Poul Nyrup Rasmussen.

Hetta var fyrsta vimerkingin frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fullveldismálum til tað, sum danski forsætisráðharrin segði á røðarapallinum í danska fólkatinginum hósdagin.

Henda dagin hevði Fólkatingið tað seinasta, stóra orðaskiftið, nú fólkatingssetan endar og tað høvi brúkti Poul Nyrup Rasmussen til enn einaferð at staðfesta, at skulu føroyingar hava fullveldið, verður skiftistíðin stutt

Hann legði eisini dent á, at talan verður heldur ikki um at útseta ígildiskomuna av fullveldissáttmálanum fyri at geva føroyingum ein andarhald, áðrenn vit skulu klára okkum við egnum búskapi.

Men hetta ræðir ikki oddamannin fyri føroysku fullveldisætlanini.

?Ongin skal halda, at samráðingarnar um føroyskt fullveldi byggja á tað, sum sagt verður á fólkatingsins røðarapalli, sigur Høgni Hoydal.

Sjálvur tekur hann ikki hesa avgjørdu støðuna hjá Poul Nyrup Rasmussen sum annað enn eina fráboðan, sum einans hevur til endamáls at ræða føroyingar frá at taka fullveldi.

?Tað er ongin sum helst ivi um, at Poul Nyrup Rasmussen roynir at forða fyri, at føroyingar fáa ein góðan sáttmála og at vit fáa eina rímiliga skiftistíð.

?Og hóast júst hetta er tann stóri trupulleikin, so verður altso ikki samráðst útfrá tí, sum verður ført fram í Fólkatinginum.

Høgni Hoydal sigur, at í veruleikanum eru samráðingarnar ímillum danir og føroyingar komnar ótrúliga langt.

At kalla tað einasta, vit mangla, fyri at kunna skriva undir ein sáttmála, er at fáa eina rímiliga skiftistíð, men tað er júst hetta, sum Poul Nyrup roynir at forða fyri við sínum avgjørdu fráboðanum.


Revolvaran í slíðran

Høgni Hoydal sigur, at tað stóra takið á næsta samráðingarfundi um góðar 14 dagar, verður at staðfesta, hvat skal til fyri at vit kunnu fáa ein sjálvberandi, føroyskan búskap.

?Tað hava vit roynt á fundunum, sum hava verið, men enn hevur tað ikki so frægt sum eydnast at fáa orðaskifti í lag við donsku stjórnina um hetta.

? Tað einasta, vit hoyra, eru endurtøkur av revolvara-kendu fráboðanirnar um trý, fýra ára skiftistíð.

?Tað, sum nú ræður um hjá okkum, er at fáa revolvaran í slíðran aftur og at seta okkum niður at tosa saman sum vaksin fólk.


Spara 20 milliardir

Landsstýrismaðurin í fullveldismálum sigur, at hann undrast á, hví danskir politikarar hava so avgjørda støðu til skiftistíðina.Hann heldur, at tað kann vera tí, at teir ikki hava skilt, hvussu landið liggur.

?Støðan er tann, at okkara uppskot um eina skiftistíð upp á 15 ár, har blokkstuðulin stigvíst lækkar, hevði kostað danska ríkinum um sjey milliardir.

? Men skal blokkstuðulin halda fram óbroyttur tey næstu 20 árini, fer tað at kosta ríkinum einar 26 milliardir.

?Sostatt hevði ríkiskassin spart einar 19-20 milliardir, bara upp á 20 ár, við at tikið av okkara uppskoti, sigur Høgni Hoydal.

Hann heldur tað tí vera løgið, at danska stjórnin ikki vil geva okkum eina rímiliga skiftistíð.

Sjálvur ivast hann ikki í, at orsøkin er, at teir vilja varðveita ríkið sum tað er, hvussu víkir og vendir.

Og hann skilir væl, at Poul Nyrup Rasmussen ikki er fegin um at ríkið verður syndrað í hansara stjórnartíð, tí tað vil ongin ríkisleiðari.

? Alt annað vildi verið ábyrgdarleyst av honum, tí tað hevur stóran týdning fyri støðu Danmarkar í altjóða samfelagnum at hava eitt stórt ríki.


Hava bundið seg

Men hetta hevur kortini ikki vikað Høgna Hoydal í trúnni um at tá ið av tornar, fáa eina rímiliga avtalu.

?Í eini avtalu við okkum frá 1998, hava danir bundið seg til at stuðla okkum í atskapa grundarlagið fyri einum sjálvberandi búskapi.

? Tí mugu vit brúka næsta samráðingarfund til at greina út, hvat krevst fyri at skapa eitt trygt grundarlag undir einum sjálvberandi búskap í Foroyum.

?Og av tí at hetta er at kalla tað einasta, sum skilir partarnar, er tað neyðugt, at brúka orkuna uppá at fáa samskifti við donsku stjórnina um tann spurningin.

? Og heldur stjórin fast um, at skiftistíðin bara skal vera trý, fýra ár, má hon grundgeva fyri, hví tað er nóg mikið til at kjølfesta tann føroyska búskapin.

Hann leggur afturat, at tað er løgið, at danska stjórnin noktar føroyingum somu skiftistíð, sum øll onnur lond fáa, og sum Danmark sjálvt hevur havt til at laga seg til evruna.

? Tað kann neyvan tæna áhugamálunum hjá donsku stjórnini, at føroyski búskapurin kemur í trupulleikar eftir fullveldið.

Men sjálvur er Høgni Hoydal ikki fyri at útseta ígildiskomuna av fullveldissáttmálanum.

? Tað haldi eg líkist mest einum snildum máta at keypa okkum nøkur ár eyka í skiftistíð.

? Tað sum tvørturímóti hevur týdning nú, er, at vit standa stinnir og halda fast um málið.

Og hvat honum viðvíkur, er málið enn púra greitt og tað er, at Føroyar skulu hava fullveldi og verða leyst av danska ríkinum.

Tvs, at hann góðtekur ikki eina avtalu, sum gevur Føroyum økt sjálvstýri í ríkisfelagsskapinum.

Og í hesum sambandi fær hann eisini givið andstøðuni á tingi eitt skot.

?Hevði tingið staðið saman, var málið langt síðani loyst.

? Andstøðan skal vera atfinningarsom. Men tað er ein stór forðing fyri málinum, at hvørja ferð ein fráboðan kemur frá Poul Nyrup Rasmussen, stendur ein andstøða til reiðar í Føroyum og tekur undir við hvørjum orðum.

Og Høgni Hoydal heldur, at tað er óheppið, at andstøðan í Føroyum letur seg brúka av okkara mótparti.

? Eg haldi, at hon átti at hugsa seg um, antin tað er rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.

Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.

?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.

Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.

? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.

?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.

? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.