Fólk, sum búgva í einum býi, kunn ikki krevja, at einki skal byggjast beint við, har tey búgva.
Tað staðfestu býráðslimir í Havn.
Býráðið hevur samtykt at byggja umlættingarheim og endurvenjingardepil í Ròlantsgøtu í Hoyvík, beint við Dalin langa, og at byggja íbúðir á Dalastígi, niðan ímóti Marknagilsvegnum.
Í báðum førum hava grannar mótmælt, tí bygt verður upp fyri, og teir missa útsýnið. Men í hvørgar føri fingu tey viðhald frá meirilutanum í býráðnum.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur ikki, at eldradepilin liggur væl á Rólantsgøtu.
Hann vil heldur hava eldradepilin bygdan eitt sindur longur uppi, nevniliga ovarliga í Stórubrekku, har ætlanin framman undan er at byggja eina barnagarð.
Hann heldur, at tað besta fyri tey eldru, er at hava børn rundan um seg, so eldradepilin hevði ikki ligið betri enn akkurát har.
Hann hevur eisini skilt á teimum, sum búgva við Dalin Langa, at tey vilja hava ein størri part av økinum friðað – og tað skilur hann væl. Og hann heldur, at býráðið eigur at lurta eftir fólki á hesum øki.
Anfinn Brekkstein er samdur við Tróndi Sigurðsson og eisini hann vísir á, at borgararnir har um leiðir hava gørt vart við seg.
Annika Olsen, borgarstjóri, heldur, at Dalurin Langi er eitt tað besta plássið í Havnini, men tey gomlu, sum hava lagt lunnar undir samfelagið, skulu sjálvandi hava tað besta plássið av øllum.
Og hon hómar eitt keðiligt rák, sum er, at sama hvar ein bygningur verður settur, er tað ein trupulleiki, tí nú uppdaga fólk, at tey knappliga fáa ein granna.
Hon vísir á, at byggilendið er avmarkað og tað ber heldur ikki til at fara niðan í hagan við øllum.
– Tey, sum búgva í einum høvuðstaði í øgiligum vøkstri, kunnu ikki vænta, at tey ikki fáa ein granna, tí vit eru noydd at hava tolsemi og at vera rúmlig, sigur borgarstjórin.
Hon vísir á, at eyðsæð mugu fólk vænta, at bygt verður á øki, sum eru sett av í býarætlanini til byggilendi, og tað eru altso ikki allir grønir blettir í Havnini, sum eru lagdur av til grøn øki.
Marin Katrina Frýdal heldur, at í Rólantsgøtu liggur eldradepilin væl fyri.
Hon heldur eisini, at kynstrið er at fáa, sum mest burtur úr tí avmarkaða byggilendi, vit hava.
Eisini hon hómar eitt rák í samfelagnum, sum er, at fólk halda, at einki má bara raka tey, men tað ger einki um tað so rakar onkran annan ístaðin
Og tá ið eitt øki er lagt av til byggilendi, ber rætt og slætt ikki til at nokta fyri bygging, leggur hon afturat.
Vit mugu hugsað um at byggja burðardygt, og longri burtur, vit fara, dýrari verður tað at leggja vatn, kloakk, fjarhita, og aðrar leiðingar, og tí skulu vit fáa sum mest burtur úr tí byggilendi, sum her, sigur hon.
Gunvør Balle varaborgarstjóri, staðfesti stutt,, at tá ið nýggj øki verða bygd, pínur tað altíð onkustaðni.