Ikki sæst á manninum, sum situr yvir av mær, hvat hann hevur verið fyri tey seinastu árini. Men tá hann reisist fyri at fara eftir kaffinum, sást týðiliga, at maðurin haltar. Maðurin er Hans Jacob Heinesen og hann hevur brekið Achondroplasi. Ella sum vit betri kenna tað, hann er dvørgur.
Hans Jacob og familja hansara frættu fyri fyrstu ferð um møguleikan at leingja beinini, tá Hans Jacob var um fjúrtan ára aldur. Men sjálvur sigur hann, at tá vildi hann ikki hoyra um tað.
- Tá vildi eg slettis ikki hoyra um, at eg var øðrvísi, enn minni góðtaka tað, sigur Hans Jacob.
- Harafturat var hetta seinast í áttati-árunum, og var henda viðgerð ikki so framkomin tá. So vit hildu, at tað fór at verða ov hart hjá mær at fara ígjøgnum á so ungum árum, greiðir Hans Jacob frá.
Men, so hvørt, sum Hans Jacob eldist, byrjaði hann at fáa trupulleikar við beinunum, og tankin, um at leingja beinini, byrjaði so smátt at spøkja aftur í huganum hjá honum. Gordon Rajani, skurðlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevði hoyrt um ein spanióla, sum hevði góða útgerð til at leingja fólk og eisini nýtti ein meiri framkomnan framferðarhátt. Eisini kundi tað lata seg gera at verða viðgjørdur á Ríkissjúkrahúsinum. Gordon Rajani segði eisini, at beinini helst bert fóru at halda til hann var 25 ára gamal. Og so fór hann at verða bundin at einum koyristóli restina av lívinum. So á sumri í 1993, tá Hans Jacob var átjan ára gamal, tók hann avgerðina um at leggjast undir skurð. Ein viðgerð, sum skuldi føra við sær, at Hans Jacob fór frá at gerast 22 sentimetur longri ella 158 sentimetur móti 136 undan skurðviðgerðini.
Alt var ov høgt
Ein dvørgur er ikki gjørdur til henda heimin, her hugsi eg um, at bara tað at vaska hendur er ein trupulleiki, tí tú røkkur ikki upp. Tá eg keypti mær buksur, so fór helvtin vekk, eg kundi ikki koyra bil og so framvegis, greiðir Hans Jacob frá.
- Tá alt var yvirstaðið, og eg kom heimaftur til venjingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, føldi eg tað, sum lívið byrjaði av nýggjum. Tað gekk framúr væl at koma upp aftur á beinini, og nú passaði eg inn í samfelagið í stødd.
Fyrsta umfar
Skurðviðgerðin var í tveimum. Triðja februar1994 fór Hans Jacob undir fyrstu skurðviðgerðina. Nú skuldu undirleggirnir leingjast. Skurðviðgerðin vardi í fýra og ein hálvan tíma. Læknarnir boraðu fimm hol ígjøgnum beinið uppi við knæið og fimm hol niðri við fótliðin. So vórðu pinnar koyrdir inn í holini og boylar settir rundan um beinini bæði í erva og neðra. Síðani settu teir eina jarnstong ímillum boylarnar. So fóru teir inn og brutu beinið. Eina viku seinni byrjaðu teir at skrúva beinini frá hvørjum øðrum, okkurt um ein millimetur um dagin í 110 dagar. Alt í alt 11 sentimetrar.
- Eg hevði ikki pínu, meðan hetta stóð upp á. Men givið er, at eg slapp ikki so væl runt. Men eg hevði ein koyristól, so eg slapp altíð upp, um eg vildi tað, greiðir Hans Jacob frá. Hann var niðri í einar sjey vikur og slapp so heim, men bara í fjúrtan dagar. Tí hann skuldi til eftirkanningar. Læknarnir vildu halda eyga við Hans Jacob, tí hann var tann fyrsti á Ríkissjúkrahúsinum, sum longdi bæði beinini.
Tá beinini vóru longd ellivu sentimetrar, bleiv ikki skrúvað meir. Nú skuldi alt bara hava frið at grøa. So blivu boylarnir tiknir av og Hans Jacob skuldi binda frið í umleið eitt ár.
Annað byggistig
Seinna skurðviðgerðin fór í gongd í januar 1996 og var sami framferðarháttur nýttur.
- Hetta var tó lættari at ganga við, tí at nú vóru ongir boylar rundan um beinini, bert niður við síðunum. So eg kundi ganga við høkjum, tað var ein stórur fyrimunur, sigur Hans Jacob. Men henda viðgerðin gekk ikki so lætt sum hin. Beinini í yvirleggunum vuksu ov skjótt saman aftur og tað tarnaði leingingini. So læknarnir noyddust inn at bróta beinið aftur.
- Eg hevði nógva pínu, meðan tað vaks saman, men tá læknarnir høvdu loyst trupulleikan, so gekk alt fínt aftur.
Aftaná enn eina strævna og harða tíð, var Hans Jacob búgvin at byrja lívði aftur sum ein nýggjur maður. 22 sentimetrar longri enn hann var.
Lívið steðgar uppaftur
Fríggjanáttina tann 01.03.1997 klokkan hálvgum tvey kom Hans Jacob út fyri einum ferðsluóhappi, sum hevði álvarsligar fylgjur við sær. Beinini fóru illa. Hann breyt annað lærið, bæði knøini og annan fótliðin. Aftaná eina skurðviðgerð, sum vardi tólv til fjúrtan tímar, skuldi hann hava gips uppi á í seks vikur, meðan hann hvíldi og aðrar seks vikur, meðan hann var til uppvenjingar. Eftir hetta varð greitt, at annað beinið var stytt fimm til seks sentimetrar aftur. Og Hans Jacob noyddist niður aftur í 1999 at leingja beinið.
Nógva og góða hjálp
- Sjálvandi vóru tað løtur, har eg hugsaði, hvat er tað eg eri farin í holt við. Kanska serliga tá vinir mínir skuldu okkurt, sum eg ikki kundi, men tá ein fer undir tílíkt, er tað týdningarmikið, at góð hjálp er at heinta. Og tað hevur tað so sanniliga verið hjá mær, sigur Hans Jacob, sum ikki angrar.
- Bæði foreldrini hava verið ein hollur stuðul allan vegin, og eisini hava mínir vinir verið sera góðir við meg. Ofta komu teir eftir mær, so vit kundu fara ein biltúr ella gingu vit ein túr. Fólk í Klaksvík, ja, býurin í heila tikið, hevur verið sera góður við meg. Annars fekk eg ein elektroniskan koyristól, og hann nýtti eg nógv, inntil eg sjálvur kundi fáa mær koyrikort, greiðir Hans Jacob, sum í dag koyrir ein vanligan persónbil, frá.
Enn er ikki komið á mál
- Sum er, eri eg nú náddur til tað punktið, har tað ikki verður betri, tí eg havi trupulleikar við rygginum, sigur Hans Jacob.
- Eg skal aftur undir skurð orsakað av rygginum, men hóast alt, so var tað tað vert. Beint eftir ferðsluvanlukkuna misti eg mótið eina tíð, men eg hugsaði bara sum so, at eg havi fingið eina stóra gávu afturfyri: Eg passi betur til verðina nú.