Á Norðoyastevnu var tað Suðuroyingurin, sum vann kappingina millum 10-mannaførini. Sigurin hjá suðuroyingunum var rættuliga tryggur. Leygardagin var annar FM róðurin. Klaksvíkingur vann, um enn munurin aftur til næsta bátin ikki var so stórur, sum hann var á Norðoyastevnu, og harvið er lagt upp til tætta kapping um FM heitið.
Eisini tí at tað aftur hesa ferð vísti seg, at triði báturin í kappingini millum 10-mannaførini, Havnarbáturin, var so mikið væl við, at tað ber væl til at ímynda sær, at eisini hann orduliga fer at blanda seg upp í kappingina um at vinna, tá ið tað leygardagin verður kapping á Skála og í hinum fýra kappingunum, sum bíða næstu vikurnar.
Magnus Norðberg er ein av teimum, sum hevur togað í árarnar umborð á Klaksvíkingi øll gullárini – í 2006, 2009, 2011 og 2012 og aftur í ár. Hann heldur ikki, at róðurin var heilt so spennandi, sum tað í upptøkunum sá út til, at hann var, og sum tað eisini varð sagt frá í útvarpinum.
– Vit fingu ógvuliga góðan start. Longu áðrenn startspurturin var av, lótu royndu lærmenninir okkum vita, at hetta sá gott út. Tað vil siga, at vit høvdu vunnið okkum eina hálva bátslongd framum hinar báðar bátarnar. Talan var tó ongantíð um, at vit megnaðu at fara frá hvørki Suðuroyinginum ella Havnarbátinum. Men vit kendu okkum alla tíðina vera frammanfyri, og í endaspurtinum vóru vit púra róligir og hildu okkum til tað, sum vit frammanundan høvdu avrátt, at vit skuldu gera, sigur Magnus Norðberg.
Smurdir av
Magnus Norðberg leggur aftrat, at hann ongantíð í sínum róðrarlívi hevur verið ígjøgnum ein sovornan umgang, sum tað hevur verið hesar báðar vikurnar, síðani Suðuroyingur vann á Norðoyastevnu.
– Í heimasjógvi vóru vit rætt og slætt avhølvaðir. Nú kunnu vit ikki siga annað, enn at tað var gott, at Suðuroyingur setti okkum orduliga upp á pláss. Vit høvdu vant nógv, men vit høvdu ikki fingið smálutirnar upp á pláss, sum vit undanfarnu árini hava syrgt fyri. Tí stemmaði tað ikki, og so vórðu vit sektaðir av suðuroyingunum, ið eru sera væl trimmaðir. At vit høvdu tak á tí hesa ferð, vil ikki siga tað sama, sum at tað nú er sloppið. Sum eg segði, so er Suðuroyingurin væl fyri. Serliga merkisvert er tað, at Havnarbáturin er so væl við. Talan er jú um rættiliga tilkomnar rógvarar, men tað kennist sum um, at teir eru betri fyri nú, enn teir vóru fyri einum fimtan árum síðani. Eg havi fylgt við í kappróðri síðani miðskeiðis í níti árunum, og eg havi róð síðani 2004. Í mínari tíð haldi eg ikki, at Havnarbáturin hevur verið betri fyri, enn hann nú er tað, rósar Magnus Norðberg kappingarneytunum, og hann heldur fram:
– Eg haldi, at teir við avrikunum undirstrika yvirfyri teimum, sum eru mitt í tríati árunum, og sum halda seg vera ov gamlar at halda fram við at rógva, at tað við miðvísari venjing, rætta hugburðinum og við besta sosiala felagsskapinum røkkur væl longri hjá orduliga tilkomnum monnum, enn nakar higartil hevur ímyndað sær, at tað skal gera.
Tú heldur ikki, at tit eru favorittar á Fjarðastevnuni, sum leygardagin verður á Skála?
– Vit hava sjálvandi góðan møguleika at vinna. Men eg haldi ikki, at tað ber til at rokna okkum sum meiri upplagdar vinnarakandidatar enn Suðuroyingin og eisini Havnarbátin. Hesa ferð kiksaði tað við endaspurtinum hjá Havnarbátinum. Tað verður betri næstu ferð, og so verður beinanvegin talan um aðra kapping.
Hvussu tá?
– Eg skilti á teimum umborð á Havnarbátinum, at teir bara tóku fimm bekktøk, áðrenn skotið brast. Teir mundu ætla sær eini tredivu tøk. Hetta mundi komast av, at vísningurin hjá bátinum, sum fylgdi róðrinum var ikki nóg góður. Hann stimaði ov frammarlaga. Tað sást á upptøkunum, og tí var tað ikki fyrrenn á sjálvum málinum, at rætti vísningurin í kappingini sást.
Nýtt mál
Jan Herman Hansen er formaður í Róðrarsambandinum. Hann sigur, at málið í Hvalvík var øðrvísi hesa ferð, enn tað var síðst, tá ið tað varð kappast í Hvalvík. Tað kemst av útbyggingum og broytingum á havnarlagnum. Gamli pirurin er burtur, og ein nýggjur pirur er gjørdur.
– Tað er rætt, at tað ikki altíð var samsvar millum veruleikan og tað, sum sást í upptøkunum og tí, sum varð varpað út. Men hetta hevur ikki nakað við Róðrarsambandið at gera. Dómarin er umborð á bátinum, sum siglir aftaná bátunum. Oftast er hann aftanfyri bátin í miðjuni. Vit fegnast um upptøkurnar og útvarpingina, men annars hava vit einki at gera við bátin við upptøkutólunum. Tað er upp til manningarnar og feløgini at seta seg inn í, hvussu róðrarteinurin sær út, og eg rokni bara við, at tað verður ítað av á landi fyri at vita, hvussu tað skal farast fram, sigur Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya.
Stórur fagnaður
Hóast tað ikki gekk soleiðis á Norðoyastevnu, sum tað gjørdi tey bæðí undanfarnu árini, so vóru tað viðhaldsfólk hjá Klaksvíkingi í Hvalvík. Tað sást, tá ið báturin aftur kom á dráttin, og hann var lyftur og lættur upp.
Genturnar umborð á Fípuni Føgru vunnu barnaróðurin, og dreingirnir á Fípuni Føgru vóru nummar tvey.
– At tey ungu standa seg væl er hugaligt hjá okkum eldru í felagnum, og so kennist tað serliga gott, tí ein rúgva av fólki, sum ikki plagar at síggjast í neystinum, eisini møtir upp. Talan er um foreldur og ommur og abbar og onnur, ið varða av ungu rógvarunum. Tað er sera hugaligt, heldur Magnus Norðberg.