árslønini til eina lívrentu. Hetta merkir, at útgoldið verður ávíst útgjald aftur, so leingi ein livir. Á sama hátt sum verandi pensjón. Sagt verður, at tey, ið hava aðra pensjónsuppsparing, sleppa undan tí [...] pensjónirnar, ið tá verða. Um 20 ár, og allíkavæl skal málið skundast ígjøgnum nú uttan at neyðug trygd er fingin fyri, hvat ið henda skal við verandi kapitaleftirlønaruppsparingum. Eg fái meg illa at trúgva [...] er um at keypa sær stemmur frá pensjonistunum. Við verandi skipan fer eftirverandi uppsparing, ið er á kapitaleftirlønartryggingum, til lívsarvingarnar, um ein fellur frá áðrenn alt er útgoldið. Við nýggju
fer ikki dagur, at ikki sami oddamaður Fólkafloksins langar út eftir fíggjarmálaráðharranum ella hann á sín egna ironiska hátt ger ?gjøldur? burtur úr øðrum landsstýrisfólkum. NÚ hava vit so oftani hoyrt [...] Nú tíðin er við at renna út fyri at leggja slíkt uppskot fram tekur andstøðan formann Fólkafloksins á tingi uppá orðið og sigur frá, at hon kemur við einum skattalættauppskoti. Breckmann er skjótur at smoyggja [...] uttan at meina nakað sum helst við tað! Álvaratos - hvat vil flokkurin? Øðrumegin sigur hann seg vera trygd fyri, at almennu útreiðslurnar lækka, hinumegin konstaterar hann bara, at tað øvugta hendir. Hinir
fantastiskt dømi uppá, hvussu lendiseigarar hava skapt karmar fyri vinnuligari ferðavinna. Hetta er úti á Nípu, Trælanípu. Íløgur eru gjørdar í hús, skúr við vesi, stórari terassu. Húsið er mannað fleiri tímar [...] sum varða av jørðini og lendinum, eins og hesi hava rætt til at taka gjøld fyri vinnuliga ferðing, trygd og gongutúrar. Hetta má sleppa at halda fram, tí hetta gevur sanniliga nakað aftur til lokalsamfelagið [...] so er eisini møguligt at skipa fyri øðrum tiltøkum (til dømis "syngið við"), sum lokalu borgararnir á oynni gagna av. Tó ger óvissan um hvussu framtíðin verður, tá tað kemur til gongd í haga, at fleiri
staddur her á ovasta trininum, áðrenn ein er útnevndur til kaptain, so skal ein eisini kunna alt sum kemur fyri umborð á skipi. Jens Christian er 38 ára gamal í dag, og leiðin hjá honum á sjónum er longu [...] skipið í øllum góðum. Niðri á bryggjuni liggja nakrir trossar. Teir eru spildurnýggir, sverir og flættaðir saman. Kranin á keiini er ov lítið til at hiva teir umborð, og manningin á Torm Gertrud sleppur ikki [...] kaki, og vóru tað ikki tær fýra strípurnar á herðunum, sum skulu verða sjónligar, tá skipið er í havn, so sá tú slett ikki á honum, at hann var skipari. Umborð á Tormskipum hava teir ongantíð borið orð fyri
Nú eru nakrir dagar gingnir síðani stórtapið í móti Georgia, men enn síggjast ringar í sjónum eftir ósigurin. Semja er millum manna um, at úrslitið var ikki nóg gott, og tað staðfesti landsliðsvenjarin [...] ógvuliga bólttryggir. Tað er nakað vit eisini hava lagt merkið til, tá vit hava hugt eftir dystinum aftan á. - Og í videoupptøkunum sóu vit eisini, at størsti trupulleikin hjá okkum var, at har eru ov nógvir [...] tað onkutíð hevur verið, staðfestir landsliðsvenjarin. Vónbrotin av teimum ungu Teir nógvu skaðarnir á liðnum til Georgia-dystin høvdu við sær, at fleiri nýggir mans sluppu at royna seg, men Jógvan Martin
hann. Krevur hart arbeiði Sjálvur hevur formaðurin í KÍF-Kappróðri fingist nógv við kappróður, bæði á sjónum og ikki minst í inniróðri. - Eg trúgvi, at við hørðum arbeiði og røttu venjingini kanst tú koma [...] byrjan av. Vit ynskja ein róðrarstíl umframt hugburð og góða ítróttarandan. Hetta leggja vit stóran dent á og brúka nógva orku uppá júst hetta. Tú kanst siga, at tað er eitt serligt “dna”, sum vit ynskja at [...] hjá tær. So leikandi lætt Hann heldur, at hetta eisini sæst aftur hjá KÍF-Kappróðri seinastu árini. - Á stevnum siga fólk, at tað sær so leikandi lætt út, tá okkara bátar rógva. Hetta er ikki av tilvild,
til merkis, at ein stórhvalur leyp leysur úr sjónum stutt aftanfyri bíggjarbátin. Løtu seinni var hvalurin aftur, og eisini tá leyp hann leysur úr sjónum upp á síðuna av bátinum. Hann sást eisini sunnan [...] Leivdir av bátinum funnar Mánamorgunin varð restin av bátinum funnin inni á Tindskriðugjónni. Tað er ein lítil gjógv inni á botninum á Tindskriðubarminum, sum sker seg inn í landslagið millum Tindskriðu og [...] Hetta var góðveðursdagur av teim allarbestu, dýrd á vík og vág og klárur himmal. Alt tyktist at vera friður og eingin vandi. Tað vóru fleiri bátar úr Vágum á Guttamið henda leygarmorgunin 12. juni 1937. Millum
tað verður gagnnýtt ? Vit ráða sjálvir yvir øllum inntøkum ? Vit skipa sjálvir fyri eftirliti og trygd ? Vit samráðast við onnur lond um loyvi til at gagnnýta part av teirra tilfeingi ? Vit samráðast við [...] til eina og hvørja tíð gerast ES borgarar, uttan at vera limir. ? Vit kunnu til eina og hvørja tí og á einum og hvørjum stað kalla okkum Føroyingar ? Vit eru málsliga betri fyri enn flestu fólk í heiminum [...] novembur er sera umráðandi fyri framtíð okkara. Sambandsflokkurin vil áhaldandi tosað søk Føroya fólks á fólkatingi, tí er júst tín stemma umráðandi fyri okkum. Vel SAMBANDSFLOKKIN tann 20. november.
Meðan Al Gore vil halda fram við at brúka amerikanskar hermenn, har tað leikar hart á langt frá amerikanska meginlandinum, vil Bush lata europearar og onnur lond taka sær av "sínum" trupulleikum. Eygleiðarar [...] hvør við sínum eyðkennum og egna "innanstatspolitikki". Sum dømi kann nevnast, at statirnir í USA á nógvum økjum hava sínar egnu lógir, eitt nú er deyðarevsing galdandi í nøkrum statum, men ikki í øðrum [...] megnað at liva upp til summi av teimum lyftum givin hava verið við valini eitt nú um størri sosiala trygd og eitt betri heilsuverk, so eru tað demokratarnir í USA, sum standa fyri flestu av teimum eftir okkara
fyri verandi skipan. Hesi stóru virði í sjónum, sum fólkið eigur, og sum vinnulívið dugir at virðisøkja, er høvuðsorsøkin til, at føroyingar búleikast so væl her á landi. Hóast hesa rímiligu vælferð kundi [...] at ráða yvir – um tað so er óbeinleiðis. Eisini er tað løgið, at man letur hesar leggja okursprís á okkara egna vinnulívsfólk, tá hesi skulu keypa seg inn í vinnuna. Og sum um, at tað ikki er nóg mikið [...] hjálpt sær við at fíggja nýggja starvið? Nei, har hava tit rætt. Tað ber sjálvandi ikki til! Annita á Fríðriksmørk