Nú eru nakrir dagar gingnir síðani stórtapið í móti Georgia, men enn síggjast ringar í sjónum eftir ósigurin. Semja er millum manna um, at úrslitið var ikki nóg gott, og tað staðfesti landsliðsvenjarin eisini eftir dystin.
Nú skal landsliðið skjótt aftur í dyst, og akkurát sama landslið sum í móti Georgia er úttikið til dystin móti Skotlandi.
- Nú er tað soleiðis, at vit velja landsliðið eftir okkara bestu sannføring, og fara tí ikki at broyta meining frá degi til dags.
- Tað var við eini tómara kenslu, at vit fóru av vøllinum fyri viku síðani. Eg segði tá, og kann endurtaka tað nú, at Georgia flutti bóltin væl sína millum og leikararnir vóru ógvuliga bólttryggir. Tað er nakað vit eisini hava lagt merkið til, tá vit hava hugt eftir dystinum aftan á.
- Og í videoupptøkunum sóu vit eisini, at størsti trupulleikin hjá okkum var, at har eru ov nógvir leikarar, ið ikki raka dagin, sum er neyðugt, um vit ætla at fáa eitt gott úrslit móti londunum, vit spæla ímóti.
- Tað er mín ábyrgd sum landsliðsvenjari at eftirmeta øll úrslit. Eg havi ikki hug at burturforklára tapið, men eg má ásanna, at við teimum skaðum vit hava í løtuni, so er landsliðið ikki eins sterkt, sum tað onkutíð hevur verið, staðfestir landsliðsvenjarin.
Vónbrotin av teimum ungu
Teir nógvu skaðarnir á liðnum til Georgia-dystin høvdu við sær, at fleiri nýggir mans sluppu at royna seg, men Jógvan Martin Olsen er ikki nøgdur við teirra avrik.
- Eg eri vónbrotin av, at tá teir ungu leikararnir nú fáa møguleikan at vísa hvør dugur er í teimum á landsliðnum, ikki liva upp til tað, sum vit kunnu rokna við, at teir klára, sigur Jógvan Martin Olsen.
Men hóast teir ungu leikararnir ikki livdu upp til tað, landsliðsvenjarin og helst mong onnur eisini væntaðu av teimum, so hava teir kortini fingið afturval til Skotlandsdystin.
- Vit ásanna, at samlaða avrikið móti Georgia ikki var nøktandi, men vit halda, at hópurin frá seinast hevur uppiborið at fáa ein kjans aftrat, og tí eru somu leikarar úttiknir, greiðir Jógvan Martin Olsen frá.
Stríðsviljin hjá Julian vantaði
At landsliðið helst ikki er so sterkt sum áður, eru tað fleiri, sum taka undir við. Tað er nokk ein partur av orsøkunum til stóra tapið, og landsliðsvenjarin sigur, at vantandi stríðsviljin eisini er ein partur av orsøkini.
- Eg haldi avgjørt, at vit kunnu stríðast betri enn vit gjørdu móti Georgia, tí tá var tað ikki nóg gott - ikki nóg heilhjartað, sigur Jógvan Martin Olsen.
Og vantandi stríðsviljin er eisini høvuðsorsøkin til, at Jógvan Martin Olsen hevur boðsent Julian Johnsson til dystin í móti Skotlandi.
- Julian hevur verið skaddur í eitt ár, men síðani hann varð tøkur aftur, er hann bara vorðin betri og betri fyri hvønn dyst. Hansara vørumerki hevur altíð verið stríðsviljin, sum var størsta mangulvøran móti Georgia. Julian stríðist altíð, og tí hava vit givið honum boð til dystin móti Skotlandi.
Gleðir seg til Skotland
Dysturin ímóti skotum verður leygardagin 2. september, og hetta er ein dystur, sum landsliðsvenjarin sjálvur gleðir seg nógv til.
- Tað vísir seg, at skotskur fótbóltur passar betur til okkum, enn tann eysturevropeiski. Eg rokni við einum 100% avriki frá øllum leikarum, og at vit hava eitt vælvirkandi kollektiv. Og um vit ætla at fáa eitt hampiligt úrslit, so krevur tað eisini, at vit taka av teimum møguleikum vit fáa, greiðir landsliðsvenjarin frá.
- Eg gleði meg til aftan á dystin, har vit kunnu hyggja hvønn annan í eyguni og vita, at hetta var eitt avrik, vit allir kunnu standa inn fyri, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.