Julius Djurhuus
Vættrastígur 5 Tórshavn
Í løtuni arbeiðir landsstýrið við einum pensjónslógaruppskoti, ið bart út sagt kann kallast ein vanærulig viðferð av verandi uppspararum.
Ætlanin er, at øll skulu, í síðsta enda, inngjalda 10% av árslønini til eina lívrentu. Hetta merkir, at útgoldið verður ávíst útgjald aftur, so leingi ein livir. Á sama hátt sum verandi pensjón.
Sagt verður, at tey, ið hava aðra pensjónsuppsparing, sleppa undan tí tvungna inngjaldinum og fáa innkravdan pening útgoldnan aftur. Tó bert um serstakar treytir verða uppfyltar. Tann eina treytin er, at fólk fáa sær eina lívrentu uppsparingarskipan.
Við øðrum orðum strikar landsstýrið verandi kapitaleftirlønartryggingar, ið gjørdar eru sambært rentutryggingarlógini. Hesa striking fremur landsstýrið ikki beinleiðis við einari lóg, men óbeinleiðis við at noyða fólk at siga slíka skipan frá sær. Vit verða noydd at broyta okkara verandi kapitaleftirlønir til lívrentu uppsparing. Hetta er lógarsmíð tá tað er frekast.
Landsstýrið sigur, at arbeiðsmarknaðurin frítt skal samráða seg til pensjónsskipanir, so at hesar líkjast tí, ið landsstýrið setur í verk. Hvat frítt er við hesum, tá landsstýrið longu hevur sett eina avgerðandi treyt?
Landsstýrið skulkar sær undan tí ábyrgd, tað hevur viðvíkjandi verandi rentutryggingarlóg. Teir strika kapitaleftirlønartryggingina óbeinleiðis, tí teir vita, at um verandi lóg beinleiðis verður strikað, so koma allar kapitaleftirlønartryggingar beinanvegin til útgjaldingar. Væl at merkja uttan at lata 35% ella 40% avgjald til landskassan.
Í rentutryggingarlógini stendur, at 40% avgjald verður latið til landskassan, um útgjald fer fram í úrtíð. Um vit brúka argumentini hjá politikkarunum, so skulu vit fylgja andanum í lógini, meiningini við lógini, um ivi er um hana. Meiningin við lógini er, at avgjald verður latið, tá tryggingartakarin uppsigur avtaluna. Einki stendur um hvat avgjald, ið latast skal, um landsstýrið uppsigur avtaluna. Við tí avgerðandi treyt, ið ætlanin er at seta í verk við nýggju pensjónslógini, hevur eingin ráð at hava kapitaleftirlønartrygging. Ein er noyddur at siga hana frá sær. Sostatt hevur landsstýrið í roynd og veru uppsagt verandi kapitaleftirlønartrygging.
Hvørjar eru so tær almennu grundgevingarnar fyri nýggju rammulógini?
Ein grundgevingin er, at um 20 ár orkar føroyingurin ikki at gjalda pensjónirnar, ið tá verða. Um 20 ár, og allíkavæl skal málið skundast ígjøgnum nú uttan at neyðug trygd er fingin fyri, hvat ið henda skal við verandi kapitaleftirlønaruppsparingum. Eg fái meg illa at trúgva hesum.
Onnur grundgevingin er, at verandi kapitaleftirlønartryggingar geva ein stættamun, tá fólk verða pensjon-istar. Hvat ger tað um grannin hevur meiri pening enn ein sjálvur? Er kanska talan um øvundsjúku, ið her drívur verkið? Hví bøtir landsstýrið ikki um verandi møguleikar, ístaðin fyri at skipa soleiðis fyri, at øll noyðast undir somu skip-an?
Grundarlagið undir verandi kapitaleftirlønum verður við hesum tikið burtur, og tað við sera ivasomum grundgevingum. Ein fær ta fatan, at talan heldur er um at keypa sær stemmur frá pensjonistunum.
Við verandi skipan fer eftirverandi uppsparing, ið er á kapitaleftirlønartryggingum, til lívsarvingarnar, um ein fellur frá áðrenn alt er útgoldið. Við nýggju skipanini fellur einki til lívsarvingarnar, men fer beinleiðis í eina pulju, so aðrir pensjonistar kunnu fáa ágóðan av hesum. Hví skulu okkara egnu eftir-komarar ikki fáa henda ágóða? Tað fáa teir við verandi lóggávu.
Tað eigur ikki at bera til í einum nútímans samfelagi, fyrst at leggja serstakt avgjald á fólk og síðani aftaná finna út av, hvussu peningurin skal brúkast. Hetta var í hvussu so er upprunaliga ætlanin, sum so varð broytt í gjár. Nú er ætlanin at innkrevja pensjónsgjaldið fyrstu ferð tann 1. oktober næsta ár. Føroyar høvdu dumpað sum rættarsamfelag, um innkrevjingin varð sett í verk tann 1. januar uttan at neyðug útgjaldslóg varð gjørd áðrenn.
Tað verður oftani sagt, at vit hava heimsins einfaldastu skattaskipan. Mannagongdin í hesum máli vísir okkum, at skipanin eisini er heimsins vandamiklasta. Hon er so einføld, at nýggja innkrevjingin kann setast í verk eftir 10 til 15 arbeiðsdøgum. Spurningurin er, um vit kanska skuldi havt eina lóg, ið skal forða fyri at okkara politikkarar soleiðis misnýta skipanina.