- Vit ynskja, at okkara rógvarar verða uppaldir rætt beinavegin frá byrjan av. Vit ynskja ein róðrarstíl umframt hugburð og góða ítróttarandan. Hetta leggja vit stóran dent á og brúka nógva orku uppá júst hetta. Tú kanst siga, at tað er eitt serligt “dna”, sum vit ynskja at leggja í okkara rógvarar.
Hetta sigur Bergur Robert Dam Jensen, sum er formaður í KÍF-Kappróðri, ið nýliga er vorðið sjálvstøðugt kappróðrarfelag í Kollafirði við góðum neysti og øllum fasilitetum, sum eitt róðrarneyst skal hava.
- Tað harða arbeiðið vísir seg at geva javnast úrslit, og tað trúgva vit uppá – tað at gera og halda tær avtalur, sum tú gert við makkaran hjá tær.
So leikandi lætt
Hann heldur, at hetta eisini sæst aftur hjá KÍF-Kappróðri seinastu árini.
- Á stevnum siga fólk, at tað sær so leikandi lætt út, tá okkara bátar rógva. Hetta er ikki av tilvild, og tí er tað gleðiligt tá tað, vit hava sett okkum fyri, eydnast.
Formaðurin heldur, at reyð/guli róðarstílurin er úrslit av miðvísum og málrættaðum arbeiði, sigur formaðurin í KÍF-Kappróðri, sum er spentur til restina av róðrarárinum.
Í FM-róðrinum hevur KÍF-Kappróður tríggjar manningar tilmeldaðar.
- Síðsta ár høvdu vit eina blandaða dreingja-og gentumanning í barnaróðri við 5-mannafarinum Kolli, men í ár eru hesi vorðin ov gomul at luttaka her, so genturnar eru fluttar upp í 14-16 ár. Tveir av dreingjunum eru eisini fluttir upp í 14-16 ár saman við fýra øðrum dreingjum og nýggjum róðursmanni.
- Samansetingin av dreingjum við Kolli er tískil spildurnýggj, sum hann tekur til.
Kjósin við gentum er trífaldur FM-vinnari undanfarin ár, eitt ár í bólkinum 14-16 ár og tvey ár í bólkinum, 17-18 ár.
- Tá tað verður sagt, at fleiri av teimum bátunum, sum gjørdust FM-vinnarar í fjør, ikki eru við í ár, kann tað skiljast sum, at hesir bátar als ikki eru við í ár. Kjósin verður sjálvandi við.
Bergur Robert Dam Jensen sigur, at hesar gentur hava verið rættiliga óførar.
- Tær eru nú fluttar upp í kvinnubólkin, har kappingin er hørð. Her eru fleiri bátar tilmeldaðir, og vit vóna sjálvsagt, at teimum fer at gangast væl, sigur hann.
Krevur hart arbeiði
Sjálvur hevur formaðurin í KÍF-Kappróðri fingist nógv við kappróður, bæði á sjónum og ikki minst í inniróðri.
- Eg trúgvi, at við hørðum arbeiði og røttu venjingini kanst tú koma langt. Skal haldførinum vera lívið lagað, so krevur kappróður ikki minst røttu fyrireikingina og moralin, sigur formaðurin.
Bergur Robert Dam Jensen vísir á, at málið hjá KÍF-Kappróðri ikki neyðturviliga er at hava so nógvar rógvarar og manningar sum gjørligt.
- Vit ynskja í fyrsta lagi at røkka øllum rógvarum hjá okkum soleiðis, at hesin reyði tráðurin kann náða ígjøgnum. Tað snýr seg líka nógv um at javnstilla tann minsta við tann størsta og tann eldsta við tann yngsta. Soleiðis fáa vit møgleika til, at øll geva til felagsskapin, sum eigur lívið í einum.
Hann sigur, at eingin hevur størri virði enn ein annar, men hetta krevur fyrireiking og hart arbeiði, sigur formaðurin í KÍF-Kappróðri.
Hann leggur aftrat, at eitt er gleðin, tá tað gongst væl ítróttarliga, men tann mest gevandi løtan er, tá tú sært, hvussu hesi ungu fólkini mennast saman við teirra leikluti í felagsskapinum, og hvussu tey vilja og tíma kappróðurin við lív og sál.
- Tá gongur samveran og tjóðarítrótturin uppí eina hægri eind, sigur Bergur Robert Dam Jensen.
Fakta
KÍF-Kappróður
Tilmeldingar:
Kollur (Gentur 14-16 ár)
Kollur (Dreingir 14-16 ár)
Kjósin (Kvinnur)
Kappróðrarblaðið, sum hevur verið í Sosialinum, kann lesast við at trýsta her












