ungdóms- og manndómsárini, fellur ikki lætt, men eg ynski at royna at festa á blað nøkur orð um mín kæra vin. Tung vóru boðini eg fekk hendan morgunin, tá elsti sonur okkara ringir og sigur, ”Babba, Jóa er deyður [...] eisini troysta og styrkja tykkum. Við hesum fátøku orðum ynski eg at lýsa frið yvir minnið um mín kæra vin Jóa. Sámal.
Góði Ragnar, tað kom dátt við at hoyra, at tú so brádliga ikki er ímillum okkum meira. Vit báðir hava kent hvønn annan næstan heila lívið, eisini hava vit búð saman eina tíð á Lærlingaheiminum Nørre S
altíð setti títt álit á. Tað er so ómetaliga undarligt at sita og skriva minningarorð um teg mín góða vin og starvsfelaga, sum eg havi skrivað so nógv annað saman við – t.d. undir lestrinum á Danmarks Jou [...] tú hevur altíð verið ein stórur og góður partur av okkara húsarhaldi. Vit hava øll mist ein kæran vin, og eg havi mist eitt vinalag, sum gongur meira enn 30 ár aftur í tíðina. Øll tíni kæru hava mist ein
Var staddur til arbeiðis umborð á Ternuni, táið eg fekk boð um, at tað flaggaði í hálvari stong um allan Tvøroyrar bý. Síðani komu hesi ófrættaboð, at Anders var farin handan sýnina. Alt steðgaði upp
nærum dagliga. Sjáldsama ríka persónligheitin hjá Eivind gjørdi hann eisini til ein sjáldsama góðan vin. Eivind var ein trúfastur vinur og ein stuðlandi vinur. Hann var bæði djúpur og skemtingarsamur, ja [...] Eftir at Eivind doyði, er tað vorðið enn týðiligari fyri mær, hvussu heppin eg var at hava ein tílíkan vin í mínum lívi, og eg kenni eitt stórt takksemi. Eivind og eg vóru ung, tá ið vit komu at kennast, og [...] sterka rættvísiskenslu hann hevði. Men eg velji at enda her við at lýsa frið yvir minnið um mín kæra vin, Eivind Andreas Warberg. Og sólin rísur enn Men hon er ei hin sama Ókennilig og fjar Bert viknandi
Nú er ein tíð fráliðin, síðan Signar brádliga tann 30. august í fjør andaðist einans 39 ára gamal. Tað, at Signar ikki er ímillum okkum longur, kennist heilt óveruligt og sum ein stór sorg. Eg minnist
har, og altíð smílandi. Ja, nógv eru minnini og góð. Vit fara altíð at minnast Høgna sum okkara góða vin og altíð fer hann at liva í hjørtum okkara. Dagurin kom, tá hann skuldi til ta síðstu próvtøkuna og [...] svárt er tað hjá tykkum, sum eftir sita. Tit hava mist ein góðan son, beiggja, ommu- og abbason og vin. Vit í 2HH 2003 vilja hervið takka familjuni hjá Høgna fyri, at vit kundu koma til Havnar at vitja
hetta upplivdi Randi, at hennara kæru og vinfólk settust við síðu hennara, og tosaðu við hana, sum vin til vin, hvar tey kendu, at vinurin Jesus var til staðar. Tað er svárt, og ein stórur tómleiki er eftir [...] skilnaður ei er, og inntil tá ? farvæl! Við hesum orðum vilja vit lýsa frið um okkara góða og trúgva vin. Hjalgrim
okkum. Í 1999 byrjaðu vit í 1. flokki saman í Argja Skúla, og hetta gjørdist byrjanin upp á okkara vinarband. Julianna var røsk og pligtuppfyllandi í skúlanum, serliga dámdi henni væl støddfrøði [...] litir. Góða Julianna, túsund takk fyri alt tú hevur verið fyri okkum. Tú hevur verið ein fantastisk vinkona, og vit eru sera takksamar fyri at hava lært teg at kenna. Vit fara at gera okkara fyri, at Jógvan
farin til Gud, sum gav hann.”(Prædikarin: 12,7) Við hesum orðum vilja vit æra og minnast okkara kæra vin og granna Eivind Niclasen. --- Grannarnir fyri norðan