Minningarorð um Sólrun Laksáfoss

f. 27.03.1955 – d. 30.10.2010

Gráar illsligar aldur bróta niðri á Sand. Bróta niðan ímóti fjálga heiminum í Gjógv­­ará­túni, sum hevur mist ein av sínum kæru - Sól­­run Laksá­foss gjørdist bert 55 ára gom­ul, nú hon fór heim.
Lívslagnan hjá Sólrun hev­ur ikki bert verið merkt av undanvindi. Andróður og tungur kampur gjørdist tíðliga ein barskur verðuleiki hjá familjuni Laksáfoss. Bert 44 ára gomul gjørdi kreftin vart við seg. Í apríl ´99 vitjaðu tey bæði Laksáfoss Rikissjúkrahúsið á fyrsta sinni - og eftir hetta hava tey ofta tikið hesa tungu leið í lívsins stóru óvissu. Vitanin um at vit einki vita, hava Sólrun og Páll merkt tættari upp á sín kropp enn flest onnur.
Sólrun var á mangan hátt eitt sermerkt menniskja, eitt menniskja ið við síni lívs­gleði og útstrálan hevur givið okkum so ótrúliga nógv at hugsa um og at takka fyri. Sólrun sannaði og livdi eftir lívs­settn­ing­in­um "bert ein dag, eitt bil ísenn eg fái" hon nýttið hvørt eitt sekund Harrin gav henni - og hennara partur av lívsins vilja lá ikki eftir - ein sermerktur lívsfightari.
Sólrun stríddist, hon misti førleikan, men ongantíð tók hon synd í sær sjálvari, var positiv, segði ofta "at tað eru nógv, sum hava tað verri enn eg".
Sólrun var ein stolt kvinna! Hon fór ikki í hvat sum helst, var altíð væl ílatin, elskaði góð klæðir og smúkkur. Nýliga fekk hon Georg Jensen oyraringar frá Páll, sum hon var serliga glað fyri.
Góði Páll, tú vart við hennara lið øll hesi ár. Títt tolsemi, títt innlit í hennara sjúku og ikki minst tín stóri kær­leiki til Sólrun hevði eingin mørk og vart tú henn­ara eitt og alt - ja, Sólrun'sa "yndlings-laksur", sum hon ofta tók til.
Bárður og Eyðun, tit hava mist eina góða mammu. Bárður, Ebba og Durita tit skula vita, at eg havi ongantíð tosað við stoltari ommu enn Sólrun!
Góða Jannet, tú vart Sólrun so ómetalig góð vin­kona. Títt elskuliga lyndi og títt stóra hjarta, fløvaði og ríkaði Sólrun til tað allar­síðsta.
Aldurnar minka niðri á Sand, meðan øll minnini renna fram fyri meg. Hugna­ligar løtur hjá Magnu, har børn okkara vóru í pleygu. Páskatúrur til London, Norð­oyastevna í Rom, kvinnu­túrur í Bulgarien, silvur­brúd­leypsdagur tykkara, har vit vaktu tykkum við sangi, tín fimmti ára føðingardag, sum bleiv hildin í Lonini, ja tú vart bert heima til hendan stóra dagin - strævnir dagar við ógvusligari viðgerð vóru fyri framman á Ríkis­sjúkra­húsinum. Hóast hetta sat tú til háborðs, sá út sum ein drotning og veitslan stendur enn sólaklár fyri okkum.
Okkara tankar fara fyrst og fremst til tín góði Páll og synir tykkara, Bárður og Eyðun, sum hava mist eina góða, fjálga konu og mammu. Lítli ommusonurin hevur mist eina ommu, sum hann ikki fer at minnast. Elenora og Edvard, tit hava mist eina góða systir, og tú Ruth misti eina svigerindu, sum tú altíð var klár at rætta eina hjálpandi hond. Saknurin er stórur hjá familju, vinum, grannum, og annars teimum mongu, sum kendu Sólrun. Harrin styrki tykkum og okkum øll í sorgini.
Við hesum orðum fara vit at lýsa frið yvir minnið um Sólrun Laksáfoss.
---------------
Vinir undir Blábjørg