alnótini hava kinverjar longu prógvað«, segði Jenis av Rana. Vit eru óendaliga heppin, at vit eiga so mergjaðar menn sum Jenis av Rana, Kára P. Højgaard og Jákup Mikkelsen. Hvat hevur Várharra ikki veri framsíggin [...] um teir fáa makt sum teir hava akt. Tað er at sensurera alnetið. Hvørki meir ella minni. Sensurur er sostatt ikki nakað, sum prestastýrið í Iran ella kommunistastýrið í Kina hava einkarætt upp á, nei, tað [...] paradís í Føroyum og steðga massivu fólkafráflytingini. Tá ongar rumpur ella boppur meiri eru at síggja, hvørki á bensinstøðum ella á alnetinum, tá verður alt gott, øll verða glað, og eingin fer at rýma
farnu dagarnar hava fleiri tingfólk gjørt viðmerkingar til ætlaða fasta sambandið í Sandoynna. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður hevur noterað sær, at fleiri av viðmerkjarunum nú hava gjørt seg til ivarar [...] er samanberingin vid Hovstunnilin eisini skeiv. Fyri trimum árum síðani varð politisk avgerð tikin um at gera tann tunnilin. Í samband við fíggjarlógararbeiðið bað Bjarni Djurholm tá um neyðuga peningin [...] so hví ikki eisini í Føroyum? Við sunnari fornuft verður landið best útbygt, nýta vit teir møguleikar sum eru – vid skili, sjálvandi, sigur Bjarni Djurholm. Annars vísir Bjarni Djurholm á, at játtanin
Uppaftur meira áttu vit at vanda okkum, tá tað ræður um ein mann, ið tímir at koma uttanífrá til klettarnar at arbeiða við føroyskari fornfrøði. Hvar bleiv okkara blíðskapur sum fólk av, sum vit ofta erpa okkum [...] leitt nýtt hús og at tað gamla verður niðurrivið. Hvat er so til ráða at taka, tá lógin forðar býráðspolitikaranum og hann slotar, at her eru nakrar atkvøður at heinta til komandi val. Vit mugu fáa la [...] tiltakið verður hjá teimum. Hvussu skal maðurin yvirhøvur sleppa at arbeiða undir slíkum korum? Hava vit havt tað so fram úr gott fornfrøðiliga sæð undir undanfarna landsfornfrøðingi, sum hevði starvið
Tórgarð 1923-2023 Tá ið vit í dag steðga á at minnast, at Axel Tórgarð hevði verið 100 ár 31. mars, er tað tí, at vit vilja varpað ljós á tað stóra arbeiðið, ið Axel Tórgarð hevur gjørt, tá ið talan er um [...] var eisini virkin á øðrum økjum, tá ið talan er um annað skrivligt arbeiði, sum eisini hevur ríkað mál og mentan okkara. Tað lata vit liggja hesa løtuna. Í dag lesa vit nakrar tekstir úr bókum, ið Axel [...] stytsta ritið ella bókin í Apokrýfunum. Tær eru 11 í tali. Tá ið vit umrøða Bíbliuna, ta Heilagu skriftina, nevna vit serliga tvey sløg av skriftum. Tað er tær kanónisku og tær apokrýfisku. Um hesar bøkur
skipaðan bústaðarpolitikk. Vit eiga at seta okkum spurningin, um vit framhaldandi skulu byggja hvør sítt hús og harvið lata tað upp til hvønn einstakan at finna sær bústað, ella vit vilja skipa ein bústað [...] møguleikar eru hjá øllum. Um vit velja at lata standa til, so kunnu vit vænta, at bæði leigu- og húsaprísirnir fara at hækka enn meira. Tá verða tað tey háløntu, sum hava møguleika at útvega sær bústaðir [...] tað møguligt at byggja og reka leiguíbúðir.Vit mugu skapa møguleikar soleiðis, at vit veruliga kunna velja, hvussu vit skulu búseta okkum, vit mugu burturúr okkara siðbundna hugburði, at hvør einstakur sjálvur
brot er í sjálvum sær eitt listarverk. Filmurin snýr seg um eina tíð, har fólk hava mist trúnna uppá nærum alt. Fólk hava mist trúnna uppá seg sjálvi, evni síni og møguleikan at forma síni egnu livikor [...] uppá. Ein ferð fylt við iva, meðan tíðin gongur og gerst alt knappari. Vit møta nógvum fólki í ymiskum umhvørvi, sum ikki altíð hava nakað við hvørt annað at gera. Á eini jarnbreytarstøð hevur ein maður [...] Elskaður veri tann, ið er svangur og tystur, men hvørki hevur hungur til at sløkkja tosta sín ella tosta til at metta hungur sín Er tað synd í menniskjanum? Hvat kann meniskja gera við skuldina. Tá Kalle
okkum eldru, tá næsta ættarlið vísir seg at taka við, og tað aftur ýður av børnum her um leiðir. Treyðugt so at hús ikki vera seld, fólk falla frá og onnur taka við, men vit og Jógvansa hús hava so verið góðir [...] fróðarfrólk, og hava mong fólk ávegis til okkara mangan steðga sera leingi við garðin hjá Jógvani at práta um lívsins mongu viðurskifti, ikki minst um søgu, mentan og ættarbond. Sjálvi hava vit havt so mangt [...] nær. Friður veri við minninum um Jógvan Petersen. P.S.Kendu vit Jógvan rætt hevði hann staðiliga frábiðið sær slíkan háva, tíansheldur umtalu, men tað verður hervið kortini gjørt; tað hava hann og hansara
størstu kommunu. - Mín uppgáva sum formaður verður at slóða fyri, at vit í Tórshavnar kommunu hava góð og vælskipað havnaløg - tað veri seg til bæði farmaskip, ferðafólkaskip, fiskiskip, ferjur og bátar [...] bráðfeingistørvin hjá bátaeigarum í høvuðsstaðarøkinum. - Vit hava eisini nøkur nýggj vinnuøki, eitt nú á Sundi, sum er bygt við tunnilsgróti, og vit vóna, at okkurt kann spyrjast burtur úr, sum tíðin gongur [...] kommunuvalinum hin 10. november í fjør varð Kári Johansen valdur í Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin. Tá býráðið skipaði seg og mannaði nevndir, gjørdist 50 ára gamli, Kári Johansen, ið starvast sum spre
varðveita sín rætt. Tað ber VÆL til. Gev teimum ikki lítlafingur Miðflokkurin hevur ávarað, vit ávara nú og vit fara framhaldandi at ávara um skeivu gongdina. Okkara sjónarmið er, at altjóða felagsskapurin [...] valevnum Miðfloksins. Her eru ikki tvær meiningar. Miðflokkurin ætlar tí í eini komandi samgongu, sum vit vónandi verða partur av, at broyta hjúnabandslógina aftur. Skeivleikarnir skulu rættast ongantíð ov [...] øllum okkara samfelagsbygnaði. Stórur partur av okkara lógarverki tekur støðu til hesa kjarnueindina. Veri tað seg skattalógin, barsilslógin, pensjónslógin, fólkaskúlalógin, barnaverndarlógini v.m. Tey, sum
flokkar taka valdið, verður tann fría pressan steðgað. VIT eru avgjørt ikki í eini slíkari støðu, men eftir at bygnaðurin varð broyttur og eftir at vit fingu eina nýggja kringvarpslóg, komu teir almennu [...] maðurin, at ein nevnd skal hava ábyrgdina, eins og í einum partafelag. Hetta er óivað ein gongd leið, men so er eisini neyðugt, at nevndin er fullkomiliga óheft. Hon má hava skil fyri fíggjarviðurskiftum [...] ikki sigast annað, enn at hetta er skilagóð hugsan. ?Pressan? er ein av stólpunum í fólkaræðinum. Tað veri seg tann skrivaða pressan ella tann luftborna pressan. Uttan eina fría pressu er altíð vandi á ferð