Tey rýma helst undan øllum ólevnaðinum í Føroyum at finna sær skjól í øðrum londum. Tey fara sikkurt har, sum eingin ólevnaður er, eingi pornobløð ella frí rúsdrekkasøla, og har tað er kravt við lóg, at tey skulu biðja fleiri ferðir um dagin. Hvat hevði tað ikki verið deiligt, um Føroyar vóru eitt tílíkt paradís, so høvdu nógv av hesum fólkum helst ikki rýmt.
Men Guds lukkutíð eru tað nakrir mergjaðir garpar, ið royna at stríðast fyri at bøta um hesi viðurskifti (ÚF, 6/10, kl. 18:00). Ein av teimum er formaður í Miðflokkinum, annar formaður í Sjálvstýrisflokkinum, og ein tríði ein fólkafloksmaður. Hetta eru mergjaðir menn, ið taka heimsins trupulleikar í størsta álvara. Teir bróta upp um armar og vilja stríðast fyri at hevja okkum burtur úr pornodíkinum, sum at Ugens Rapport er at fáa á bensinstøðum. Men um forboð fyri at selja nakin fólk á prenti ikki er nokk til at halda Pornoføroyar í skinninum, so fara teir gleðiliga eitt stig víðari, um teir fáa makt sum teir hava akt. Tað er at sensurera alnetið. Hvørki meir ella minni. Sensurur er sostatt ikki nakað, sum prestastýrið í Iran ella kommunistastýrið í Kina hava einkarætt upp á, nei, tað er nettup vegurin fram, halda teir. »At tað ber til at sensurera á alnótini hava kinverjar longu prógvað«, segði Jenis av Rana.
Vit eru óendaliga heppin, at vit eiga so mergjaðar menn sum Jenis av Rana, Kára P. Højgaard og Jákup Mikkelsen. Hvat hevur Várharra ikki veri framsíggin, tá hann setti hesar frelsandi einglar á fold í einum so glataðum landi sum Føroyar.
Latum okkum øll stuðla teimum í at steðga ólevnaði, og at forða fólki í sjálv at velja, hvat er best fyri tey. Tí tað er teir og ikki tey, sum vita, hvat er best fyri tey. Hesir eru teir (sjálv)útnevndu at døma millum livandi og deyð, skapa paradís í Føroyum og steðga massivu fólkafráflytingini. Tá ongar rumpur ella boppur meiri eru at síggja, hvørki á bensinstøðum ella á alnetinum, tá verður alt gott, øll verða glað, og eingin fer at rýma.









