Í Sosialinum og øðrum fjølmiðlum farnu dagarnar hava fleiri tingfólk gjørt viðmerkingar til ætlaða fasta sambandið í Sandoynna.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður hevur noterað sær, at fleiri av viðmerkjarunum nú hava gjørt seg til ivarar í sambandi við tunnilin í Sandoynna.
Tað var nú altíð væntandi, soleiðis virkar politiska skipanin nú einaferð. Tað er altíð lætt at skora nøkur poeng upp á bekostning av tí arbeiði sum ein landsstýrismaður ger, sigur Bjarni Djurholm, sum annars vísir á, at Sandoyartunnilin er partur av samgonguavtaluni og at eitt samt løgting á tveimum fíggjarlógum hevur játtað Vinnumálaráðnum pening at gera alt neyðuga forarbeiðið til tunnilin í Sandoynna.
Løgtingið hevur sostatt farnu árini verið fult greitt yvir, at tunnil í Sandoynna er eitt ovurstórt projekt, sum, umvegis eitt partafelag, fer at leggja hald á stórar árligar játtanir í rúma tíð framyvir.
Annars heldur Bjarni Djurholm, at um vit síggja tunnilin sum eina íløgu fyri Sandoynna og bert meta um hana í ljósinum í tíðarbilinum, har landið árliga skal rinda 60 mio kr, so er ivasamt um tað er ráðiligt at fara undir projektið.
Um vit hinvegin skoða tunnilin í Sandoynna sum eina íløgu í sunnaru Føroyar, har Suðuroyggin fær stytt siglingarfarleiðina til meginøkið við útvið eini helvt, at Sandoyggin sostatt verður eitt nýtt knútapunkt til meginøkid, og vit annars seta íløguna í eitt langtíðarperspektiv, so sær íløgan rættiliga skilagóð út. Og soleiðis eigur hon at vera lýst.
- Onkur politikari hevur kritiserað ætlanina at leggja Sandoyartunnilin í partafelag. Til tað sigur Bjarni Djurholm, at her er júst sami leistur valdur sum í hinum undirsjóvartunnlunum. Tað er als ikki talan um at stovna partafelag, sum fer at geva undirskot, tað er ein missskiljing.
Munurin millum hinar undirsjóvartunnlarnar og Sandoyartunnilin er, at fyrru tunnlarnir eru bíligari við meira ferðslu sum ger, at landið ”bert” hevur skotið um tveir triðingar av íløguni í tey partafeløgini, meðan restin er fíggjað yvir nýtslugjøldini. Í Sandoynna er munurin tann, at talan er um dýrari verkætlan við minni ferðslu sum ger, at landskassans innskotspartur í partafelagið verður væl omanfyri 90%.
Útrokningar vísa, at inntøkurnar frá nýtslugjøldum undir Skopunarfirði í mesta mun fara at rinda raksturin í felagnum og bert smávegis til at gjalda kapitalkostnað, sigur Bjarni Djurholm, sum vísir aftur, at talan er um at stovna partafelag, sum fer at geva hall.
Tí er samanberingin vid Hovstunnilin eisini skeiv. Fyri trimum árum síðani varð politisk avgerð tikin um at gera tann tunnilin. Í samband við fíggjarlógararbeiðið bað Bjarni Djurholm tá um neyðuga peningin, men undir politisku viðgerdini í landsstýrinum, varð játtanin minkað í eina helvt, sum var ov lítið at gera tað tunnilsarbeiðið fyri.
Tí var partafelagsloysnin tikin fram, sigur Bjarni Djurholm, sum eisini tá helt, at talan var um eina kreativa, men tó pragmatiska loysn.
Í fíggjarnevndini var ikki undirtøka fyri partafelagsloysnini. Serliga vóru sambandsumboðini ímóti og endin var, at løgtingið játtaði alla upphæddina upp á vanligan hátt. Tað heldur landsstýrismaðurin eisini vera nógv betri loysnina.
Verður Sandoyartunnilin hinvegin gjørdur sum traditionell íløga av íløgujáttanini hjá Vinnumálaráðnum, krevjast útvið 200 mio árliga í eini fýra ár. Tað kann sjálvsagt gerast, men skal íløgukarmurin upp á um 250 mio kr árliga haldast, so verður lítið og einki til annað íløguvirksemi. So tann loysnin er lítið hugsandi.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at valið at leggja íløgur í partafelag ger, at landið kann fremja verkætlanir, sum annars neyvan høvdu verið gjørdar. Bestu dømini eru Vága- og Norðoyartunnlarnir. Hvør vildi verið teir fyri uttan í dag, kann vera spurt?
Eisini hevur løgtingið tikið avgerð um, at Tekniski Skúlin í Tórshavn verður gjørdur umvegis veðhaldi fyri skúlabyggingini. Hetta er gjørt, tí løgtingslóg heimilar tí og eisini fyri, at henda alneyðuga íløga ikki skal seinka øðrum neyðugum íløgum á tronga íløgukarminum.
Løgtingið má hava tað álit á sær sjálvum, at avgerðir verða tiknar á íløguøkinum, sum yvir ár fara at vísa seg at vera búskaparliga skilagóðar og samfelagsliga mennandi. Hetta verður brúkt í grannalondunum, so hví ikki eisini í Føroyum? Við sunnari fornuft verður landið best útbygt, nýta vit teir møguleikar sum eru – vid skili, sjálvandi, sigur Bjarni Djurholm.
Annars vísir Bjarni Djurholm á, at játtanin til undirsjóvartunnlarnar hevur øll árini higartil verið uttanfyri íløgujáttanina hjá Vinnumálaráðnum. Í nøkur ár herfyri, áðrenn Vágatunnilin varð útgoldin, játtaði løgtingið 52,5 mio kr árliga. Nú er tann játtanin 32,5 mio kr til Norðoyartunnilin, sum verður burtur av fíggjarlógini um fá ár.
Vil løgtingið játta gerð av tunnli til Sandoyar, so skal løgtingið sostatt játta um 30 mio kr meira árliga tá Norðoyartunnilin er goldin, enn gjørt verður í dag. Tað er tað politska valið sum gerast skal, og sum sjálvsagt ikki hevur verðið nøkrum ókunnugt, tá løgtingið samlað hevur játtað pening til alt forarbeiðið til Sandoyartunnilin, sigur landsstýrismaðurin.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vísir eisini á, at ringvirkningarnir av tunnilsgerð svara til ávirkanina, sum eitt meðal til lítið flakavirki hevur á búskapin. Frá hinum undirsjóvartunnlunum vita vit, at arbeiðini, í mun til samlaðu íløguna, eru lítið mannkrevjandi, og at árinini á búskapin tí er samsvarandi avmarkað.
At enda vísir Bjarni Djurholm á, at kanska besta samferðsluíløgan nakrantíð, verdur tunnilin undir Tangafirdi, sum fer at geva sera stórt íkast til búskapin. Útrokningarnar vísa, at við varliga mettari ferðslu, verður eginpeningsavkastið um 15% árliga. Talan verður sostatt um einar 20 til 30 mio kr rum árið.
Tað vera privatir, sum fara at gera íløguna og taka teir tí eisini á seg váðan við íløguni. Hevði løgtingið hinvegin tikið stig til at alment partafelag gjørdi tunnilin og alt hevði gingið sum framrokningarnar vísa, so kundi árliga avkastið, saman við upphæddini sum í dag verður játtað til Norðoyartunnilin, yvir eini 30 ár møguliga bæði fíggjað Sandoyartunnilin og nýggjan flogvøll á Glyvursnesi/Søltuvík.