Fyri eini løtu síðani varð boðað frá grind uttan fyri Boðanes í Havn. Tað eru fólk, sum hava sæð nakað, tey halda vera grind, uttanfyri Boðanesheimið og tískil hava tey boðað frá. Grindin stóð og grindaðist [...] sóu bara kúlurnar koma undan. Løgreglan sigur, at í løtuni eru bátar á veg at vita um talan er um grind, ella um tað er okkurt annað, tey hava sæð.
Júst nú liggja bátar við grind beint uttanfyri Argir. Á løgreglustøðini sigur vakthavandi, at bátar eru hjá grindini, men meira fæst ikki at vita júst nú. Tað er tó greitt, at grindin verður rikin á Sandagerð
Í kvøld hava fólk sæð grind eystanfyri Nólsoynna, men eftir at hava tosað við grindaformenninir í Havn hevur sýslumaðurin tikið støðu til, at einki verður gjørt í kvøld. Ilt er sjálvsagt at siga um grindin
Fyri eini løtu síðani varð ein grind funnin á Hvalbiarfirði, nakað uttarliga í fjørðinum. Men bátar vóru skjótir hjá henni og nú er hon á veg í drápið. Sýslumáðurin sigur, at hon er komin so langt inn
Ein grind verður í hesi løtu rikin inn á Hvalba. Ein trolari fann grindina eystan fyri Suðuroynna og boðaði frá. Fleiri bátar fóru til grindina, sum verður rikin inn á Hvalba. Úr Hvalba frætta vit, at [...] at raksturin gongur væl, og at talan er um eina hampuliga stóra grind. Bæði bátar og vatnskutarar eru hjá grindini, sum gongur sútt og støðugt inn móti landi, sigur heimildarmaður okkara í Hvalba.
Ein grind er funnin nærhendis Tjørnunes, ið er sunnanfyri Norðtoftir, og verður eftir ætlan rikin til Hvannasunds. Heðin í Frammistovu, ið er grindaformaður í Hvannasundi, upplýsir, at tað var ein skj
Um hálvgum seks tíðina varð boðað frá grind út fyri Borðoyavík á Borðoynni. Grindin er nú á Klaksvík Nakrir hvalir eru deyðir í Klaksvík, men grindin er í fleiri bólkum og tykist ring at reka. Ein lítil
Stutt fyri klokkan 13 í gjár fekk løgreglan fráboðan um grind uttan fyri Kjalnes í Kollafirði. Grindaformaður fór á staðið at kanna málið, men staðfesti, at talan var um ein flokk av nísum við ungum, sum
Ein grind er funnin út fyri grótkastinum í Leirvík. Enn er óvist, hvagar hon verður rikin. Vit venda aftur við fleiri upplýsingum skjótast gjørligt....
Fyri lítlari løtu síðani fekk grindaformaðurin í Leirvík, Marius Jacobsen, boð um, at ein grind var funnin nakað norðan fyri Leirvík. - Eg havi akkurát fingið boðini, men eg dugi ikki at síggja nakað enn