Ein lítil grind verður hildin til á Skálafjørðinum í løtuni. Talan er um eina heilt lítla grind, fimm til tíggju hval.
Bátar liggja hjá hennið og royna at reka hana, men sambært fólki á staðnum, so er hon ikki so løtt at fáast við.
Tað eru fleiri bátar hjá grindini og teir royna at reka hana inn eftir fjørðinum.