Tá grindaboð eru í Avstralia, so fara fólk ikki av húsum við knívi og sóknarongli. Tvørtur ímóti fara maður og kvinna av húsum at hjálpa hvalunum til sjós aftur.
Og soleiðis stríddust tey ímóti tíðini í gjáramorgunin í Hamelin Bay statinum Western Australia í Avstralia. 135 grindahval høvdu gjørt landgongd – og næstan allir doyðu. 15 vóru tó á lívi, skrivaði The Guardian.
Tað fekk fólk og djórlæknar at kasta seg út í stríðið at bjarga teimum fáu hvalunum, ið vón enn var fyri. Men uppgávan var trupul.
Eygnavitni greiddu frá, at tey eygleiddu, hvussu tað eydnaðist at baksa ein hval út aftur á djúpt vatn. Men løtu seinni kom sami hvalur innaftur og var skolaður uppaftur á land.
Veðurlíkindini vóru eisini ein avbjóðing, segði bjarginarleiðarin Jeremy Chick við The Guardian.
Tað var ein útróðrarmaður á staðnum, sum fann grindina, sum hevði gjørt landgongd.
Fólk royndu at halda lív í teimum 15 hvalunum – men tað var ikki heilt vandaleyst. Tí hávar hava fingið snevulin av grindini og nærkast strondini.
Myndugleikarnar hava tí sent út ávaring um hávar, so at baðigestir halda seg uppi á turrum.
Tað er als ikki fyrstu ferð, at grind ger landgongd í Westren Australia. Tann størsta grindin higartil varí 1996. Tá gjørdu 320 grindahvalir landgongd.
The Guardian skrivar, at grindahval vanliga eru í tropiskum og subtropiskum farvatni, og vanliga eru teir í flokki upp á minst 100 hval.










