– Vit høvdu grind í trolinum bæði fyrradagin og í gjár, og vit valdu so at taka teir inn í gjár sigur Ási Potts, skipari á Høgakletti.
Tað hendir viðhvørt, at trolarar fáa grindahvalir í trolið. Tað er kortini ikki hvønn dag at tað hendir, og tað hoyrist í hvussu er ikki ofta.
Høgiklettur er móttøkuskip fyri fleiri trolarar, sum fiska á Íslandsrygginum. Tað gongur fyri seg á tann hátt, at Høgiklettur skjýtur trolið, sum síðani verður latið yvir til eitt partrolarapar, sum so tóvar trolið.
Tá tóvið so er liðugt, verður trolið latið yvir aftur til Høgaklett, sum síðani hálar trolið inn og viðgerð veiðina.
– Vit síggja nógva grind her á leiðini, og bæði í fyrradagin og í gjár fingu vit grind í trolið. Og í gjár gjørdu vit so av, at taka teir fýra hvalirnar, sum vóru í trolinum, inn á dekkið, sigur Ási Potts.
Hvalirnir vórðu býttir millum Suðuroying og Rankan, ið vóru trolararnir, sum í veruleikanum fingu hvalirnar í trolið. Teir fingu ein hval í part.
– Restin verður so býtt millum skipið, manningina og fólkið á skrivstovuni, sum eisini fáa eitt kók, sigur Ási Potts.
Hann sigur, at tað er ikki heilt óvanligt, at grindahvalir eru í trolinum, tá tóvað verður eystur úr Fugloynni.
– Men her á Íslandsrygginum er ikki vanligt at fáa grindahval í trolið. Men sum sagt, so sæst nógv grind her um leiðir í løtuni, og tað er jú ikki so galið at fáa grind her, tá tað tykist so trupult at halda grind til í Føroyum í løtuni, sigur Ási Potts.
Tað er at frøast um, at eisini tá grind verður hildin til umborð á skipi, verður rætturin hjá øllum viðkomandi til part av grindini, virdur.
Hoyr samrøðu við Ása Potts við at trýsta á pílin undir myndini.