sjónini, og so varð Gunnar Vatnhamar settur í hansara stað. Tað man vera sjáldan, um tað nakrantíð áður er komið fyri, men nú eru tríggir leirvíkingar millum teir ellivu á vøllinum. Talan er um brøðurnar [...] eftir fríspark eydnaðist at fáa hol á. Lettland legði seg á odda í 25. minutti. Fríspark varð lagt fram úr høgru, stútað varð aftur í høgru, har Janis Ikaunieks á rangstøðumarkinum var púra leysur, tá ið
sum er komið fram í Trivnaðarnevndini, er tað enn einaferð staðfest, at tað er stórur tørvur á fleiri bústøðum í Føroyum – eisini á útoyggj. Tað er ein stórur trupulleiki, at tað er so ringd at seta fyribils [...] Tað er greitt, nú Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at byggja leiguíbúðir á útoyggj. Í hesum sambandi vildi Javnaðarflokkurin hava Løgtingið at samtykkja [...] leigubústaðir á útoyggj. Tey vísa á, at í meira enn 20 ár hevur Útoyggjafelagið heitt á myndugleikarnar, um at tryggja atgongd til bústaðir á útoyggj, soleiðis at næsta ættarlið, og onnur, hava møguleika
onga skuld og eiga eitt sindur á bók. Í so máta eiga fólk ikki at aftra seg við at bjóða seg fram. Fíggjarliga rásarúmið er sjálvandi ikki stórt, tá kommunan er so lítil, men við skynsemi ber væl til at [...] liðug. Talan er um tvinni hús og tvinni reinsiverk, harav verkið í Húsavík er nakað størri enn verkið í Dali. Sjálv útgerðin til reinsiverkini liggur um 1,4 miljónir krónur, og haraftrat koma so húsini, sum [...] lættari at hildið fram. Men, eg havi tikið mína avgerð, og eg haldi, at nú eiga yngri kreftir at sleppa at royna seg. Vit eiga nógv ung og dugnalig fólk í kommununi, sum kunnu bjóða seg fram. Brynhild Sørensen
skift orð um mangt og hvat, sum rørist í bygdini, á útróðri og burturi í haga. Tú fært skjótt varhugan av, at fólkið trívist í bygdini - frá hinum elsta til hin yngsta, og fólk fegnast eisini um tann framburð [...] og tá tú spyrt, hvat teir halda vantar í bygdini, er breið semja um, at Skálavík hevur alt, sum ein bygd eigur at hava. Onkur harmast um, at Elisabeth Myllhamar vegna sjúku hevur latið handilin aftur, men [...] ov langt úr landi, lívur útsynningurin væl, og sunnan ættin lívir eisini fram við landi, sigur hann. Herman Petersen vísir á, at so stutt er út á góðar leiðir úr Skálavík, at tað ikki var óvanligt, at men
inum. Men, áðrenn hon fór í gongd, spurdi verturin, Magnus Magnussen, um hon hevði roynt hetta áður. Tað hevði hon ikki, og nú so nógv var at vinna í kvøld, var spenningurin stórur. Linda Davidsen gjørdi [...] á 12.500 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 37.500 krónur. Hesaferð fór hjólið ein seym fram við gula leypinum. Men, soleiðis var ikki í triðju og seinastu royndini, tí tá steðgaði hjólið nevniliga
fólkini, sum eru so rólig, at tú blívur óróligur av teimum? Soleiðis tók Amariel Norðoy til, einaferð eg gjørdi prát við hann um eina framsýning. Eingin kann ákæra Amariel fyri at vera so róligan, og sjálvur [...] Við avgerðini um at fara á listaskúla beint fyri 30 ára føðingardagin tók lívið hjá Amariel eina nýggja leið. Nú var tað ikki list í ledigum løtum, nú var tað listin fram um arbeiðið. List [...] málningunum, og har tankar um lívið síggjast aftur í skiftandi ljós- og litspæli við fuglum, náttúru og sjógvi. Í samrøðuni við Sosialin segði Amariel Norðoy soleiðis um lívið við listini: – Eg havi
vit til samstarv, (har kommunan veitir lendið og møguliga trygd), við fíggingarstovnar um at fíggja og við Bústaðir um at reka og umsita: - At bjóða út at gera leigu og lutaíbúðir á Frúutrøð - Gera íbúðir [...] grundstykkir, íbúðir og randarhús út, so ein heilur býlingur verður skaptur í senn - Vit bjóða fakfeløgum, stórum fyritøkum og eldrafelagsskapum inn til samstarv um at gera leigu og lutaíbúðir til limir [...] samráðingar til við landið - Gera leigu og lutaíbúðir í Ellisheiminum, tá nýggja røktarheimið er bygt um nøkur ár - Stykkja fleiri grundstykkir út og/ella raðhús og íbúðir í Kollafirði, Nólsoy, Kirkjubø/Velbastað
í Hoydalar, gøturnar í viðarlundini, gøtuna fram við Sandá og ikki minst úti í Havnardali. Meðan vit síggja nógv fólk til gongu ta ljósu tíðina av árinum, so síggja vit ikki mong, nú myrka tíðin hevur tikið [...] svartasta myrkri, og tí tora fólk ikki at ganga har. Tá fólk koma heim frá arbeiði, maturin er etin, so er um summarið tíð til at ganga sær ein langan túr. Men hesa tíðina av árinum ber hetta als ikki til, [...] frá sólorkuni, so loysnin ikki gjørdist ov dýr. Hetta er ein tekniskur spurningur, sum onkur annar dugur betur enn eg. Eg ivist ikki í, at gjørdu við ta royndina við onkrari av gøtunum, so høvdu vit sæð
ein túr í haganum. – Fólkini hugsa seg ikki um, áðrenn tey seta bilin. So fáa vit fráboðanir um hesar bilarnar, ið standa á vegnum, og tá mugu vit finna fram til tey, ið eiga bilin, fyri at fáa hann fluttan [...] løgregluni, so mátti ein patruljubilur út at taka sær av einum trupulleika, ið vísir seg at vera rættiliga afturgangandi. Vaktarleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at løgreglan fekk fráboðan um ein bil [...] ferðsluna. Og tað er eftir øllum at døma ikki nøkur sjáldsom hending. – Tað hendir meira enn so, at vit fáa fráboðanir um bilar, sum standa á Oyggjarvegnum, sigur vaktarleiðarin á løgreglustøðini. Summar tíðir
vita, um barnið er nummar 4 ella 11. Tað má bera til kunna foreldur umvegis annaðhvørt sms-boð ella telefon, so foreldrini verða kunnað ordiliga. Og tað ber ikki til at halda fram sum nú, at um tú ikki [...] ørkymlað, tí tey ikki fáa samskift, so tey eitt nú kunnu fáa at vita, nær og hvar tey fáa síni børn ansað. At foreldur nærmast hvønn dag skulu inn á BARN-skipana fyri at vita um, barn sítt er komið inn ella ikki [...] ikki svarar, so rýkur tú aftur um í bíðirøðini og kanska missir títt pláss. Henda skipanin skal endurskoðast beinanvegin, tá ið eitt nýtt býráð tekur við á nýggjárinum. Øll foreldur eiga at kunna fáa børn