- Tað veit Guð - eg eri púra málleys...

Í triðju og seinastu royndini eydnaðist tað kvinnuni úr Kvívík at raka gula leypin við 400.000 skattafríum krónum í.

 

Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á 1,1 miljón krónur, og tað var Linda Davidsen, ættað úr Kvívík og búsitandi í Havn, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.

Men, áðrenn hon fór í gongd, spurdi verturin, Magnus Magnussen, um hon hevði roynt hetta áður. Tað hevði hon ikki, og nú so nógv var at vinna í kvøld, var spenningurin stórur.

Linda Davidsen gjørdi av at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 400.000 krónum í hvørjum leypi.

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 75.000 krónur. - Eg vil gjarna koyra einaferð aftrat, segði hon.

Í aðru royndini steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 37.500 krónur. Hesaferð fór hjólið ein seym fram við gula leypinum.

Men, soleiðis var ikki í triðju og seinastu royndini, tí tá steðgaði hjólið nevniliga beint á gula leypinum við 400.000 skattafríum krónum í. 

- Tað veit Guð. Eg eri púra málleys. Fantastiskt, segði ein sera fegin, Linda Davidsen, sum soleiðis gjørdist 400.000 krónur ríkari í Gekka-spælinum í kvøld.