Hóast dagurin í gjár var friðarligur hjá løgregluni, so mátti ein patruljubilur út at taka sær av einum trupulleika, ið vísir seg at vera rættiliga afturgangandi.
Vaktarleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at løgreglan fekk fráboðan um ein bil, ið stóð á Oyggjarvegnum. Oyggjarvegurin er landsvegur, og hámarksferðin á Oyggjarvegnum er tískil 80 kilometrar um tíman. Tað kann tí vera rættiliga vandamikið, tá bilar verða settir á vegin, sum kunnu vera til ampa fyri ferðsluna.
Og tað er eftir øllum at døma ikki nøkur sjáldsom hending.
– Tað hendir meira enn so, at vit fáa fráboðanir um bilar, sum standa á Oyggjarvegnum, sigur vaktarleiðarin á løgreglustøðini.
Summar tíðir eru tað bilar, ið eru uppsteðgaðir, men ofta verða bilar eisini settir í vegjaðaran, tí fólkini í bilinum fara at ganga ein túr í haganum.
– Fólkini hugsa seg ikki um, áðrenn tey seta bilin. So fáa vit fráboðanir um hesar bilarnar, ið standa á vegnum, og tá mugu vit finna fram til tey, ið eiga bilin, fyri at fáa hann fluttan.
Tað hendir seg eisini, at tað verður neyðugt hjá løgregluni at fáa fatur á sløkkiliðnum at flyta bilarnar.
– Onkuntíð mugu vit flyta bilarnar, og tá verður tað gjørt fyri eigarans rokning, sigur vaktarleiðarin á løgreglustøðini.