herðaklapp og kanska sum eina ábending um, at man er við at gerast gamal í fakinum. Eg haldi, at tað gekk hamuliga væl, men eg hugsaði ikki so nógv undir dystinum um, at tað var eg, sum var liðformaður. [...] Todi hevði onkrar møguleikar at skora, men tað eydnaðist ikki hesa ferð: ? Tá tú hugsar aftur á støðurnar, so stingur spurningurin seg altíð upp, um tað nú hevði borið til at gjørt okkurt øðrvísi. Tá [...] kom eitt sindur út í høgru og hevði Neil Sullivan fyri mær, gjørdi hann seg uppaftur breiðari, enn hann er, og sum aðrir royndir málverjar, so líka sum tvingaði hann meg at skjóta, har hann vildi hava meg
fagnaðin yvir góða avrikið og um, at tað eydnaðist at vinna eitt stig soleiðis, at TB nú hevur 14 stig og er sjey stig frá níggjunda plássunum, so harmast teir á Tvøroyri um, at málverjin Frederik Mehder [...] pínudoyvandi er talan sum oftast ikki um aðra viðgerð, og rivjabeinið veksur saman aftur. Tí man tað vera sannlíkt at siga, at Frederik Mehder ikki verður førur fyri at verja málið fyrr enn í fyrsta lagið [...] síðstu ferð við Stórá í dag, og máltalvan framvegis vísti 0-0. -Eg eri stoltur av mínum monnum. KÍ er topplið og eitt gott fótbóltslið. Men í dag vístu mínir menn, at tað ber til at fáa stig frá teimum
vápnaðar menn. Teir halda yvirhøvur til har vesturi í landinum, og har halda fólk lítið um Hamid Karzai, forseta. Soleiðis er eisini har suðuri í landinum, har leivdir av tí gamla Taliban-stýrinum framvegis hava [...] norskt farmaskip í Arabiska Havinum, men tað eydnaðist manningini at reka teir aftur. Í fjør lupu sjórænarar tólv ferðir á norsk skip, skrivar ANB. Tað er serliga í Malakkasundinum, Suðurkinesiska Havinum [...] Havinum og á havleiðunum við Indonesia, at sjórænarar gera um seg, men tað hendir eisini meiri enn so, at skip verða álopin úti fyri nigerisku strondini. Bók kostaði høvundi lívið Herfyri varð russiski t
av rating rætta vegin. OL-liðið verður um skamma stund úttikið og spennandi verður at síggja endaliga liðið. Einki er avgjørt enn, og serliga verður nógv kjakast um 5-6. borðini. Seks telvarar verða úttiknir [...] tí nú helst brotið 1800-múrin. Umframt hetta skarvslop fær Helgi eitt altjóða ratingtal áljóðandi umleið 2130. Flott, men tó ikki serliga óvæntað, tá vit nú vita um hansara góðu talvtalentir. Flóvin og Eyðun [...] Nilssen, Heini Olsen, Martin Poulsen og Flóvin Tór Næs. Hvørjir teir seinastu tveir verða, er ilt at meta um, eftirsum teir eru rættiliga javnir í rating: Hans Kristian Simonsen, John Rødgaard ella Olaf
at gera við, at hann er vorðin 27 ára gamal og at sóknast verður eftir einum yngri sangara. Hørð kapping Tað er danska sjónvarpsstøðin TV2, sum fer at senda Popstars. Hugskotið er at skipa fyri eini opnari [...] Tónleikur Jens Marni Hansen er nú liðugur í donsku sangkappingini Popstars. Týsdagin fekk hann boð um, at hann verður ikki millum tey seinastu 10 fólkini frá umfarinum í Keypmannahavn, sum fara víðari [...] víðari í kappingini. - Eg havi ikki droymt um at vinna hesa kappingina, men eg hevði vónað, at eg kundi koma eitt stig longur. Tá tað er sagt, so eri eg sera væl nøgdur við, at eg eri komin so mikið langt, sigur
spennandi, og eg trúði, at Sámal Jóhannes fór fram um meg tá, men tað eydnaðist honum so ikki, sjálvt um hann mangan undir venjing hevur víst nógv meira, enn hann vísti í kvøld, segði Heri Vestergaard, ið [...] So fekk hann sproytuna. Um nakar av álvara hevur granskað í sumbiarstyrkini, vita vit ikki, men staðfestast kann í øllum førum, nú vit skriva 2009, at eingin er sterkari enn sumbingar. Vit skriva í fleirtali [...] fleirtali, tí tá kappingin um at gerast Føroya Sterkasti Maður var í ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið, vóru tað ikki færri enn tveir sumbingar, ið vóru sterkari enn hinir sjey, teir kappaðust við.
fyri okkum. Vit hava bara hugsað um túrin til Gladsaxe. Nú fara vit at hugsa um og fyrireika okkum til næsta dystin, staðfesti John Faxe Jensen. Hóast liðið hjá honum er evni til niðurflyting, so verður [...] í stólinum, enn venjarin hjá Herfølge ger tað. Fyri ikki so langari tíð síðani varð sáttmálaskeiðið longt, soleiðis at tað er galdandi trý ár afturat. Næsti dysturin, sum Faxe sipaði til, er tann komandi [...] sunnudagin var tað hjá AGF. Teir taptu 5?1 í Aalborg. At siga at tað varð tosað um avrikið hjá AGF, er ikki rætt. Tað varð heldur tosað um, at AGF var púra máttleyst. Fyri Herfølge og teirra møguleikar fyri framtíðar
annað enn at tað eydnaðist. Leikararnir á Tvøroyri eru ungir og sera evnaríkir og hava vunnið nógvar kappingar í yngri deildunum. Men munurin millum yngri deildirnar og vaksnamannadeildirnar er stórur [...] tær ikki minni enn 15-2. Enn eitt tap til Drátt, sum nú hevði ein dyst eftir á »Føroya-túrinum« ? tann móti TBb. Og her vísti Dráttur, at hóast ein hevur tapt tveir dystir á rað, so er ikki øll vón burtur [...] Harafturat hevur TBa spælt ein dyst færri enn Dráttur og tað merkir í stuttum, at vinna tær tann dystin, so fara tær framum Drátt og yvirtaka teirra triðjapláss. Um tað so er nóg mikið til eisini at hótta Fleyr
síðani 1955 burtursæð frá einum tíggju ára longum steðgi. Í fjør eydnaðist tað at fáa partarnar at semjast, men kortini er ikki friður enn. Hetta kríggj hevur kostað umleið hálva triðju milliónir mannalív, [...] nógv um seg í stórum pørtum av Afrika, at sjúkan er vorðin ein hóttan fyri friðin í økinum. Eisini hetta hevur trygdarráðið hjá ST umrøtt, og Kofi Annan hevur eisini sagt seg stúra fyri tí, sum er í ferð [...] aðrastaðni í heiminum, annaðhvørt tað so er orsakað av kríggi, hungri, turki ella øðrum. Tí ein sannroynd er tað, at síðani annan jóladag hava vit lítið og einki frætt um viðurskiftini hjá hesum neyðstøddu.
Tarira, undir leiðslu av Sunleif Rasmussen, framførir hetta vikuskifti verk eftir tónaskaldið Arvo Pärt. Arvo Pärt er føddur í 1935 í Estlandi og er ein av mætastu núlivandi tónasmiðunum í heiminum innan [...] Tjaldrið kemur Leygardagin er Grækarismessa, og tað skal geva okkum vónir um, at ljósari og heitari tíðir eru fyri framman. Í øllum førum kemur tjaldrið nú aftur til landið, og tað verður hildið við g [...] fóta sær? Tveir ósigrar á rað í Premier League eru alt annað enn vanligt hjá stórfelagnum Manchester United, og nú teir aftur skulu spæla, er stórdystur ímóti Arsenal á skránni. Tey bæði fremstu feløgini