Góð føroysk úrslit í Keypmannahavn

Tað varð um reppið, at Flóvin Tór Næs vann sær sín næsta IM-norm í stóru Politiken Cup kappingini, sum varð leikt í juli/august mánaða. Tað varð John Arni Nilssen sum koppaði Flóvini í seinasta umfarinum.

Seks føroyingar royndu seg í tiltiknu summarkappingini, sum eftirhondini er vorðin ein fastur táttur hjá mongum sterkum stórmeistarum kring knøttin, eins og fleiri føroyingar luttaka á hvørjum ári.
Føroyingarnir í ár vórðu: John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs, Eyðun Nolsøe, Herluf Hansen og feðgarnir Andrias Ziska og Helgi D. Ziska. Seinast nevndi, 14 ára gamli unglingaføroyameistarin og føroyameistarin í snartalvi herfyri, fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í Politiken Cup. Umleið 200 ratingstig vinnur hann sær og hevur hann tí nú helst brotið 1800-múrin. Umframt hetta skarvslop fær Helgi eitt altjóða ratingtal áljóðandi umleið 2130. Flott, men tó ikki serliga óvæntað, tá vit nú vita um hansara góðu talvtalentir.

Flóvin og Eyðun
Tíggju umfør skuldu telvast, og tá kappingin var komin helvtarleið, var tað serliga Flóvin og Eyðun sum skaraðu framúr av føroyingunum. Báðir máttu lúta móti navnframa stórmeistaranum Beliavsky (2667), men als ikki uttan dyst. Báðir høvdu javnleikin í nánd.
Stigini skolaðu annars inn hjá OL-aspirantunum báðum, og báðir høvdu eisini normar í eygsjón. Eyðun skuldi eitt skiftið hava hálvtannað stig av tveimum, men tapti í 8. umfari og kjansurin reyk. Flóvin hinvegin hevði gyltan møguleika í seinasta umfarinum tá hann hitti eittaran í Føroyum, John Arna Nilssen. Við hvíta fólkinum fekk Flóvin leikt seg til eina góða støðu, men John Arni valdi helst við vilja at leika opið og risikokent, og við eitt leyp Flóvin í eina fellu í miðspælinum og gavst. Kravið hjá Flóvini fyri at fáa norm var at vinna.
Við sigrinum eydnaðist tað John Arna at verða fremstur av føroyingum. 7 stig og eitt deilt 14. pláss av 237 luttakarum bleiv úrtøka hansara. John Arni hitti ikki eins sterka mótstøðu sum Flóvin og Eyðun. Eyðun fekk 6,5 stig meðan Flóvin fekk 6 stig.
Helgi D. Ziska hevði sum sagt eina framúr kapping og endaði hann omanfyri 50 %. 5,5 stig telvdi hann seg til ímóti væl sterkari mótstøðu. Herluf Hansen hevði eina miðalgóða kapping við 5 stigum. Formaðurin í Talvsambandinum, Andrias Ziska, fekk 4 stig. Vinnararnir av Politiken Cup 2004 vórðu GM Darmen Sadvakasov, GM Leif E. Johannesen og GM Nick de Firmian við 8 stigum.

Gott comeback
Samanumtikið góð føroysk úrslit. Serliga væl má tað kennast væl hjá Eyðuni, sum undan Politiken Cup endaði aftastur í sterkari IM-kapping í Århus, har hann fekk 2 stig av 9 møguligum og misti umleið 10 ratingstig av sínum framanundan 2211. Við úrslitinum í Keypmannahavn ognaði Eyðun sær umleið 30 ratingstig. Eins og Eyðun fær Flóvin fitt av rating rætta vegin.
OL-liðið verður um skamma stund úttikið og spennandi verður at síggja endaliga liðið. Einki er avgjørt enn, og serliga verður nógv kjakast um 5-6. borðini. Seks telvarar verða úttiknir og fýra teir fyrstu eru helst tryggjaðir: John Arni Nilssen, Heini Olsen, Martin Poulsen og Flóvin Tór Næs. Hvørjir teir seinastu tveir verða, er ilt at meta um, eftirsum teir eru rættiliga javnir í rating: Hans Kristian Simonsen, John Rødgaard ella Olaf Berg.
Fylgið við OL-gongdini á www.faroechess.com. Helst verður meir at frætta í komandi viku.
Í løtuni luttekur John Arni í stórmeistarakapping í Budapest, First Saturday kappingini. Í IM-bólkinum royna Rógvi W. Rasmussen og Flóvin seg. Meir um hetta í næstu talvgrein.