við liðfeløgunum í Stjørnuni verið við til at vinna steypakappingina, og hóast Stjørnan í flestum førum hevur verið favorittur, so hevur talan undan finaluni mest sum verið um eitt mantra. At ein finala [...] veruleikin tað enn meira týdningarmikið hjá okkum at taka uppgávuna í álvara. Vit mugu ikki halda, at vit bara kunnu spadsera okkum til sigurin, tí VÍF hevur avgjørt ikki nakað vánaligt lið. Og tað er sæð [...] er tøk, eftir at hon breyt sær fingurin. - Men vit eru væl mannað, og tað skal ikki vera nøkur umbering, um vit ikki præstera tað, sum vit eiga. Vit hava allar glett okkum til finaluna, og nú skulu vit
FISKAPRÍSIR Nú útboðið á upsa hevur verið so lítið, sæst hetta eisini aftur á upsaprísinum. Fiskiskapurin er skiftandi, men hevur verið heldur svikaligur yvir eina longri tíð. Menn høvdu vónað, at veiðan [...] betri, sum tað leið út á heystið, men framvegis er veiðan ógvuliga misjøvn. Summir túrar eru hampiligar góðir, og skip fáa uppí, tá tey raka á, meðan aðrir túrar miseydnast. Viðhvørt eru tað somu skip, [...] hevur verið góður í seinastuni. Hann vísir á, at skipini hjá teimum hava fingið í miðal einar 8,50 krónur fyri kilo, sum má sigast at vera góður upsaprísur. Vit spurdu eisini reiðaran, um tað, at annað
seinastu vikurnar verið darvaður av vøddaskaða. Síðsta týskvøld varð hann ikki settur á vøllin í Albania, fyrr enn tað restaðu tveir minuttir. 9. mai vann HB 1-0 á heimavølli ímóti B68. Tað var longu í fyrsta [...] fyrsta minutti, at B68 málverjin gjørdi sjálvmál. Tá kundi tað bent á gtrivaligan heimasigur, men soleiðis varð tað ikki. Tað var heilt spennandi, og fleiri ferðir var um reppið, at B68 javnaði. Fleiri av [...] ikki verið á vøllinum síðani 1-0 tapið á Tórsvølli. Tá noyddist hann av vøllinum í 64. minutti. Bárður er darvaður av skaða í lærkrikanum. Petur í Túni Petersen, sum seinastu ferðirnar hevur verið vongverji
eisini verið eitt kanóngott ár við ungdómsliðum, sum hava staðið seg væl, og tað verða hesir spælararnir, ið fara at mynda liðið komandi árini. Teir spælarar, sum longu eru á Effo-liðnum, hava verið raskir [...] Nú glapp hetta í ár, men tað var kanska meira sjálvgjørt enn nakað annað, tí NSÍ misti 10 stig ímóti lægstu liðunum í kappingini. Vóru tey 10 stigini har, kundi NSÍ tað sama verið meistari í ár, sigur Trygvi [...] fara allan vegin, og talan er um eitt tað besta liðið í landinum. Miðalaldurin er bara 22 ár, so hetta eru ungir menn, sigur Trygvi Mortensen. Hann hevur áður verið venjari hjá NSÍ í trimum umførum. Fyrstu
hesum, og tað átti at verið fleiri í Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum høvdu somu áskoðan, sigur Jenis av Rana, sum heldur, at fyri fáum árum síðani hevði øll hendan privatiseringin verið óhoyrd [...] hevur givið flokkinum so nógv meira, tí tann spurningurin hevur altíð verið eitt stríðsmál. - Tað hevur ikki givið útslagið, hóast tað eisini hevur havt sína ávirkan, sigur Jenis av Rana. [...] fyri sosialu virðunum, sum flokkurin leggur fyri dagin. - Vit hava ofta verið skuldsett fyri ongan politikk at hava. Men nú er tað við at ganga upp fyri fólki, at vit hava eina meining um øll onnur mál
VERKAMANNA- og fiskimannastættin hava verið serliga illa fyri í so máta. Tað er ikki langt frá, at Jørgen Thomsen, sáli var seinasti veruligi verkamaður á tingi. Hann mátti eisini fara úr sínum borgarliga [...] starvi. Skiparar og stjórar hava tað lættari. So hækkan av tingmannalønunum kemur at geva møguleikar fyri nýggjum blóði í tinginum. Ein annar partur av lønini higartil hevur verið skattafría avstaðarískoytið [...] nú møguleiki er til tað. Skattafrí gjøld til ávísar samfelagsbólkar vekir altíð forargilsi. Ikki minst tá talan er um tingmenn. Hinvegis slepst ikki uttan um, at ymiskt er, hvat tað kostar at røkja síni
Tað er ikki øllum beskorið at sleppa til døgurða umborð á einum av teimum flottastu ferðamannaskipunum í heiminum yvirhøvur. Men tað slapp Joan, tá hon var og vitjaði umborð saman við øðrum innbodnum. [...] Enchantment of the Seas, sum lá í Nólsoyarfirði. Joan og floksfelagarnir hava verið í praktik á mongum ymiskum støðum. Tey flestu hava verið í Havn, sigur Joan, men ikki øll kortini. Tvær gentur í flokkinum valdu [...] kennir eitt sindur til teldur áðrenn tú kemur soleiðis út, er ikki vist, at tað er sama slag av maskinum og forritum, sum tað, ein hevur heima. »So júst sum tú hevur lært teg at brúka maskinurnar, er tíð
Klaksvíkingar vóru í góðum hýri, tá ið teir mikukvøldið í síðstu viku fóru av Eiði. Síðani hevur tað verið rættuliga friðarligt í fótbóltinum har norðuri. Eftir stóru úrtøkuna í átta teimum fyrstu umførunum [...] av hesi vikuni vóru fleiri burturi frá venjingini, men tað verður roknað við, at teir flestu fara at verða tøkir sunnudagin. Heilt víst er tað kortini, at Paul Clapson ikki verður við. Eftir reypa kortið [...] fer at líta aftastu ódnina til. Gøtumenn siga seg vera bilsnar av sær sjálvum, at tað higartil hevur hilnast so væl, sum tað hevur gjørt. GÍ hevur bara tapt á Mølini, og nú fara gøtumenn at royna at fella
verður tað høli bert brúkt til at hýsa teimum nógvu listaverkunum, sum felagið eigur, men tað er sjálvsagt spell, at fólk ikki hava høvi at síggja teir. Ymsir aðrir hølismøguleikar hava tí verið uppi og [...] Listaskála - Dreymurin er sjálvandi at byggja ein rættiligan Listaskála einaferð, men tað verður nokk ikki í bræði. Kanska er tað eisini skilagott at byrja í tí smáa og fyrst fáa eina mynd av, hvør tørvurin hjá [...] til endamálið, hevði verið besta loysnin. Umframt afturvendandi Norðoyastevnuframsýningina, skipar Norðoya Listafelag av og á fyri serstøkum framsýningum. Millum tær, sum hava verið á skránni, kunnu nevnast
stórur í løtuni. Tað ásannar Jákup eisini, men tó at høgtíð skal haldast og spælarar skulu seljast, so hevur hann tó stundir at senda eitt lítið nýggjársynski. - Tað hevur so ikki gjørt tað lættari, at fleiri [...] hevur virkisøkið mest sum einvíst verið at fáa føroyskar spælarar uttanlands at royna seg. Og hóast hetta enn er bulurin í arbeiðinum, so váttar Jákup, at boð eisini hava verið eftir sær uttanlands. - Í heyst [...] fleiri av fremstu føroysku spælarunum hava verið skaddir. Kann tann parturin verða øðrvísi í ár, so hevði tað ivaleyst gjørt lívið lættari hjá bæði spælarunum og mær, sigur hann hálvgum smílandi.