Håkan vigar Sølva

Í morgin fer landsliðsvenjarin at boða frá, hvørjir skulu við á síðstu landsliðsferðina í ár

Håkan Ericson landsliðsvenjari í samrøðu við Sølva Vatnhamar eftir dystarlok í Sarpugerði í gjár

Tá ið tað seinnapartin leygardagin varð sett punktum fyri kappingarárið í Sarpugerði, og KÍ fekk handað gullkrónur og FM steyp, og víkingarnir við 1-1 hildu tørn um møguleikan at vinna silvurkrónurnar, var landsliðsvenjarin Håkan Ericson millum áskoðararnar í góðveðrinum.

 

Ørindini hansara vóru at viga teir, sum eru í nánd av landsliðnum, og sum eru á landsliðnum, og har vóru nógvir, sum í ár hava verið á og kring landsliðið, og so hevur tað viðhvørt verið soleiðis seint á árinum, at onkur spælari verður úttikin at vera við á síðstu landsliðsferðini á árinum, sum ikki áður hevur verið á landsliðnum. Síðsta landsliðsferðin í ár verður til Danmarkar og Ísrael. Landsliðið skal spæla ímóti Danmark í Parkini í Keypmannahavn fríggjakvøldið 12. november, og síðsti dysturin í hesi HM undankappingini verður í Ísrael mánadagin 15. november.

 

Í gjár eygleiddi Håkan Ericson fleiri spælarar:

 

Her verður eitt nú hugsað um Jóannes K. Danielsen hjá KÍ, sum longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum og varð avloystur av Dávidi Langgaard, og tað verður hugsað um KÍ miðverjarnar Odmar Færø og Heina Vatnsdal, sum hava verið fastir menn í landsliðshópinum higartil í ár. Heini Vatnsdal hevur leingi verið eitt sindur darvaður av knæskaða. Tað tóktist hann eisini at vera í gjár, men hann var á vøllinum allan dystin á tamb.

 

Og so verður hugsað um KÍ liðformannin Jákup B. Andreasen, sum í gjár tók ímóti FM steypinum, og sum í landsliðshøpi kappast um at vinna plássið sum verjukendur miðvallari. Eisini Jákup hevur verið skaðadarvaður, og tað var orsøkin til, at hann gav avboð til teir báðar landsdystirnar fyrr í mánaðinum, tá ið Føroyar spældu ímóti Eysturríki og Skotlandi á heimavølli. Og so er tað framrættaði Jóannes Bjartalíð, sum stríðist fyri at endurvinna pláss millum teir fyrstu ellivu, og sum í gjár var um reppið at skora mál nummar 100 hjá KÍ í ár.

 

Gunnar Vatnhamar, ið Håkan Ericson hevur ógvuliga stórt álit á, var ikki á liðnum hjá Víkingi í gjár, tí hann var leikbannaður. Ein annar spælari hjá Víkingi, sum landsliðsvenjarin so at siga uppfann og hevur víst stórt álit, er Andreas Lava Olsen. Hann gav avboð undan dystinum ímóti Eysturríki og og Skotlandi. Í gjár var hann á vøllinum, inntil tað restaði eitt korter. Lavamaðurin hevur havt framúr kappingarár og skorað 14 mál, men í gjár var tað álopsfelagin hjá honum Martin Klein Joensen, sum javnaði til 1-1.

 

Høgri vongverji hjá Víkingi, Bárður J. Hansen, verður roknaður at vera ein, sum ikki er so langt frá landsliðnum. Í gjár var hann á vøllinum allan dystin á tamb.

 

Og so er tað Sølvi Vatnhamar. Håkan Ericson roknar Sølva, sum hevur spælt 53 landsdystir, sum ein av sínum føstu stuðlum. Ímóti Eysturríki og Skotlandi var Sølvi í landsliðshópinum, men hann var ikki á vøllinum. Orsøkin var, at Sølvi leingi hevur drigist við skaða í skinnabeininum.

 

Síðani landsliðssteðgin hevur Sølvi hildið frí frá landskappingini fyri at koma seg heilt. Í gjár var hann á vøllinum allar 90 minuttirnar, og eftir dystarlok prátaðu teir báðir Håkan og Sølvi um støðuna. Sølvi verður uttan iva millum teir, sum Håkan Ericson fyrrpartin í morgin fer at geva landsliðsboð. Hóskvøldið fara Sølvi og Víkingur at seta punktum fyri hetta árið í landskappingini, tá ið teir fara at hitta B36 í Gundadali, og so verður tað landsliðssteðgur, áðrenn hálvfinalurnar í steypakappingini tørna fyri.

 

Håkan Ericson landsliðsvenjari í samrøðu við Sølva Vatnhamar eftir dystarlok í Sarpugerði í gjár