skuldi svimja 7,6 kilometrar. - Eg hevði sovið sum ein dreymur, og fyri fyrstu ferð í langa tíð føldi eg ongan eymleika ella pínu nakrastaðni í kroppinum, sigur Elmar Ósá, sum er fyrrverandi elitusvimjari [...] runnið tilsamans 452 kilometrar. Nú vit hava týsdag, er tað næstan ein vika síðan, hann fór undir hesa risastóru verkætlan, sum hevði til endamáls at savna pening inn til Autismufelagið. - Í vikuskiftinum [...] undir fótunum. Men eg havi upplivilsið av einari ekstremari gleði, og eg flúgvi enn høgt og livi uppá hesa gleðina. Eg gangi bara og smílist og eri ómetaliga nøgdur av, at tað eydnaðist bæði at gjøgnumføra
landsliðið at standa seg, ella høvdu vit mist ov nógv í mun til hini, nú einki landslið hevði verið í so nógv ár. Svarið skal helst finnast mitt ímillum hesar báðar svarmøguleikarnar, ella kanska heldur nærri [...] við at fóta sær, og tá Jóhan í málinum so ikki megnaði at fremja nøkur undur, fóru bóltarnir ferð eftir ferð sendandi inn í meskarnar. Av fyrstu átta rumensku álopunum endaðu sjey í føroyska málinum, men [...] netið, men eftir hetta tóku rumenar yvir. Við einum drepandi, tempofyltum press-spælið royndu teir hesa fyrstu løtuna at skúgva alla mótstøðu frá føroyingum til viks, og eina løtu sá hetta eisini út til
tindar og fáa heiðursmerki fyri Topp 50, 200 ella 340 dippa á víkum og firðum lata ross flyta seg fram eftir gøtum ella fjallarásum súkla á fjallasúklu síga – ella rapella – í homrum og gjáum, Og vit ásanna [...] vit fara upp eftir skor og gjáum” ella ”fram eftir fríðum fløtum”, sum sungið verður í einum øðrum skótasangi. Tær góðu løturnar, tá vit tjalda við vøtn og áir, ella ganga ”frá fjallatrom til sjóvarstrond” [...] sjóvarstrond”, eru minni og upplivingar sum vit altíð fegnst um. Tá patruljurnar – ella flokkarnir – ofta hava fuglanøvn, so læra vit sum úlvaungar og skótar eisini um fugl. Og skótar í Føroyum eiga sanniliga
sjálvur ikki stuðlar ella tekur undir við. Við hesum geri eg vart við, at eg góðtaka og virði, at m.o. Rúni hevur aðra meining, fatan og atferð enn eg, og havi tí loyvt mær, at skriva hesa grein, sum partvís [...] november snaraði USA til høgru. Sjálvandi kann Rúni frøast um, at hansara maður í USA vann valið hesu ferð, men tað var avgjørt eingin stórsigur, tí sjáldan hevur sigurin verið so tepur, sum júst á hesum valinum [...] meðan hendan stjórnin hevur valdið, tað vildi verið býtt, í hon kann koma henni tilgóðar aftur næstu ferð. At Rúni ger púra greitt, at USA snaraði til høgru 2. november, er at snara yvir gevind, tí repub
so er millum mongu oyggjarnar í Egarahavinum millum Grikkaland og Turkaland ella tað er millum nakrar av teimum sponsku ella karibisku oyggjunum. Fyrimunurin við at ferðast á henda hátt er tann, at tú [...] m í Vestmanna, har var hon í fýra mánaðir. Hesa tíðina royndi hon at læra at tosa føroyskt, og tað gekk eisini skjótt, tí eingin vildi tosa hvørki týskt ella enskt við seg sigur Astrid. Hon fór so aftur [...] føroyingar. Antin tú er stæddur á Gizaslættanum við teimum stóru pyramidunum, ella tú er á Golgata í Jerusalem, á Akropolis í Athen ella frammanfyri Pæturskirjuna í Rom, so leitar Sámal sær eftir einum møguleika
Fyri sjeyndu ferð hevur Tróndur Patursson verið á ævintýrkendari ferð saman við ævintýraranum Tim Severin. Hann er sera áhugaður í, hvussu fólk hava klárað seg og hvussu ymsar ferðir eru gjørdar, men eisini [...] latin øllum skúlabørnum í 6. og 7. flokki. Fyri viku síðani kom so annar maður úr Kirkjubø aftur av ferð, har hendingarnar í bókini um Robinson Kruso eftir høvundin Daniel Defoe vóru orsøk til ferðina. [...] liggja eina tíð, til onkur so tekur teir uppaftur. Tim hevur skrivað mangar bøkur og so verður eisini hesaferð. Og sum so ofta, so er tað Tróndur, ið ger tekningarnar til bókina. Samstarvið millum Trónd og Tim
Justinussen Finnur Justinussen er dagsins maður í Sarpugerði, nú hevur hann skorað fyri triðju ferð. Aftur hesa ferð var tað Kaj Leo í Bartalsstovu, sum spældi hann leysan. 70) 3-1 Eingin ivi tykist vera um [...] HÁLVLEIKUR 0-2 45) 0-2: Klæmint A. Olsen NSÍ hevur stutt undan steðginum økt um leiðsluna, og aftur hesa ferð var tað eftir hornaspark. Bólturin varð sendur inn í brotsteigin, og eftir at verjan hevði fingið [...] av finalunum, sum teir í Sundalagnum hava vunnið fýra ferðir, og í dag hevur EB/Streymur enn eina ferð staðfest yvirfyri havnarmonnunum, at nú eru tað teir i Sundalagnum, sum eiga steypakappingina. Tað
svenskar, norskar, amerikanskar, kinesiskar ella aðrar løgfrøðiútbúgvingar góðkendar í donsku rættargangslógini. Havi ikki hoyrt, at tey hava stongt síni universitet ella rætt síni fólk frá at nema sær útbúgving [...] Afturhaldið vaknar Men Sambandsflokkurin sigur: Ikki talingur um! Vit skulu ikki virða okkara egna ella menna okkara egnu førleikar í Føroyum og í heiminum! Vit skulu ikki gera nakað, ið kann byggja nútímans [...] danskt vald í Føroyum! Ístaðin fer Sambandsflokkurin undir at ræða okkara ungfólk frá at velja at taka hesa útbúgving í Føroyum. Tí so skulu tey ikki kunna fáa starv sum advokatar og dómarar í Føroyum, tí tað
herma eftir eyðkendu havnardialektini hjá honum. Og øll kendu onkrar av stuttligu søgunum hjá honum – ella søgurnar um hann. Poul kendi øll. Hann tosaði við øll. Hann segði sína meining, og hann lurtaði eisini [...] gjørdist 88 ára gamal. Seinastu tíðina hevur heilsan bilað, og hann fekk ikki gingið. Seinasta árið ella so hevur hann verið á Tjarnargarði í Havn – á gomlu Marinustøðini. Poul Mohr var sonur ein annan kendan [...] Poul Mohr ringdi javnan á redaktiónina hjá okkum í Miðlahúsinum, um hann hevði okkurt upp á hjarta, ella hann vildi viðmerkja eitthvørt – og eisini fyri at rósa. Einaferð hevði blaðstjórin á Sosialinum skrivað
væl til standa. Tað var sambandið, sum saman við dønum sum hevði íspunnið hesa atkvøðu, og júst í tí formi, hon fekk: Samband ella loysing: Sambandsmenn kendu seg fullvísar í sigri sínum, tí teir høvdu sæð [...] samtykt Føroya Løgtings og við samtykt danska ríkisvaldsins at velja millum danska stjórnauppskotið ella loysing. Her vóru greiðar gøtur at velja í millum. Hetta var ikki nøkur vegleiðandi fólkaatkvøða. [...] 15. september, sum var sunnudagur, fór merkið á stong um alt Føroya land, og veitraði fyri fyrstu ferð yvir frælsari tjóð. Úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist meiriluti fyri loysing, og tað vóru fólk úr