Hondbóltur
Spenningurin var stórur, nú føroyska A-landsliðið í manshondbólti skuldi undir fyrstu veruligu styrkisroyndina. Væl eydnaðu venjingardystirnir móti Grønlandi fyri knøppum ári síðani taldu líka sum ikki longu. Heldur var tað tosið um góðu avrikini í sjeyti- og áttatiárunum, eins og harmuligi missurin av einum evnaríkum liðið móti endanum av fyrsta landsliðstíðarskeiðinum, sum eyðmerkti prátið. ? Fór føroyska landsliðið at standa seg, ella høvdu vit mist ov nógv í mun til hini, nú einki landslið hevði verið í so nógv ár.
Svarið skal helst finnast mitt ímillum hesar báðar svarmøguleikarnar, ella kanska heldur nærri tí fyrra, tí hóast talan gjørdist um tvey greið tap, so er neyvan nakar, sum ivast í, at talan so sanniliga eisini var um glottar í føroysku avrikunum, stórar glottar.
Verjan tók sína tíð
Tað var annars við buldur og brak, at føroyska liðið byrjaði fyrra dystin. Føroyar áttu fyrsta álopið, og innan leingi hevði Ingi við einum lúmskum skoti sett bóltin í netið, men eftir hetta tóku rumenar yvir.
Við einum drepandi, tempofyltum press-spælið royndu teir hesa fyrstu løtuna at skúgva alla mótstøðu frá føroyingum til viks, og eina løtu sá hetta eisini út til at eydnast.
Serliga tóktist verjan at hava ilt við at fóta sær, og tá Jóhan í málinum so ikki megnaði at fremja nøkur undur, fóru bóltarnir ferð eftir ferð sendandi inn í meskarnar. Av fyrstu átta rumensku álopunum endaðu sjey í føroyska málinum, men spakuliga fór føroyska liðið kortini at fóta.
Rumenar megnaðu ikki at halda høgu leikferðina, og tá okkara hildu á fram at royna at spæla sítt spæl, komu vit aftur betri við í dystin. Halgir og Janus Einar skræddu seg leysar til eitt mál í part, og tá so føroyingar eisini fingu fleiri skjótálop í lag, minkaði munurin millum liðini aftur
Ingi mansvardur
Nú skal tað ikki gerast nøkur niðurstøða um, at rumenska leiðslan var í vanda, men einki er at ivast í, at føroysku dygdirnar mundu koma óvart á rumenska landsliðsvenjaran. Í øllum førum valdi hann seinasta triðingin av fyrra hálvleiki at seta Inga Olsen út av spælinum, og tað var ikki fyrr enn eftir hetta, at Rumena aftur vann sær eina tryggja leiðslu.
Virðingin fyri føroyska spælinum kom eisini til sjóndar í seinna dystinum, sum varð leiktur í Vestmanna sunnudagin. Tá royndu rumenska liðið ongantíð at skrúva ferðina eins høgt upp, og teir gjørdu fyrstu løtuna av fyrra dystinum. Allarhelst, tí føroyska liðið fekk fleiri skjótálop burtur úr, tá høga leikferðin viðførdi fleiri tekniskar feilir frá mótstøðuni.
Verjan varð broytt
Omanfyri er nevnt, at føroyingar í byrjanini av fyrra dystinum høvdu stórar trupulleikar av at fáa verjuspælið at koyra.
Hesir trupulleikar vóru serliga sjónskir í byrjanini, tá leikferðin var høg, men tað var ikki bert leikferðin, sum var orsøk til opnu verjuna. Í eini roynd at halda rumenum frá at sleppa inn til skot, royndi okkara seg við eini 5-1 verju, har ávíkavist Joensen og Hans Áki Dal Christiansen vóru mest vanligu eittararnir, men tað av ymsum orsøkum riggaði hetta ikki nóg væl. Bæði tí hetta kann viðføra, at eittarin verður yvirspældur við yvirgongdum (tað hendi ofta), og eisini tí at restin av verjunialt ov ofta kemur upp á millumhond, tí økið hjá hvørjum einstøkum leikara at verja gerst størri.
Í seinna dystinum varð ístaðin roynt við flatari verju, har dentur so varð lagdur á skjótingar ? bæaði í breidd og dýpd ? og var hetta nakað, sum hóvaði føroysku leikarunum nógv betri.
Ingi ov einsamallur
At rumenski venjarin í fyrra dystinum valdi at pilka Inga út eina løtu, mundi neyvan vera av tilvild. Serliga í fyrra dystinum tóktist tað soleiðis, at ein lutfalsliga stórur partur av ábyrgdini fyri føroyska spælið varð lagdur á herðarnar hjá liðskiparanum, men honum vant, so tóktist hetta ikki at nerva spæl hansara.
Tað, sum tóktist vera føroyingum til størri ampa, var, at vit í ov lítlan mun hava nakran avloysara til Inga. Um ikki annað fyri at geva honum eina har tiltrongda hvíld av og á. Í fyrra dystinum royndi Bjarni í løtum at átaka sær leiklutin, og hetta gekk til tíðir væl, men ikki altíð megnaði hann at halda høvdið nóg kalt, tá avgerðir skuldu takast innan brotpartar av sekundum.
Serliga varð hetta sjónligt seinna hálvleik í fyrra dystinum, tá Ingi fyrst royndi seg eina løtu á vinstra bakki, har ætlanin mundi vera at fáa hann meira við í spæli, og síðani tá hann sat á beinkinum og hvíldi seg. Rumenia fekk tá níggju mál á rað, og hesa løtuna lúrdi vandin fyri einum rættiligum banki. Tíbetur fingu føroyingar skjótt fatur á, tá rumenar gearaðu niður, og tí fingu vit hóast alt pyntað nakað um úrslitið í hesum dysti.
Royndirnar koma
Hvussu nógv royndirnar hava at siga, kom greitt til sjóndar í seinna dystinum. Hóast ein veruligur landsdystur ikki broytir nakran leikara til at verða rutineraðan, so var avrikið ikki eins strongt, sum í fyrra dystinum.
Ikki minst kom hetta til sjóndar, tá Ingi vegna skaða ikki fekk spælt við seinna dystin. Nú vórðu aðrir leikarar noyddir at átaka sær ábyrgd, og hetta spældi sum heild eisini væl av. Eisini her upplivdu vit eina ringa periodu, men hendan komst eins nógv av, at føroysku leikararnir ikki megnaðu at fáa bóltin í meskarnar, tá rumenar høvdu skift málverjan út.
Hetta er tó aftur nakað, sum helst stavar frá teimum royndum, sum okkara ikki hava, men sum nevnt, var stórur munur ímillum dystirnar báðar í so máta, so einki er at ivast í, at framgongdin kann ganga skjótt á økinum.
Júst misnýttu møguleikarnir vóru annars nakað, sum eyðkendi báðar dystirnar. Tað framgongur eisini av samrøðunum við leikarar aðrastaðni í blaðnum, at hetta eisini var nakað, sum flest allir iðraðu seg um.
Tað skerst ikki burtur, at hetta veruliga var ein trupulleiki, og helst er ein partur av frágreiðingini sálarlig. Uttan at niðurgera nakran føroyskan málverja, so eru okkara menn neyvan vanir við at spæla móti somikið sterkum málverjum, og millum annað fingu okkara menn ikki eitt mál av veinginum í seinna dystinum.
Meðan vit eru við málverjararnar, so skal at enda nevnast, at rumensku málverjarnir so avgjørt ikki vóru einsamallir um at sýna stórspæl. Tá føroyska verjan í seinna dystinum var komin á rætta lagið, fór eisini at gangast betri hjá málverjanum.
Somikið væl stóð Jóhan í seinna hálvleiki, at hann mundi fáa áskoðararnar at gloyma alt um fyrsta korterið í fyrra dystinum, og brádliga fekk hann sálarliga yvirtakið á rumenum. Bjargingr frá monnum í fríari skotstøðu og brotskastsbjargirnar vórðu lagdar afturat teimum meira vanligu, og helst mundi Jóhan vera tann føroyingurin, sum stóð sterkastur í myndini, tá seinni dysturin var av.
Nakað at tosa um
Tá hetta er sagt, skal tó leggjast afturat, at sum heild vóru tað fleiri leikarar, sum stóðu seg avbera væl, og sum avgjørt verða millum teir, sum fara at takast við Sveis um vikuskiftið.
Ingi er sjálvskrivaður til eina og hvørja tíð, og verður yngri beiggin klárur, er hann eisini vísur í einum plássi. Sámal varð toppskjútti í báðum dystunum, og er við stødd sínari ein sera týðandi partur av verjuspælinum. Hans Áki var helst tann av vengrunum, sum stóð seg best samanlagt, og á strikuni sýndi Janus Einar, at hann uttan iva er besta kortið í landinum til hetta plássið. Legg so afturat, at vit uttan fyri landoddarnar eiga spælarar sum toppskjúttan frá í fjør, Heina Joensen, umfframt teir báðar Tróndarnar, Joensen og Bogason.
Jú, einki er at ivast í, at vit aftur eiga eitt landslið, sum er vert at tosa um, og sum eisini tolir samanbering við tað, sum høvdu fyri fimtan árum síðani.
Um dystirnar
Fríggjadagin 5. januar
Ítróttahøllin á Hálsi
Rumenia-Føroyar 36-23 (17-11)
Støður í dystinum
10. min 7-6
20. min 11-8
40. min 25-16
50. min 31-17
Málskjúttar
Rumenia: Cabrean Ioan 11(2), Muraru Mircea 7(2), Luca Florin 6(1), Fortuneau Rares 6, Purcaera Dorin 5, Rosca Ion 1, Cojocea Mihai 1
Føroyar: Sámal Joensen 5, Ingi Olsen 4, Bjarni Wardum 4(2), Martin Hummeland 3, Halgir Dahl Olesen 2, Janus Einar Sørensen 2, Marius Joensen 2, Johnny Joensen 1
Brotskøst: Rumenia 5, Føroyar 3
Útvísingar: Rumenia 4, Føroyar 4
Dómarar úr Danmark: Per Olesen og Lars A. Pedersen
Dysturin í stuttum:
Rumenia byrjaði dystin við sera høgari ferð, har teir royndu at seta føroyska liðið undir ovurstórt trýst. So við og við fánaði hetta tó burtur, og okkara komu alsamt betri við í spælið, og fingu vit eisini mál upp á fleiri skjótálop.
Dagsins detalja:
Tá Bjarni ísakaldur skrúvaði brotskast í netið, og í fagnaði gjørdi lop við heilari skrúvu á veg á beinkin
Sunnudagin 7. januar
Ítróttahøllin í Vestmanna
Føroyar-Rumenia 16-27 (8-15)
Støður í dystinum
10. min 4-4
20. min 7-11
40. min 12-18
50. min 12-22
Málskjúttar
Føroyar: Sámal Joensen 4(1), Halgir Dahl Olesen 3, Ingi Olsen 3, Bjarni Wardum 2(1), Hans Áki Dal Christiansen 2, Áki Olsen 1, Janus Einar Sørensen 1
Rumenia: Florin Luca 6, Mircea Muraru 5(1)m Rares Fortuneanu 5, Mihai Cojocea 4, Ioan Gabrean 3(1), Ion Rosca 2, Marian Filip 1(1), Dorin Purcarea
Brotskøst: Føroyar 4, Rumenia 5
Útvísingar: Føroyar 5, Rumenia 8
Reyð kort: Rumenia 2 (eitt beinleiðis og eitt fyri 3X2 minuttir)
Dómarar úr Danmark: Per Olesen og Lars A. Pedersen
Dysturin í stuttum
Í mun til fyrra dystin var ferðin útgangsstøði nógv lægri, og viðførdi hetta, at føroyingar skjótt fingu fatur á verjupartinum. Føroyska liðið varð skert, tá Ingi Olsen noyddist skaddur av vøllinum, og tá vit samstundis ikki megnaðu at skora móti nýggja málverjanum, gjørdist munurin óneyðuga stórur. Tó kundi tað verið verri, um Jóhan Danielsen ikki stóð somikið væl í føroyska málinum
Dagsins detalja:
Tá Mircea Muraru við einari genialari fríspæling skrúvaði bóltin niður í gólvið, so hann støkk til ein leysan strikuspælara