EB/Streymur varpaði HB úr steypakappingini

HB eigur stoltastu steypahagtølini, og HB var leingi stóra steypaliðið. Seinastu seks árini hevur EB/Streymur verið partur av finalunum, sum teir í Sundalagnum hava vunnið fýra ferðir, og í dag hevur EB/Streymur enn eina ferð staðfest yvirfyri havnarmonnunum, at nú eru tað teir i Sundalagnum, sum eiga steypakappingina.

 

Tað var neyðugt við longdari leiktíð, men tá ið tað eftir 120 minuttir framvegis var málleyst var neyðugt við brotssparkskapping

.

Spælararnir vóru sannførandi úr ellivu metrum, inntil støðan var 4-3 til EB/Streym. Innskifti Tróndur Jensen átti fjórða sparkið hjá HB, og hann sendi bóltin í tvørtræið. So var tað luturin hjá innskifta Niels Paula Danielsen at tryggja EB/Streymi plássið í hálvfinaluni, og hann sveik ikki álitið.

 

Stórur fagnaður í bygdarskýlinum, nú EB/Streymur er partur av hálvfinaluni.

 

KÍ, Víkingur og NSÍ hava fyrr í dag kvalifiserað seg at spæla í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. KÍ vann 1-0 á heimavølli ímóti ÍF, Víkingur vann 4-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og NSÍ vann 3-0 á útivølli ímóti Skála.

 

Hálvfinalurnar eru ásettar at vera mikudagarnar 29. mai og 7. august, og finalan verður leygardagin 24. august.

 

----

 

Brotssparkskapping.

EB/Streymur skal skjóta fyrsta sparkið!

1-0: Hans Pauli Samuelsen - sera sannførandi upp í hornið!

1-1: Fróði Benjaminsen - mitt í málið, eftir at René Tórgarð var farin til síðuna.

2-1: Leif Niclasen - heilt út í síðunetið eftir at Hans Jørgensen var farin í hitt borðið.

2-2: Símun Samuelsen - sendi René í annað borðið og setti so bóltin í hitt borðið.

3-2: Levi Hanssen - mitt í málið, eftir at Hans Jørgensen var farin í annað borðið.

3-3: Christian R. Mouritsen - dygst úti við stólpan.

4-3: Gert Hansen - sera sannførandi.

4-3: Tróndur Jensen sendir bóltin í tvørtræið!

5-3: Niels Pauli Danielsen - og so er steypakappingin av hjá HB, meðan EB/Streymur heldur fram í hálvfinaluni!

 

 

120) 0-0

Síðsta bríkslið hevur ljóðað í Gundadali. Úrslitið eftir longda leiktíð var málleysur javnleikur. Harvið verður nú farið undir brotssparkskapping fyri at finna fram til, um tað skal vera HB ella EB/Streymur, sum skal halda fram í hálvfinaluni í steypakappingini.

 

115) 0-0

Innskifti Bárður Johnson Heinesen hjá HB hevur av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru havt góða skotroynd, men René Tórgarð vardi meistarliga fyri til horna. HB hevur nú greiða leikliga yvirvág!

 

Niels Pauli Danielsen er komin inn á miðvøllin hjá EB/Streymi í staðin fyri Gunnar Zachariasen. Hans Pauli Samuelsen hevur havt góða skotroynd, men Hans Jørgensen í HB málinum bjargaði væl. Tað sæst, at spælararnir eru farnir at møðast.

 

110) 0-0

Tað er HB, sum er leikliga omaná, og tað eru heimamenninir, sum skunda sær meiri, meðan teir i EB/Streymi tykjast hava góða tíð. Santos hevur havt góða skotroynd, men bólturin fór dygsst omanfyri tvørtræið.

Tróndur Jensen er komin inn á HB miðvøllin í staðin fyri Kristin R. Mouritsen.

 

 

Bárður Johnson Heinesen er komin inn í HB álopið í staðin fyri Andrew av Fløtum.

 

105) 0-0

Nú eru teir við at skifta síðu í Gundadali. Tað er framvegis málleyst, og liðini hava havt hvønn sína gyltu løtu hetta síðsta korterið.

Hjá EB/Streymi var tað Gunnar Zachariasen, sum úr 10 metrum og eitt sindur til vinstru fyri brotssparksblettin sendi bóltin upp um málið.

Stutt undan steðginum hevði HB fleirfaldan møguleika, men EB/Streymur verjan ofraði seg fullkomuliga, tá ið hon vardi fyri royndum frá eitt nú Christiani R. Mouritsen og Andrew av Fløtum.

 

 

100) 0-0

Tað er framvegis málleyst í Gundadali. HB hevur eftir hornaspark havt spenta støðu í EB/Streyma brotsteiginum, og hjá HB gongur nógv av uppspælinum framvegis fyri seg í vinstru, har Símun Samuelsen og Santos eru eyðsýndir.

 

 

95) 0-0

Tað tykist sum um, at HB hevur bóltin meiri, meðan EB/Streymur í longdu leiktíðini hevur lagt seg meiri í verjustøðu og dúvar upp á langar sendingar fram til Leif Niclasen og Gunnar Zachariasen.

 

 

Hóast tað ikki treyt við málmøguleikum, so endaði tað málleyst eftir vanliga leiktíð millum HB og EB/Streym. Nú gera teir klárt at fara undir longda leiktíð - tvær ferðir eitt korter.

 

90) 0-0

 

 

85) 0-0

Tað er framvegis málleyst í Gundadali, men har trýtur ikki við málmøguleikum. Nú hevur Christian R. Mouritsen sent hornaspark í nærra stólpan!

 

 

80) 0-0

Tað kennist sum um, at EB/Streymur orduliga hevur fingið blóð á tonna. Teirra álopsroyndir eru fleiri og fleiri, og bæði Gunnar Zachariasen og Leif Niclasen hava havt góðar royndir. Stútarin hjá Gunnari varð blokeraður, og langskotið hjá Leif fór upp um málið.

 

75) 0-0

Tað er broddur í EB/Streyma álopunum, sum ganga skjótt fyri seg, men enn er einki mál komið í Gundadali, har HB hevur bóltin meiri enn mótstøðumenninir.

 

60) 0-0

Tað er framvegis málleyst í Gundadali, men EB/Streymur hvur misnýtt risa møguleika. Eftir framlegging úr høgru varð Gunnar Zachariasen spældur púra blankur innanfyri HB verjuna. Hans Jørgensen´í HB málinum bjargaði meistarliga út til horna.

 

50) 0-0

HB hevur fyrstu løtuna eftir steðgin rættuliga sett EB/Streym undir trýst. Tað er framvegis málleyst, men tað var tætt við, tá ið Heini Vatnsdal eftir hornasparksinnlegg við høvdinum sendi bóltin í tvørtræið.

 

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

Teir eru farnir at hvíla seg í Gundadali. Síðsta royndin undan steðginum var, tá ið Fróði Benjaminsen hjá HB eftir gott uppspæl og innlegg úr vinstru stýrdi bóltin á tvørtræið.

 

35) 0-0

Eftir at tað leingi gekk javnt á, so kennist tað sum um, at heimaliðið hevur bóltin meiri enn gestirnir. Higartil hevur tað tó ikki eydnast HB at spæla seg til stórar málmøguleikar. Bestu royndina hevði Andrew av Fløtum, tá ið hann snilt sneiddi seg leysan og so sendi bóltin við síðuna av málinum.

 

25) 0-0

Tað gongur javnt á, men higartil hava tað ikki verið heilt upplagdir málmøguleikar.

 

 

10) 0-0

 

Egil á Bø er í miðverjuni hjá EB/Streymi, og Hans Jørgensen verjir HB málið.

 

HB-EB/Streymur kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Hans Jørgensen - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pætur Dam Jacobsen,, Arnar Dam, Gunnar Zachariasen – Levi Hanssen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

 

-----

 

LIÐUGT

1-0

 

85) 1-0

Gongdin er tann sama. Síðstu løtuna hevur Páll A. Klettskarð hjá KÍ havt bestu royndina, men bólturin brast í stólpan aftanfyri Jákup Mikkelsen.

 

 

80) 1-0

Tað gongur framvegis javnt á. KÍ hevur fyri lítlari løtu síðani sett veteranarnar Atla Danielsen og Hjalgrím Elttør inn á vøllin.

 

65) 1-0

Fyrstu løtuna eftir steðgin var ÍF ágangandi, og teir sendu eisini bóltin í stólpanum aftanfyri Meinhard Joensen, og eftir horna bjargaði Gunnar Christiansen á strikuni, tá ið Bartal Eliasen eftir horna sendi bóltin inn um KÍ málverjan. Síðstu løtuna hevur tað aftur verið meiri javnt.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

45) 1-0: Páll A. Klettskarð 44.

Heimaliðið í Klaksvík hevur stutt undan steðginum lagt seg á odda ímóti ÍF. Málskjútti var Páll A. Klettskarð. Eftir sending inn um KÍ verjuna, vórðu bæði Álvur F. Christiansen og Páll A. Klettskarð púra leysir. Álvur legði bóltin fyri føturnar á Pálli, sum trillaði bóltin í málið.

 

 

35) 0-0

Tað er framvegis málleyst, og tað gongur framvegis javnt á. ÍF roynir fyri tað mesta við longum sendingum fram til Øssur Dalbúð mitt fyri og Nenad Saric og Ara Ó. Ellingsgaard í síðunum, men tað miseydnast fyri tað mesta. KÍ hevur betri tak á samanspælinum. Størstu møguleikarnar síðstu løtuna hava Páll A. Klettskarð og Álvur F. Christiansen havt, men teir hava báðir sent bóltin upp um málið hjá Jákupi Mikkelsen.

 

 

20) 0-0

KÍ hevur havt stóran málmøguleika, tá ið Páll A. Klettskarð royndi seg. Jákup Mikkelsen vardi meistarliga væl fyri. Heimaliðið hevur havt meiri spæl, men fuglfirðingar hava eisini verið væl við í spælinum.

 

10) 0-0

Clayton Soares og Bogi R. Petersen hjá ÍF er skaddir og tískil ikki við. Hjá KÍ er stórt mannfall. Veteranarnir Hjalgrím Elttør og Atli Danielsen eru skaddir.

 

 

KÍ-ÍF kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni - Ivan Joensen, Henry Heinesen, Johan Jacobsen - Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Ísak Simonsen

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen, Hanus Thorleifsson, Heri Nesá, Nenad Saric – Øssur Dalbúð

 

-------

 

LIÐUGT

4-1

 

85) 4-1: Finnur Justinussen

Finnur Justinussen er dagsins maður í Sarpugerði, nú hevur hann skorað fyri triðju ferð. Aftur hesa ferð var tað Kaj Leo í Bartalsstovu, sum spældi hann leysan.

 

 

70) 3-1

Eingin ivi tykist vera um, at steypavinnararnir í Víkingi eisini í ár vera partur av hálvfinaluni.

 

 

60) 3-1: Finnur Justinussen

Eftir at FC Suðuroy minkaði um munin, hevur tað verið ávísur spenningur í. Nú draga teir aftur andan eitt sindur lættari í heimaleguni í Sarpugerði, tí Finnur Justinussen hevur, eftir at hann hevði sneitt seg leysan, sett bóltin í málið enn eina ferð og harvið økt um leiðsluna, so hon nú er 3-1.

 

 

 

HÁLVLEIKUR

2-1

 

40) 2-1: Palli Augustinussen

 

FC Suðuroy hevur svarað aftur í fyrsta gjøgnumspælda álopinum. Eftir gott uppspæl var tað liðformaðurin Palli Augustinussen, sum setti bóltin í málið.

 

30) 2-0: Finnur Justinussen

Víkingur hevur økt um leiðsluna, og longu nú tykist spurningurin meiri vera, hvussu stórur heimasigurin verður heldur enn, hvør fer at vinna. Málskjútti var Finnur Justinussen, sum var fyrstur á eftir innlegg frá Kaj Leo í Bartalsstovu.

 

15) 1-0: André Olsen

Heimaliðið í Sarpugerði hevur lagt nógv fyri fyrstu løtuna, og tað hevur borið úrtøku við sær. Fyri fyrstu ferð í ár hevur nýggi miðvallarin André Olsen skorað, tá ið hann mitt fyri málinum umsetti innlegg til mál.

 

 

Víkingur-FC Suðuroy kl. 15.00

Dómari: Alex Troleis

 

 

----

 

LIÐUGT

0-3

 

70) 0-3: Árni Frederiksberg

So er eingin ivi. NSÍ verður partur av hálvfinaluni. Miðvallarin Árni Frederiksberg økti um leiðsluna til 3-0, tá ið hann royndi seg av brotsteigarmarkinum.

 

 

HÁLVLEIKUR

0-2

 

45) 0-2: Klæmint A. Olsen

NSÍ hevur stutt undan steðginum økt um leiðsluna, og aftur hesa ferð var tað eftir hornaspark. Bólturin varð sendur inn í brotsteigin, og eftir at verjan hevði fingið bóltin út frá og NSÍ hevði sent hann aftur inn undir málið, var tað Klæmint A. Olsen, sum beindi bóltin í málið.

Eftir at NSÍ hevði skorað til 1-0, fótaði heimaliðið sær betri, men nú - dygst undan steðginum - var tað vátur klútur í andlitið á skálamonnum, tá ið NSÍ økti um leiðsluna.

 

 

 

25) 0-1: Andras Frederiksberg

So hevur NSÍ fingið úrtøku burturúr yviirvágini. Eftir hornaspark stýrdi miðvallarin Andras Frederiksberg, sum er uppvaksin á Skála, bóltin í málið.

 

 

20) 0-0

Tað er einki at ivast í, hvat liðið er hægri á styrkislistanum. NSÍ hevur fyrstu løtuna verið ógvuliga ágangandi, og fleiri ferðir hevur tað verið rættuligur spenningur frammanfyri Skála málið. Besta royndin higartil brast í stólpan aftanfyri Skála málverjan.

Heimaliðið tykist fjáltursstungið av at spæla ímóti liði í bestu deildini.

 

 

Skála-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

----

 

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið eru á skránni nú seinnapartin. Vit fylgja gongdini í teimum fýra dystunum. Í øllum fýra plássum er fyrsta bríkslið nú klokkan 15.00.