At snara yvir gevind

Lars Jespersen


Tað var ikki sørt, eg var forvitin, tá eg á tinghelluni í Sosialinum tann 12. í hesum kom fram á grein, ið góði vinur mín Rúni Rasmussen hevði skrivað undir heitinum Bush, toleransa og virði.
Rættiliga skjótt í greinini kendi eg Rúna aftur frá tíðini, vit arbeiddu saman, men hevði væntað, hesin høgravendi sjálvstýrismaður, sum hann plagdi at kalla seg, var broyttur, aftan á søgulesna í nøkur ár, men gá.
Fyrsta brotið í greinini kallar hann USA snaraði til høgru, og fegnast hann um stórsigurin hjá George Walker Bush á forsetavalinum 2. november, og endar brotið- við at staðfesta, at tann 2. november snaraði USA til høgru.
Sjálvandi kann Rúni frøast um, at hansara maður í USA vann valið hesu ferð, men tað var avgjørt eingin stórsigur, tí sjáldan hevur sigurin verið so tepur, sum júst á hesum valinum. Vit mugu leita fjøruti ár aftur í tíðina, fyri at finna líka tepran sigur, og tað sigur ikki so lítið. Rúni leggur sjálvur tølini fram, at Bush fekk 51%, Kerry 48% og Nader lá ímillum og órógvaði valstríðið hjá teimum báðum.
Hesi prosenttøl siga greitt, hvussu tætt var millum partarnar, og at amerikansku veljararnir eru ósamdir, ja, at USA er farið í tvíningar, tí sum Rúni skrivar Amerikanski veljarin hevur talað. Hann skrivar síðani, at Fólkið valdi ein sterkan, avgjørdan, fólksligan og dugnaligan mann at leiða tjóðina tey komandi fýra árini. Rúni er væl vitandi um, at bara helvtin av fólkinum valdi George Walker Bush, hin helvtin valdi jú Kerry.
Rúni nevnir eisini, hvussu nógvar valmenn Bush fekk í mun til Kerry, men útgreinar ikki, hvussu hesir verða valdir og hvussu órøttvís hendan skipan í verunleikanum er. Órættvísið gav seg at býta á valinum í 2000, tá meirilutin av amerikansku veljarunum valdi Al Gore, men George W. Bush eydnaðist at fáa fleiri valmenn og gjørdist forseti, hóast meirilutin av fólkinum hevði valt Al Gore.
Tá Bush í ár 2000 gjørd-ist forseti við minnilutan-um av fólkinum aftan fyri seg, var frammi, at broyta valskipanina, soleiðis at tað ikki skuldu vera teir fimm sokallaðu svingstatirnir, ið avgjørdu, hvør bleiv forseti í USA. Á valinum 2000 var tað svingstaturin Florida, ið avgjørdi valið, og í ár var tað svingstaturin Ohio. Men valskipanin, ið tryggjaði forsetasessin, verður sjálvandi ikki broytt meðan hendan stjórnin hevur valdið, tað vildi verið býtt, í hon kann koma henni tilgóðar aftur næstu ferð.
At Rúni ger púra greitt, at USA snaraði til høgru 2. november, er at snara yvir gevind, tí republikanararnir hava altíð verið høgra-vendir, fyri summar av teim tó ov lítið til høgru, tí er stovnaður ein felagsskapur, kallaður neo-konservativur. Hetta er felagsskapur, ið sjálvt stjórnin hjá Bush er á varðhaldi yvirfyri, tí vandi er fyri, at felagsskapurin kann fyriskipa ráðagerðum, konspiratiónum, ið eftir amerikanskari lóg eru ólógligar, tí tær kunnu hótta landsins trygd. Nei, Rúni, republikanararnir hava snarað til høgru í fleiri ár, sleppa ikki at snara longur, tí tá mugu teir snara til vinstru.
Eitt áhugavert petti í fyrsta brotið er aftrat, og tað er, at Rúni skrivar Stórur partur av heiminum, og kanska serliga stórur partur av evropearum, ynskti sær ein annan forseta. Men tað eru jú ikki evropeiskir ella aðrir veljarar, sum skulu velja amerikanskan forseta. Fyri tað fyrsta, er tað einki forgjørt, at fólk uttan fyri USA kundu ynskt sær ein annan forseta, tí politikkurin hjá eini og hvørji stjórn í USA hevur avleiðingar út um allan heim, Føroyar íroknað. Sjálvandi skulu vit ikki velja amerikanskan forseta, Gud náði okkum, men staðfest er, at helmingurin av amerikanska fólkinum eisini ynskti sær annan forseta, so er tað sagt.
Næsta brotið í greinini kallar Rúni Anti-bushisma. Tað er rættiliga harðrent, og kenni eg ikki hampamannin Rúna aftur her. Hann metir, at fólk, ið ikki eru samd við Bush-stjórnina og tann politikk, hon førir, bera hatur móti Bush persónliga. At hesi fólk eru anti-amerikansk, at tey eru høpisleys, láturlig, barnslig, snævurskygd, óvitandi, drukna í sínum egnu fordómum og sjálvrættvísi.
Tað er ikki eiti á lortaspann, vit fáa oman yvir okkum!
At vera ósamdur við politikkin hjá Bush-stjórnini er ikki tað sama, sum at hata Bush persónliga, tí tað tænir ongum endamáli. Tað ber ikki til at hata eitt menniskja, ið vit bert kenna frá fjølmiðlunum, situr hinumegin Atlantshavið og er umgirdur av trygdarfólki, ið verjir hann móti ágangi frá m.ø. sínum egna fólki. Tað vildi verið spill av tíð og orku.
At vera anti-amerikansk, grundað á ósemju við politikkin hjá amerikansku stjórnini, hevur einki hald í verunleikanum. Amerika hevur givið okkum nógv gjøgnum tíðina, bæði av góðum og minni góðum. Serliga seinastu fimti árini eru vit, føroyingar og evropear annars, vornir meira amerikaniseraðir, enn vit kanska hava gjørt okkum far um. Tað er ógvuliga trupult, at vera anti-amerikanskur, tá hugsað verður um, at ein stórur partur av amerikansku fjøldini er okkara egna fólk, eftirkomarar av fyrstu niðursetumonnunum, komin úr Evropu, ein heilt stór-ur partur úr Norðurlondum.
At vit, ið ikki taka undir við øllum, sum Bush-stjórnin stendur fyri og fremur, eru láturlig og óvitandi, má takast við størsta fyrivarni. Sjálvur havi eg rættiliga góðan kunnleika til Amerika, amerikansk og altjóða viðurskifti, havi stóran áhuga og fylgi væl við. Tí er tað rættiliga hugstoytt, at tú Rúni sker øll yvir ein kamb. Sjálvandi vantar kunnleiki hjá summum, men teirra kunnleiki stavar kanska bert frá amerikonskum fjølmiðlum, serstakliga sjónvarpsrásum, ið hava gjørt Bush sjálvan til láturs.
Meginparturin av óhumskuni í hesum valstríðnum stavar beinleiðis frá USA, har báðir partar hava tikið grugg av botni, til tess at dálka hvønn annan, hóast tað í byrjanini av valstríðnum var heitt á partarnar, at bera seg sømi-liga at. Tað miseydnaðist, men alt tað skitna, ið partarnir hvør sær funnu fram, bleiv sent út um allan heim, og síðani var tað upp til okkara at sálda frá, og tað var ikki altíð so lætt, heldur ikki fyri teg, sum eg skilji.
Triðja brotið kallar tú Evropeisk toleransa, og har kemur tú inn á, hvussu týdningarmikið tað er, at skilja tey, sum hava aðra fatan enn ein sjálvur. Gott í teg, men hvat vil tú so við hesi grein um Bush, toleransu og virði, tá tú ikki skilir ella virðir, at onnur hava aðra fatan og tú og høgravendu amerikanararnir. Líka fyri líka!
At Bush er kristin, hava vit ongan trupulleika við, tí vit høvdu roknað við, at allir forsetar í USA frá Washington til Bush hava verið kristnir, eins og vit. Hvat tað nýggja er, ið kallast at vera persónliga kristin, veit eg ikki. Sjálvur eri eg kristin persónliga, kona mín er kristin, børn okkara verða uppald sum kristin, og vit búgva í einum kristnum heimi og kristnum landi, so hvat tú vilt við hasum, veit eg ikki.
At vera ein endurføddur kristin, skilji eg heldur ikki, men eitt veit eg, at George Walker Bush er bert føddur einaferð, nevniliga fyri gott seksti árum síðani. At hann ikki skammast við sína trúgv og gudslív, er ein góður eginleiki ? men eg havi heldur ongantíð skammast við mína trúgv og gudslív. Fyri tað eri eg ikki kandidatur til forsetasessin í USA.
Tað er bara eftir mínum tykki ein óskikkur at draga Gudstrúnna hjá einstaklingum upp í eitt valstríð og serliga eitt, sum gjørdist so skitið og tað amerikanska hesu ferð, men alt kann nýtast fyri at fáa maktina, og allar atkvøður telja við.
Sjálvur kenni eg ein høgravendan føroyskan politikkara, ið, tá nærkaðist vali, fylgdi hvørjum líki, ið fór frá Ebenezer í Havn, hóast hann ikki hoyrdi til meinigheitina. Líkið kundi sjálvandi ikki atkvøða, men politikkarans hjávera skaffaði honum atkvøðurnar, honum tørvaði. Ódámligt!
Í triðja broti skrivar Rúni, at Bush er íðin talsmaður móti fosturtøku og íðin talsmaður fyri hjúnabandi millum mann og kvinnu. Tað er støða Bush, og tann rættin hevur hann, eins og øll onnur hava rætt til egnu støðu til hesar spurningarnar, ? men í øðrum broti skrivar Rúni, at Bush í 1994 bleiv valdur til guvernør í statinum Tesas og afturvaldur í 1998. Hetta vóru júst árini, tá staturin Texas stóð ovast á listanum yvir statir, ið avrættaðu fangar, ið vóru dømdir til deyða. Ikki eiti á roysni, tá eisini er komið fram, at fleiri teirra, ið vórðu avrættaðir, vóru ósekir, og guvernørurin hevði møguleika at geva teimum grið.
Í hesum árinum hava ymsu statirnir í USA eisini tikið støðu til spurningin um skrásett parlag, ella vígslu av samkyndum. Ein statur, ið ikki hevur sett forboð móti hesum, er heimstaturin hjá George Walker Bush, Texas, og spurningurin er, hvussu nógv Bush kann gera við tann spurningin, tá hann um fýra ár vendir heim aftur úr Hvítu húsunum.
Fjórða brotið kallar Rúni Kristnu virðini, og leggur fyri við at gera vart við, at tað ikki vóru búskaparmál, sosialmál ella heilsumál, ið avgjørdu amerikanska for-setavalið, men moralsku virðini.
Fyri ein stóran part av amerikanska fólkinum er tað spell, at so lítið rúm var fyri búskapar-, sosial- og heilsumálum, tí hetta eru júst mál, ið nattúrliga hoyra heima í einum valstríði, serliga eftir fýra ára republikanskari leiðslu. Búskapurin gongur skeiva vegin, hallið á handils-javnanum er metstórt, somuleiðis arbeiðsloysið, og skattalætti er veittur teimum ríku, teim, ið hava meira enn ivaleyst frammanundan, ógvuliga kristiliga handfarið, ella hvussu? Samstundis og tey fáu ríku fáa betri sømdir og gerast ríkari, veksur talið av fátøkum amerikanarum.
Sosialu avleiðingarnar vísa sína svørtu síðu dag um dag, tí myndugleikarnir ikki virðismeta sosialmál nóg ovarliga. Størri og størri partur av fólkinum fellur í fátt, tekur til óráð av ymsum slag, so vit frætta um syrgiligar vanlukkur í heilum. So illa er manga staðni statt, at skotvápn eru partur av búnýtinum í heimunum.
Eitt av málunum í valstríðnum hjá demokratunum var, at øll skuldu sleppa framat heilsuverkinum, men tað vann ikki frama. Støðan er tískil, at tey vælbjargaðu tryggja seg, meðan restin í mongum førum ikki hevur ráð, at keypa sær ella gjalda eina trygging. Harmiligt, at hesi mál ikki vunnu størri frama, men máttu lúta fyri eini høgrasnaring og religiøsari herferð. Tað vildi verið mest natúrligt og mansligt, at øll hesi mál vóru samantvinnað, høgrasnaringin tó undantikin.
At Rúni í sama brotið skrivar, at demokratarnir høvdu undirmett týdningin av morasku virðunum og teimum evangelisku kristnu, og at tað tí gjørdist ein vanlukka fyri demo-kratarnar. Jú, demokratar-nir taptu tepurt valið, men moralsku virðini kunnu ongantíð gerast nøkrum ein vanlukka, uttan so, at religiónin fær eitt slíkt vald, at tað kemur at líkjast Talibanstýrinum í Afganistan ella prestastýrið í Iran. Tá er tað ein vanlukka fyri okkum øll, og sjálvt stýrið hjá Bush hevur stríðst móti slíkum.
At enda í greinini staðfestir Rúni, at tað eru kreftir í Føroyum í dag, sum føra eitt stríð móti okkara grundarlagi sum fólk. Her haldi eg, at Rúni sær trøll á alljósum degi.
Rúni er tó so mikið at sær komin, at hann nevnir keldurnar, hann hevur stuðlað seg til, tá hann hevur skrivað greinina, og keldurnar siga ikki so lítið um, hví eg ikki kenni Rúna aftur.
Eg taki tó í aftur brotið, Rúni skrivar um toleransu, at toleransa er ein vilji at góðtaka og virða meiningar, fatanir og atferð, sum ein sjálvur ikki stuðlar ella tekur undir við.
Við hesum geri eg vart við, at eg góðtaka og virði, at m.o. Rúni hevur aðra meining, fatan og atferð enn eg, og havi tí loyvt mær, at skriva hesa grein, sum partvís eisini er eitt aftursvar til greinina Tillykke den kristne verden! hjá Mogens Tilsted Christensen, Hvalvíksprest, tann 6. november.