havsúgdjór í Norðuratlantshavi, at viðgera støðuna hjá grindhvali. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og grindagranskari, sigur, at eitt endamál við viðgerðini næsta ár, er at meta um, hvussu víða grindastovnurin [...] minni, lokalur stovnur. Bjarni Mikkelsen sigur, at úrslitið av hesum kann vera, at Nammco kemur við einum formligum tilmæli um, hvussu nógv tað er ráðiligt at veiða av grindahvali. Talan kann vera um eitt [...] skeiði. Sjálvur er hann sannførdur um, at soleiðis sum grindadrápið nú er skipað, verður ein niðurstøða, at tað er ikki til nakran vanda fyri stovnin. Hann vísir á, at føroyskt grindadráp er ikki ein veiða
hevur gjørt avtalu um at leiga Odion Ighalo frá Shanghai Shenhua í Kina. Áleyparin úr Nigeria hevur fyrr spælt við Watford í Premier League. Bretskir miðlar sum Sky Sport skriva, at 30 ára gamli áleyparin [...] 15 til 35 milliónir krónur. Avbjóðingin er at lønin hjá honum er ovurhondsstór. Hann vinnur um 2,6 milliónir krónur um vikuna í Kina. Her skrivar Sky Sports, at Manchester United skal gjalda áleið ein triðing [...] kemur púra óvart á, at Odion Ighalo nú er aftur í Premier League og ikki minst í Manchester United. Ole Gunnar Solskjær, venjari, hevur leitað eftir einum áleypara, men Odion Ighalo hevur at kalla ikki verið
hon. – Tá eg sum 19 ára gomul varð mamma, fekk eg at vita, at eg nú ikki fór at kunna gera tað, sum eg hevði ætlanir um – ella, at tað í øllum førum fór at verða trupult. Tað vildi eg mótprógva, sigur hon [...] sítt – bæði heima og til arbeiðis. – Ein av avbjóðingunum hjá mær hevur altíð verið at fáa yrkisleiðina og heimalívið at hanga saman, sigur hon lættliga. 37 ára gamla Turið F. Arge er rakstrarstjóri í BankNordik [...] Tað hevur eisini kravt, at Turið hevur verið miðvís og ambitiøs. Hon hevur tikið fleiri útbúgvingar viðsíðuna av arbeiðinum, og harvið eisini ment førleikar sínar í tráð við, at hon hevur bygt yrkisleiðina
Petur Reinert stríðist við at týða úr enskum til føroyskt. 2) VAR 3) FA Cup við denti á umdystin hjá Liverpool móti Shrewsbury Leivur og serliga Petur fegnast um, at nú fer at ganga skjótari við útskiftingum [...] fremjast, at spælararnir fara yvir á miðjan vøll áðrenn skift verður. Petur er meira hvassorðaður meðan Leivur orðar seg meira varliga um, at høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp ikki ætlar at møta upp [...] yvirtulkað, og harvið verður myndugleikin hjá dómarunum undirgrivin. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra dagsins Fótbóltspanel.
Í janauarmánaði í ár vórðu skrásett 217 nýggj akfør. Tað eru 37 fleiri enn í fjør, tá skrásett vóru 180 akfør í januarmánaði. Árið 2019 var annars metár viðvíkjandi bilasølu, tí tá vóru á fyrsta sinni
tinglimirnir upplýstu, at Ráðið fyri Ferðslutrygd mælti frá at lata lítil prutl sleppa at koyra 50, tí tað fer at at føra til fleiri ferðsluóhapp – og tá ið ferðsluóhapp henda, er vandi fyri, at skaðarnir verða [...] prutlinum hava bara hjálmin at verja seg við, men tey tey halda kortini, at fyrimunurin er størri enn vansarnir - og tey halda eisini at tað standast ov nógv óhapp av tí, at prutl verða ákoyrd tí tey koyra [...] fyri at taka koyrikort til tey, er 15 ár. Hin bólkurin er stór prutl og tey kunnu koyra 50 kilometrar um tíman og aldursmarkið at taka koyrikort til tey, er 16 ár. Men næmingarnir í Vági halda, at øll prutl
hesum. Annað er minka um talið á bilum, og sostatt eisini at minka um útlátið av veðurlagsgassi, og at minka um larmin. Hitt endamálið er at fáa fólk at røra seg meiri. Í hesum sambandi skulu øll møgulig tiltøk [...] sum risamálið um at leggja brennistøðirnar saman. Men teir siga, at hetta er úrslitið av, at skráin hjá býráðnum er ein long, óviðkomandi lýsing av málinum, har ávísir býráðslimur sleppa at fylla hana við [...] Frýdal heldur, at hetta málið er ikki øðrvísi lýst í skránni hjá býraðnum enn so nógv onnur mál. Men hon heldur, at tað er gaman í at gera gjøldur burtur úr hesum nú, men einaferð fara øll at taka undir við
eitt barn, eiga at fáa møguleikan at fara í sorgarfarloyvi. Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann heldur, at tað eigur at vera líka natúrligt sum at foreldur fara í [...] ikki er komin til, at foreldur, ið missa eitt barn, fáa lógartryggjaðan rætt til at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið, sigur Djóni Nolsøe Joensen. – Tað eigur at vera líka natúrligt at fara í sorgarfarloyvi [...] sigur Djóni Nolsøe Joensen. Hann sigur, at tað er so ymiskt, hvussu foreldur eru, sum koma í ta vanlukkuligu støðu, at tey missa eitt barn. – Summi hava brúk fyri at sleppa aftur til arbeiðis sum skjótast
afturat. Hinvegin er tað eisini neyðugt at hugsa um, at vandin fyri smittu kann økjast í eini roynd at sleppa av landinum, tí tað er trúligt, at tað er frægast at verða verandi har tú er. Annars eru tað [...] ð ávaringarnar í sambandi við at ferðast, nú tað nýggja corona-virussið er farið at gera um seg. Nýggja tilmælið er, at er tað ikki átrokandi neyðugt, verður mælt frá at ferðast til Kina yvirhøvur, og [...] ferðast til Kina, eigur tú at umhugsa um tað er neyðugt at fara nú, soleiðis sum støðan er, sigur danska uttanríkisráðið. Og ert tú longu í Kina, eigur tú at umhugsa um tað er neyðugt at verða verandi, leggja
Iran er enn sinnað at samstarva við ES fyri at bjarga kjarnorkuavtaluni. Tað sigur iranski forsetin, Hassan Rouhani, í dag eftir ein fund við uttanríkisstjóran hjá ES, Josep Borrell, í høvuðsstaðnum Teheran [...] Teheran. – Islamistiska lýðveldið Iran er framvegis til reiðar at samstarva við ES um at loysa ósemjur, og tá mótparturin lýkur treytirnar, vil Iran venda aftur til sínar skyldur, sigur Rouhani sambært [...] fyri tey mørk, sum landið hevur bundið seg til. Iranar leggja evropisku londini undir ikki at gera nóg mikið fyri at mótarbeiða tiltøkunum hjá USA. Kjarnorkuavtalan varð sett í verk í 2015 millum Iran og teir