Foreldur, sum missa eitt barn, eiga at fáa møguleikan at fara í sorgarfarloyvi. Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Hann heldur, at tað eigur at vera líka natúrligt sum at foreldur fara í farloyvi tá ið tey fáa eitt barn
Tí hevur hann nú spurt landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum, Helga Abrahamsen, um ætlanin er at gera nakað við hetta málið.
– Í Føroyum hava vit eina góða skipan við barnsburðarfarloyvi, har foreldur, sum fáa eitt barn, kunnu fara í farloyvi. Doyr barn í móðurlívi, ella er tað deyðføtt, hava foreldur somu rættindi, sum um tað føtt livandi.
– Men doyr barnið seinni, hava foreldur eingi lógartryggjað rættindi til farloyvi, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Hann sigur, at tað er so ymiskt, hvussu foreldur eru, sum koma í ta vanlukkuligu støðu, at tey missa eitt barn.
– Summi hava brúk fyri at sleppa aftur til arbeiðis sum skjótast. Men tað orka onnur ikki og tí mugu tey sleppa at syrgja heima í eina tíð.
– Foreldur, sum hava tørv á tí, kunnu søkja um at verða sjúkrameldað, men tað mugu tey sjálvi syrgja fyri.
– Í hesum sambandi er tað avgerandi við vælvild frá arbeiðsgevaranum, og tí er spurningurin, um tíðin ikki er komin til, at foreldur, ið missa eitt barn, fáa lógartryggjaðan rætt til at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
– Tað eigur at vera líka natúrligt at fara í sorgarfarloyvi, tá vit missa eitt barn, sum at fara í barnsburðarfarloyvi, tá vit fáa eitt barn, sigur hann.
Helgi Abrahamsen hevur nú nakrar dagar at svara í um ætlanin er at gera nakað við málið, ella ikki.