Tað kann enda við at kvota verður sett á grindadráp

Næsta ár verður nokk spennandi fyri føroyingar

Næsta ár ferð Nammco, sum er umsitingarfelagsskapurin fyri havsúgdjór í Norðuratlantshavi, at viðgera støðuna hjá grindhvali.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og grindagranskari, sigur, at eitt endamál við viðgerðini næsta ár, er at  meta um, hvussu víða grindastovnurin, sum føroyingar veiða úr, ferðast. Sostatt er eisini endamálið at fáa eina hylling á, hvussu stórur hann er.

Í hesum sambandi er ætlanin at brúka tær hvalateljingina, sum eru gjørdar, ikki minst tann stóra hvalateljingin, sum var í 2015.

Men ætlanin er eisini at taka ílegukanningar, og kanningar av, hvussu grindahvalur nørist, við í metingunum.

Men ikki minst er skulu eisini tær hvalamerkingar, sum føroyingar hava staðið fyri, brúkast í hesum metingunum.

Limalondini í Nammco, eru Føroyar, Noreg, Grønland og Ísland og endamálið hjá felagsskapinum er at virka fyri burðardyggari veiði av súgdjórum í havinum.

Hvalamerkingarnar vísa granskarum, hvussu víða, grindahvalur ferðast, og nettupp tað hevur stóran týdning fyri, hvussu stórur, stovnurin, sum føroyingar veiða úr, verður mettur at vera.

Í hesum sambandi hevur tað serligan týdning at fáa greiði á, um talan er um ein stóran, felags stovn, ella um stovnurin, vit veiða burtur av, er ein minni, lokalur stovnur.

Bjarni Mikkelsen sigur, at úrslitið av hesum kann vera, at Nammco kemur við einum formligum tilmæli um, hvussu nógv tað er ráðiligt at veiða av grindahvali.

Talan kann vera um eitt tilmæli um, hvussu nógv veiðan kann vera í mesta lagi í miðal í einum tíggju ára skeiði.

Sjálvur er hann sannførdur um, at soleiðis sum grindadrápið nú er skipað, verður ein niðurstøða, at tað er ikki til nakran vanda fyri stovnin.

Hann vísir á, at føroyskt grindadráp er ikki ein veiða, sum vit vanliga skilja tað, nevniliga at vit fara út á hav at leita eftir grind.

– Vit veiða bara tað grind, sum vit av tilvild finna undir landi og sostatt er talan um eitt rættiliga sermerkt slag av veiði, sigur hann.

Vit hava eisini eina stovnsmeting frá 1989, sum sigur, at tað eru einir 778.000 grindahvalir í útnyrðingsatlantshavi, men við nýggjastu stovnsmetingini sum varð í 2015 - kann talið verða lækkað eitt sindur, kanska niður í 500.000 grindahvalir. Hendir tað, er tað fyri at vísa varsemi og at binda um heilan fingur.

– Tað, sum hevur lívfrøðiligan týdning, verður alla tíðina at meta um, antin stovnurin tolir veiðina, sum er, sigur Bjarni Mikkelsen.

Men sum nú er, er væntandi, at vit koma til ta niðurstøðu at føroyska veiðan ávirkar ikki grindastovnin, tí tað er ein mikroskopiskur partur av honum, leggur hann afturat.