hondbóltsvenjarunum í starv. - Spælararnir á 1. mansliði hjá H71 eru fyri tað mesta ungir hoyvíkingar, og hava teir flestu av teimum altíð spælt við H71. Endamálið við at fáa tveir teir royndastu venjararnar [...] hjá H71 er, at vit meta, at hetta er tað sum skal til fyri at okkara ungu og sera evnaríku leikarar mennast á rættan hátt. Spennandi avbjóðing Fyri tveir venjarar, sum hava fleiri gullmerki við Kyndli, [...] Hondbóltur Við alsamt vaksandi sethúsatali í Hoyvíkarhaganum eru gróðrarlíkindini hjá H71 av teimum bestu. Og tað tykist eisini, sum er tað júst hendan sannroynd, sum hevur fingið leiðsluna í felagnum
plássinum aftanfyri heiðursmerkini. Á Ólavsøku í fjør eydnaðist tað Bliki at taka FM heitið fyri nøsini á teimum á Sílinum. Hesa ferð hevði Blikur longu undan ólavsøkuróðrinum væl og virðiliga tryggjað sær [...] plássinum ein stóran skut aftanfyri Drekan. Havfrúgvin legði bragdliga fyri, men tær úr Vestmanna fingu tvey gul og harvið reytt kort fyri at stýra skeivt. Erla Kongsdóttir var enn eina ferð aftast. Í kvin [...] Í teimum fýra FM kappingunum við mannfólkamanningum hevur kappingarárið ikki hilnast nakað serligt hjá óføru kappróðrarfeløgunum í høvuðsstaðnum. Í hvussu so er ikki, tá ið tað hevur snúð seg um vinnararar
sum nú standa arbeiðsleys. Sum er, stendur eingin og bíðar teimum við nøkrum arbeiði í Vestmanna. Føroya Fiskavirking hvur tað fólk, brúk er fyri, og onnur virki hava eisini sítt fólk. So líkt er tíverri [...] vanlukku kortini, at hetta virkið isolerað verður afturlatið. Men at øll alivinnan í Vestmanna er fyri tí bakkasti, hon er, tað er ein sera dyggur smeitur. Tí har er ikki bara talan um sjálva alingina [...] vinnur, sum knýta seg at hesum. Og tá verður tað nógv tilsamans. Hann rósar arbeiðsfólkinum á virkinum fyri tað ábyrgd, tey hava víst hesa tíðina, síðan greitt varð, at virkið noyddist at lata aftur. Tað líður
fóru at hyggja eftir seyði hósmorgunin, var tað ikki tespulig sjón, sum møtti teimum. Tá ið Jacob Ejdesgaard fór út fyri dyr, kom eitt hvítt lamb hjá honum at húsum, illa hagreidd av hundi. Hundurin hevur [...] óviti, sum verður fyri næstu ferð? Tilburðurin er meldaður og løgreglan kannar málið. Samstundis hava eigararnir gjørt býráðið á Tvøroyri vart við støðuna. Annars tala myndirnar fyri seg. [...] leysir, eru ein stórur trupuleiki nógva staðni í landinum, er ikki nakað nýtt. Av og á kemur eisini fyri at hundar, sum ganga leysir, gera stóran skaða, bæði á fólk og fæ. Eisini í Froðba eru tey rættiliga
kreftum fyri at halda tørn um framúr góða úrslitið, sum felagið rakk í fjør. Hósdagin boðaði felagið frá á heimasíðu síni, hb.fo, at teir nú hava gjørt sáttmálar við teir, sum skulu standa fyri venjingini [...] skal hava høvuðsábyrgdina av venjingunum í øllum teimum yngru deildunum. HB tryggjaði sær í heyst sessin í 2. deild, tá ið tað eydnaðist liðnum hjá teimum í 3. deild at vinna endaspæl móti 2. deildarliðnum [...] fyrst og fremst er at varðveita plássið í deildini og at menna ungu spælararnar, so teir verða førir fyri at spæla á besta liðnum. Leif Olsen, ið sum miðvallarspælari vísti seg at hava gott fótbóltsskil,
Hesir sangir tola væl at verða spældir saman við teimum nýggju sangunum, og fólk høvdu uttan iva viljað hoyrt onkrar av teimum góðu, gomlu sangunum hjá teimum. Samanumtikið eitt gott og hugnaligt konserttiltak [...] út, og hon og maðurin, Niclas Johannesen, høvdu leitað sær til Keypmannahavnar fyri at framføra sangir av nýggju fløguni fyri útsetum, og tað var populert. Nógv fólk hevði leitað sær á Jacques, og tað var [...] var tað líkamikið, hvør tónleikur ljómaði. Fólk vóru komin at lurta, og tað skapti góðar fortreytir fyri tónleikinum hjá Lenu og Niclasi. Kustar á lofti Jacques er eitt dansistað við øllum tí, sum har tilhoyrir
ein av teimum heilt spennandi dystunum. Neistin og Simona Dziugyte tóktust snøgt sagt vera alt ov væl fyri til StÍF, sum framvegis má klára seg uttan Alinu Olaru. Gestirinir lupu avstað alt fyri eitt, og [...] men heldur ikki málið, sum loksins kom, tóktist lata upp fyri nøkrum. StÍF fór at enda eisini framum, men so raknaði Neistin brádliga við. Við teimum báðum seinastu málunum í dystinum fingu tær kortini koppað [...] so út til at rigga fínt, men í seinna hálvleiki gekk galið. Hvussu tær so enn royndu, so eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin í kassan, og alt meira fór hetta at líkjast einum stórum kompleksi hjá liðnum
hálvur triði av teimum trimum eykaminuttunum var farin. Alexandur Johansen tók ímóti eini sending, og eftir at hava tamt, meddaði hann til, men Tróndur Vatnhamar í B36 fekk kortini vart fyri, soleiðis at [...] ivast, at enn ein stigamissur her vildi verið nakað, sum líktist eini katastrofu fyri B36. Hesa ferð høvdu teir fleiri av teimum, sum hava verið úti við skaða, við aftur, men avrikið skal tó lyftast nógv, áðrenn [...] men tað var so heldur ikki meira enn akkurát. Linlig uppgerð Um sjálvan dystin er at siga, at hann fyri tað mesta var rættiliga rótutur. Kanska var spælið heldur frægari í fyrra hálvleiki, men har varð
einsamallar niður at spæla í tveir tímar fyri fólki. Poengið er, at teir kunnu útilokandi spæla sínar egnu sangir, og fólk duga allar uttan at. Hittini hjá teimum báðum eru óteljandi, og tað verður nakað [...] onkrir gestatónleikarar við undir framførsluni hjá teimum. Forsølan av atgongumerkjum til nýggjárskonsertina hevur gingið væl, og tað er líkt til, at áhugin fyri tiltakin er stórur sum vanligt. Konsertin verður [...] Mest aktuelli bólkurin er Chase, sum júst hevur latið næstu fløgu sína úr hondum. Tann fyrra kom fyri 10 árum síðani, men nú koma teir afturíaftur sum tjóvar á nátt - í kavbáti. Chase var tiltikin ko
nógv ár at fáa upp á beinini. Allir tríggir søgdu teir seg vera glaðir fyri samstarvið, sum eisini gav teimum størri lut í teimum pengum, ið fara til fólkatingsarbeiði. Arbeiðsbólkar Tað er heldur ikki [...] Fundur Teimum flestu kunnugt gjørdist bølamyrkt kring landið sunnukvøldið, tá streymurin misti takið á samfelagnum. Hóast myrkrið var áhugin stórur fyri at vitja í Norðurlandahúsinum, tá Norðuratlantsbólkurin [...] so væl í dag. Á fólkatingsvalinum 20. november vórðu Kuupik Kleist og Lars Emil valdir á Fólkating fyri ávíkavíst Inuit Ataqatigiit og Siumut. Teir fóru til val við lyftum um grønlendskt sjálvstýri. Tað