Nú er ruðuleiki:Sláið kalt vatn í blóðið

Vit mugu hála í neyðbremsuna fyri at steðga rumblinum

- Politiska støðan er í løtuni merkt av ruðuleika.

 

Tað staðfestir Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Í eini fráboðan í dag, heitir hann beinleiðis at leiðararnir í samgonguni um at taka eina keðiliga, men neyðuga avgerð. Og tað er at útseta skattalættan - og allar hinar ófyrireikaðu broytingarnar, sum koma í kjalarvørrinum á skattalættanum, sum hann kallar tað.

 

- Tað kann vera at samgonguleiðararnir føla, at teir missa andlit av at toga í neyðbremsuna, men hetta hevði verið ein skilagóð avgerð, sum hevði tryggjað framhaldandi framburð, sigur hann.

 

- Onkuntíð krevur tað meira dirvi at ganga hóvliga enn at renna avstað. Tað er í lagi at føra politikk, tí tað er ein partur av fólkaræðinum, vit hvíla á. Men politikkurin má vera væl grundaður, leggur Bergur Poulsen afturat.

 

Hann vísir á, at støðan er so ótrygg, at sjálvt samgongulimir spyrja seg sjálvar, um vit yvirhøvur hava eina nakra samgongu, og eingin tykist at vita, hvat fer at henda.

 

Hann vísir eisini á, at uppskotini, samgongan hevur lagt fyri Løgtingið eru ikki nóg væl fyrireikað, og sostatt er neyðuga grundarlagið undir teimum ikki til staðar.

 

- Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin, at samgonguleiðararnir sláa kalt vatn í blóðið og steðga á við teimum ófyrireikaðu uppskotunum, sum eru løgd fyri Løgtingið, og sum tinglimir ikki vilja kennast við, sigur bergur Poulsen.

 

Hann mælir samgonguni heldur til at seta teir arbeiðsbólkar, sum ætlanin var at seta, so grundarlagið undir avgerðunum verður í lagi.

 

- Men heldur enn at seta arbeiðsbólkar at fyrireika broytingarnar, hevur landsstýrið ikki megnað at manna ein tann einasta arbeiðsbólk enn, sigur Bergur Poulsen.

 

Hann heldur, at ístaðin hevur samgongan skrumblað nakrar stórar broytingar avstað í Løgtingið beint áðrenn afturlatingartíð og tað er uppskriftin upp á ruðuleika.

 

- Samstundis roynir vinnulívið at fáa skil á, hvørjar ætlanirnar hjá samgonguni eru. Og er tað nakað sum kann føra til iva hjá teimum, sum skulu seta nýggj starvsfólk og taka avgerðir um stórar íløgur, er tað politiskur ruðuleiki. Og tá kann tað vera so skjótt, at bíðað verður við at taka avgerðir.

 

- Hetta kann gerast ein ólukka fyri framgongdina í Føroyum og elva til, at stígur kemur í búskapin.

 

Bergur Poulsen vísir eisini á, at fyri at fíggja skattalættan, verður farið til høgru og vinstru við øktum og nýggjum avgjøldum á serliga útflutningsvinnurnar.